Tann ótroyttiligi blaðstjórin

?Tann allarstørsta uppgávan hevur verið at menna Sosialin frá at vera eitt meira og minni partapolitiskt blað til at vera eitt tíðindablað fyri allar føroyingar. Hetta er í dag grundarlagið undir sjálvum eksistensinum hjá blaðnum, sigur Jan Müller, sum í dag hevur starvast í 25 á Sosialinum

Hann er kendur sum tann ídni ábygdarblaðstjórin, og fólk, sum starvast saman við honum, verða ferð eftir ferð ovfarin av hansara ótroyttiliga arbeiðið fyri hjartabarninum, Sosialinum.
Í dag eru 25 ár liðin, síðani hann sum nýútbúgvin journalistur kom í starv á Sosialinum, og hóast hann ikki ætlaði, at hetta skuldi haldast, so hava fólkini kring hann skipað fyri móttøku og veitslu.
Og í dagens anledning gera vit eina samrøðu við ábyrgdarblaðstjóran her á blaðnum.

Valdi journalistikkin
Jan Müller er farin um tey fimmti árini, og helvtina av sínum lívi hevur hann starvast á Sosialinum. Eftir at hann hevði tikið prógv sum studentur í 1971, og síðani læs á hægri læristovni í bæði Danmark og í Føroyum, fór hann á blaðmannaskúla í Danmark. Hann tók prógv í 1978 og fór eftir tað beint í starv á Sosialinum.
Hví gjørdist tú journalistur?
? Tað er helst ein samanblanding av nógvum. Fyri tað fyrsta tí eg eri vaksin upp í einum heimi og umhvørvi við journalistikki. Man kann siga, at eg havi fingið tað inn við móðurmjólkini, nú pápi mín virkaði sum blaðmaður alt sítt lív fyrst á Dimmalætting og seinni sum freelansari fyri føroyskar og útlendskar fjølmiðlar. Síðani man tað stava frá mínum áhuga fyri at skriva og einum ómettandi áhuga fyri øllum tí, sum fyriferst rundum um meg heima sum úti í stóru verð. Eisini botnar tað helst í mínum áhuga fyri samskiftinum millum menniskju.
Hvussu var tað at fara frá starvinum sum blaðmaður til at gerast blaðstjóri?
? Á einum so lítlum arbeiðsplássi sum Sosialinum loysa fólk ofta sera ymiskar uppgávur, og áðrenn eg gjørdist blaðstjóri, hevði eg av og á onkrar blaðstjórauppgávur, meðan blaðstjórin kanska skrivaði meira onkuntíð. Vit arbeiða sum eitt team, og tí yvirlappa uppgávurnar og størvini eitt sindur. Eg merkti ikki nakra stóra broyting, men kanska slapp eg betur at arbeiða við teimum evnunum, sum eg hevði hug til, eftir at eg varð blaðstjóri.

Tann størsta avbjóðingin
Hvat hevur verið tín størsta avbjóðing í tíðini á Sosialinum?
? Tað hava verið nógvar stórar og spennandi avbjóðingar á vegnum. Vit fóru frá trimum til fimm útgávur um vikuna í einum lopi, vit tóku teldur í brúk, fyri nógvum árum síðani fluttu vit í egið blaðhús við prentsmiðju, vit eru farin út á internetið, vit hava gjørt strategiskt samstarv við aðrar fyritøkur, og vit hava gjørt nógv við at koma út um alt landið sum blað. Men tann allarstørsta uppgávan hevur verið at menna Sosialin frá at vera eitt meira og minni partapolitiskt blað til at vera eitt tíðindablað fyri allar føroyingar. Hetta er í dag grundarlagið undir sjálvum eksistensinum hjá Sosialinum, og høvdu vit ikki gjørt hesa týðandi broyting, so var blaðið ikki til í dag.
Hvat hevur verið tann størsti sigurin sum blaðstjóri?
? Tað hevur verið, at vit hava yvirlivað sum blað, hóast blaðdeyðin bæði heima og burturi hevur gjørt enda á óteljandi bløðum. Og so at tað nú eru so nógvir føroyingar, sum hvønn dag lesa Sosialin.
Hvussu heldur tú, at tað gongst blaðnum at halda eina journalistiskt ópolitiska linju, sum málið hevur verið í nógv ár?
? Tað kunnu onnur meta um. Vit eru øll menniskju, og vit eru øll drigin av ymiskum áhugamálum og meiningum, hóast vit vilja vera objektiv. Tað er alla tíðina ein menning fram ímóti objektiviteti. Men eitt kann eg siga fyri púra vist. Sosialurin fer ongantíð aftur til ta gomlu partapolitisku linjuna, tí er tann vissi deyði fyri blaðið.
Hvat hevur verið tað størsta tapið í tíðini sum blaðstjóri?
? Tað hava sjálvandi verið nógvir trupulleikar á vegnum, men vit hava vunnið á teimum flestu. Eg vil tó siga, at tað størsta menniskjaliga tapið var, at vit mistu fyritaksstjóran Kristjan Dahl. Hann var eitt fantastiskt menniskjað og doyði alt ov ungur.

Vakin alt døgnið
Tú ert kendur sum blaðstjórin, sum ongantíð heldur frí. Eigur arbeiðið sum journalistur ikki at vera frá átta til fýra?
? Sjálvandi eiga journalistar, sum øll onnur, at hava rímiliga arbeiðstíð, men tað skerst ikki burtur, at vilt tú verða ein ordiligur journalistur, so mást tú hava eygu og oyru opin 24 tímar um døgnið. Tú skalt ikki altíð arbeiða, men tú mást vera til reiðar at lofta søgum. Tað hevur nógv at siga fyri eitt blað, at tú hevur slíkar journalistar.
Hvat heldur tú sum blaðstjóri um journalistar?
? Eg má halda alt gott um teir, tí teir eru ein trygd fyri, at eg kann hava hetta starvið. Eg haldi, at journalistar bæði fyrr, nú og framyvir hava eina sera týðandi uppgávu í samfelagnum við at upplýsa og seta kritiskar spurningar til tað, sum fer fram.
Størsti kappingarneytin hjá Sosialinum á blaðmarknaðinum er Dimmalætting. Hvat heldur tú Dimmu?
? Eg havi stóra virðing fyri Dimmalætting. Blaðið hevur 125 ár á baki, meðan vit bara eru gott 75 ár, so vit skulu hava virðing fyri aldursforestanum í blaðheiminum. Eg haldi eisini, at Dimma hevur givið okkum viljan til at gera eitt gott blað. Ofta eru kappingarneytar fíggindar, men soleiðis er ikki hjá okkum. Vit hava til dømis gjørt ein felags prentsmiðju, og tað má vera einstandandi í Føroyum, at tveir kappingarneytar av hesum slagnum kunnu gera eina felags íløgu, hóast stóru kappingina, sum annars valdar millum fyritøkurnar.
Hvussu leingi ætlar tú at halda fram sum blaðstjóri?
? So leingi, sum eg orki og fólk vilja hava meg her. Tað er eisini umráðandi fyri meg, at eg havi nakað at kempa fyri, og sjálvt eftir 25 ár á Sosialinum veit eg, at vit hava nógvar stórar avbjóðingar fyri framman, hóast vit eru komin sera langt hesi árini. Eg ætli mær ikki at gevast á hálvari leið.