Semja í eygsjón?

Tað var hugaligt at síggja eitt rættuliga konstruktivt kjak í Krosskasti um framtíðar støðu Føroya. Hetta var ikki ein av teimum keðiligu sendingunum, sum var merkt av briksli - men heldur ein sending, ið fær okkum at trúgva eitt sindur meira upp á, at tað fer at bera til at finna eina breiða semju á tingi.

Tað var hugaligt at síggja eitt rættuliga konstruktivt kjak í Krosskasti um framtíðar støðu Føroya. Hetta var ikki ein av teimum keðiligu sendingunum, sum var merkt av briksli - men heldur ein sending, ið fær okkum at trúgva eitt sindur meira upp á, at tað fer at bera til at finna eina breiða semju á tingi.


Ein vansi í sendingini var, at sjónarmið Sambandsfloksins ikki vóru umboðað, tí tað kann ikki vera rætt, at Javnaðarflokkurin í eini slíkari sending skal umboða Sambandsflokkin.


Høgni Hoydal segði nakað um, at tað hevði verið gott, um Javnaðarflokkurin hevði verið við í hesum arbeiðinum frá byrjan av, tí so varð ikki so nógv fokuserað upp á tað negativa - tað, sum ósemja er um.


Púra rætt hevur Høgni Hoydal í tí. Men eins stóra áhyrgd hevur hann eisini. Tí hann eigur at hava í huga, at Javnaðarflokkurin var ein flokanna, ið peikaði á Høgna Hoydal sum løgmansevni - og kortini fekk flokkurin stólin fyri hurðina. Við øðrum orðum: Høgni Hoydal setti Javnaðarflokkin uttanfyri.


Hetta skal sjálvandi ikki sleppa Javnaðarflokkinum undan ábyrgd - tí sjálvandi skal flokkurin vísa ábyrgd, og sjálvandi eigur Javnaðarflokkurin eisini at vera semjusøkjandi - og ikki halda fast við gomlu støðu bara fyri at halda fast. Aðra ábending fingu vit kortini frá Hans Paula Strøm, javnaðartingmanni, tá hann greidliga vísti á, at fullveldi fyri Javnaðarflokkin ikki er nakað endamál í sjálvum sær, eins lítið og ríkisfelagsskapurin er tað - men at vit skulu finna út av, hvat er tað besta fyri land og fólk!


Tað er júst hetta, sum má vera endamálið - og tað er eisini uttan iva tað, allir flokkar vilja innast inni. Tí er at vóna, at flokkarnir megna at lata vera við at píska støðuna upp - sum vant - men heldur gera alt teir kunna til tess at finna semju.


Vón er at hóma. Men tað krevur, at serliga Tjóðveldisflokkurin slakar, eins og Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eisini skulu gera tað. Loysnin verður helst innan fyri ríkisfelagsskapin - men harvið er ikki sagt, at fólkið ikki einaferð kann taka aðra støðu.


Seinasta kanningin vísti, at fólkið vil hava eina loysn innan fyri ríkisfelagsskapin. Hon sigur eisini, at fólkið ikki vil læsast inni í ríkisfelagsskapinum í allar ævir?