Theodor Eli Olsen Dam er 33 ára gamal og uppvaksin í Hoyvík. Hann er ungi presturin, sum hvørt leygarkvøld kl. 18.45 lesur Heilaga Evangeliið í útvarpinum. Theodor er væl dámdur prestur, og hann tosar eitt mál, sum øll skilja.
Um onkran av lærusveinunum hevur hann sagt, at hann var hugfarsligur, og tá hann giftir fólk, endurgevur hann gleðiliga U2 og Leonard Cohen, um tað kann gleða brúðarparið.
Stillisliga skemtiligur er hann ofta og haraftrat filosofiskur, og í Summarprátinum hesaferð spyrja vit hann m.a. um veðrið, Jesus, Kierkegaard, tolsemi og friðin í Kvívík, har hann varð innsettur sum prestur í vetur.
Tú hevur júst verið uttanlands. Mást tú burtur viðhvørt fyri at fylla teg við nýggjari orku?
Viðhvørt er gott at steðga á, og viðhvørt er gott at síggja, hvussu onnur liva. Men hesaferð fór eg fyrst og fremst avstað fyri at fáa nakrar góðar dagar í summarhúsi í Danmark saman við dóttrini og góðum vinfólki. Vit grillaðu, vóru nógv á strondini og vitjaðu eisini Legoland. Veðrið var avbera gott. Gott er at ríða á bylgjum, men eg ásannaði so, at heldur truplari er at ríða á hitabylgju. Tað var øgiliga heitt.
Fert tú uttanlands eftir heitari veðri, broyting í gerandisdegnum ella fyri at sleppa úr Føroyum?
Hóast Føroyar sum kunnugt eru punktið, har øll verðin er løgd fyri teym, og har træðrirnir á atlasinum eru surraðir fastir, sum Gunnar Hoydal yrkir, so er gott at síggja, hvussu onnur fólk liva, at víðka sær sjónarringin, sum tað so fínt kallast.
Verður tú ávirkaður av vetrarmyrkrinum?
Eg verði ikki tungur av myrkri, og eg kann væl verða ávirkaður positivt av myrku tíðini. Eins og summarið kann vera lívsjáttandi og dragandi, kann veturin vera hugnaligur og eggja til umhugsan innandura. Og eins og tær longu, ljósu næturnar eru tølandi, kunnu eitt nú jólini vera fjálg og sjarmerandi.
Tekur tú tað tungt, um summarið ikki verður gott?
Nei, tað ávirkar meg ikki beinleiðis, men eitt gott summar við nógvum sóldøgum er fantastiskt. Ein gáva úr erva bókstaviliga.
Heldur tú, at fólk í Føroyum eru ávirkað av skiftandi veðrinum?
Ja, lyndið í føroyinginum er uttan iva merkt av veðrinum. Vit taka tað nógv, sum tað kemur, og vit eru kanska ikki heimsmeistarar í at leggja langtíðarætlanir. Tað liggur uttan iva djúpt í okkum, at veðrið má sær ráða. Hetta er jú ”The Land Of Maybe,” sum bretsku hermenninir kallaðu Føroyar.
Umboðar myrkur altíð tað tunga og ljósið tað lætta?
Tað ger tað helst í fluttum týdningi. Sjálvur fekk eg eitt ørindi at lesa, tá eg varð konfirmeraður, har Jesus sigur, at hann er ljós heimsins. Sama ørindið fekk eg 20 ár seinni frá sama manni, Bjarna Bæk, tá eg varð innsettur sum prestur í Kvívík. Jú, hasin súmbolikkurin hevur nógv at siga fyri meg.
Lærir tú nógv um menniskju í tínum starvi sum prestur?
Ja, tað geri eg. Hóast vit øll eru menniskju, so eru vit ikki eins. Men grundkorini eru tey somu, hóast vit enn sum áður ikki standa á sama stigi á samfelagsliga tignarstiganum, og sosialu trupulleikarnir og korini eru ymisk. Eksistentielt eru vit kortini øll komin inn í hendan heim við lívi og deyða, men eru tó øll fevnd av kærleika og umsorgan frá Várharra.
Er Bíblian ein bók við nógvum týdningarmiklum sannleikum?
Ja! Hetta er sjálvandi ein trúarspurningur, og um tú ikki trýrt uppá, at Bíblian er ein bók við nógvum sannleikum, so heldur tú kanska ikki tað. Sjálvur haldi eg, at har stendur nógv skilagott í, sum kann lesast bæði bókstaviliga og í fluttum týdningi. Til dømis munnu boðini um at elska og virða hvørt annað vera grundarlagið undir okkara mentan og samfelag.
Hvat er tað besta við kristindóminum?
At Guð valdi at gerast ein av okkara!
Hví fekk Jesus so stóra ávirkan?
Fyri tað fyrsta segði hann seg vera Guðs son. Fyri tað næsta segði hann eisini, at vit skulu elska hvørt annað. Og tað er ikki so býtt sagt!
Er Søren Kierkegaard størsti heimspekingurin í nýggjari tíð?
Nei, tað er hann ikki. Tað veldst eisini um, hvat tú meinar við nýggjari tíð. Heimspekin er sum ein laðaður garður, har teir ovastu steinarnir ikki fáa ligið, um teir niðastu ikki vóru har, tvs. at flestu filosoffar byggja á arbeiðið hjá teimum, ið gingu undan. Gamli filososilærarin hjá mær vildi tó vera við, at tað bara funnust fýra filosoffar, sum kundu kallast originalir, og teir vóru Platon, Aristoteles, Kant og Hegel. Hetta er sjálvandi fýrakantað sagt, men um heimspekin er ein laðaður garður, so er Kierkegaard eitt sera týdningarmikið klípi, ið stuðlar og heldur allari modernaðari hugsan uppi, ið spyr, hvat eitt menniskja er, og hvat okkara tilvera ber í sær.
Hvaðani fært tú tín íblástur
sum prestur burtursæð frá Bíbliuni?
Eg royni at hava allar antennur opnar og lesa nógv og fylgja við í samfelagsviðurskiftum sum heild. Seks ára gamla dóttir mín hevur onkuntíð flent at mær, tá eg havi nevnt Gajol-pakkar í mínum prædikum. Men tað ræður um at finna gullkornini, har tey eru.
Eru Føroyar eitt tolsamt land?
Tað veldst um, hvørji evni vit tosa um. Eg haldi ikki, at Føroyar eru so ringar, sum vit ofta gera tær til, men her er lætt at koma til orðanna, og tí hoyrist eisini nógv til meiningar hjá víðgongdum minnilutum.
Er friðurin í Kvívík betri enn larmurin í stórbýum?
Í Kvívík er gott at vera, og Kvívík liggur bara 20 minuttir frá Havnini og hálvan tíma frá flogvøllinum. So tað er ikki so langur vegur til stórbýirnar.
Hvat er eitt eydnuríkt lív?
Hatta er ein sera gamal spurningur, helst líka gamal sum menniskjan sjálv. Sjálvt Aristoteles, gamli, baksaðist við hatta problemið fyri 2500 árum síðani. Á grikskum verður eydnan kallað eudaimonia og er í ætt við orðið demon. Eydnan er sostatt ikki ein ónd, men góð demon, sum kortini skal temjast. ”Eydnan sveimar einsamøll við strendur, frætt er frá,” syngur Kári P., og ”Eydnan er ei at líta á,” yrkir Mikkjal á Ryggi í einum sálmi. Eg haldi tó, at eitt boð upp á eitt svar kann finnast í einum svari, sum sangarin Kim Larsen gav, tá hann varð spurdur, um hann var eydnuríkur. Svarið hjá honum var: ”Eg eri nøgdur!”










