Skipanir tillagast tí einstaka

Rósa Samuelsen, sum er kend á politiska leikpallinum, heldur nýggjár heima við hús saman við familju, børnum og ommusoni.

- Tvey av børnunum, sum lesa niðri, fara av landinum aftur 1. januar, og tí gera vit nakað serligt burtur úr at vera saman nýggjársaftan. Fyrrapartin hava vit frokost við heimabakaðum drýli, skerpikjøti, rullupylsu, laksi og øðrum.

Hon sigur, at í kvøld verður tað gás til døgurða við pannukøkum, ísi og róma omaná. Vit hava ein trý ára gamlan ommuson, og saman við honum fara vit at skjóta rakettir og hugna okkum saman. Seinni verður farið út at skjóta fýrverk og heilsa upp á fólk.

- Sjálv keypi eg ikki fýrverk, men maðurin keypir eitt sindur, sigur hon.

Rósa Samuelsen vísir á, at nýggjárshald er altíð í Sandavági. Blikk við eldi verða sett runt í bygdini, og árstalið verður tendrað.

- Eftir midnátt verður farið oman í SIF-húsið at lurta eftir røðu og til felagssang - og eisini verður farið upp á gólv.

Hon hevur einki nýggjárslyfti, men nýggjársynskini skorta ikki.

- Eg vóni, at eg megni at gera eitt gott arbeiði fyri onnur og verða nakað fyri mína familju, og eg vóni eisini, at vit fáa eitt gott og vælsignað ár.

Rósa sigur, at hon hugsar nógv um tey, sum hava mist - at hesi mugu fáa styrki at koma gjøgnum ta sváru sorg og tíð, sum tað hevur við sær at missa.

- Eg ynski eisini, at vit í Føroyum kunnu taka hond um tey, sum hava eina serliga avbjóðing, tey sum eru fødd við breki, tarni ella sum hava verið fyri hendingum í lívinum, sum ger tað svárt.

Hon sigur seg vóna, at Føroyar sum samfelag komandi árið fer at gerast betri til at taka hond um hesi menniskju.

- Vit skulu megna at menna allar okkara borgarar eftir tørvinum, sum tann einstaki hevur. Vit skulu Ikki hava skipanir, har fólk skulu innorna seg, men eina skipan, sum skal samskipa og tillagast til tørvin hjá tí einstaka, soleiðis at eisini hesi kunnu fáa ein góðan gerandisdag, sigur Rósa Samuelsen.