Starvsfólk rýma av Cafe Natúr

Meginparturin av starvsfólkunum á Cafe Natúr í Havn, fara ikki aftur til arbeiðis, eftir at ein starvsfólkafundur gjáramorgunin endaði við, at flestu teirra søgdu seg úr starvi.

Gjármorgunin søgdu flestu starvsfólkini á Cafe Natúr í Havn seg úr starvi vegna lønarósemju. Sosialurin skilir, at ósemja leingi hevur verið millum starvsfólk og leiðslu á Cafe Natúr um lønarviðurskiftini, og gjáramorgunin avgjørdi meginparturin av teimum so at siga seg úr starvi.

Sambært Turid Samró, stjóra á Cafe Natúr, er talan um at átta starvsfólk hava sagt seg úr starvi vegna ósemju um løn fyri arbeiði ólavsøkudagarnar.

- Tey settu fram eitt lønarkrav fyri ólavsøkudagarnar, sum vit als ikki kundu góðtaka, og boðaðu frá, at varð kravið ikki gingið á møti, so søgdu tey seg úr starvi.


Ikki nøgd við 60 krónur um tíman

Niklas Winhter, ið er ein av teimum, ið gjáramorgunin gjørdist fyrrverandi starvsfólk á Cafe Natúr, sigur, at talan ikki var um at starvsfólkini settu fram eitt ultimatum, sum stjórin annars vil vera við, og at talan ikki er um átta, men tólv ella trettan fólk, ið gjáramorgunin góvust at arbeiða á Cafe Natúr.

- Vit søgdu sum var, at vit hildu at lønin, ið Cafe Natúr ætlaði at lata okkum fyri arbeiðið ólavsøkudagarnar, var ov lág, tá havt verður í huga hvørjar merkisdagar talan er um, og hvussu stórt arbeiðstrýstið er teir dagarnar, sigur Niklas Winther.

Hann upplýsir, at vanliga liggur tímalønin hjá starvsfólkunum millum 60 og 80 krónur, alt eftir hvussu leingi tey hava verið í starvi og hvørjar uppgávur tey røkja. Uppleggið hjá Cafe Natúr var sambært Niklasi Winther, at hesir lønarsatsir eisini skuldi galda 28. og 29. juli.

- Tað hildu vit vera ov lítið, og tí løgdu vit eitt skrivligt lønaruppskot fram, har vit skutu upp, at lønin skuldi vera 120 krónur um tíman báðar ólavsøkudagarnar.

Hetta hendi á starvsfólkafundi gjáramorgunin.

Sambært Niklasi, tók stjórin á Cafe Natúr hetta sum eina hóttan, og boðaði frá, at tey, ið vóru ónøgd við lønartreytirnar, kundu fara og ikki koma aftur.

- Vit hava fingið ringa viðferð og valdu tí at fara, sigur Niklas, og leggur afturat, at tað er óhugsandi, at tey aftur fara at arbeiða á Cafe Natúr.


Søktu beinanvegin eftir fleiri

Longu fyrrapartin í gár søkti Cafe Natúr eftir nýggjum starvsfólkum í eini útvarpslýsing, og sambært stjóranum, vóru teir fyrstu nýggju umsøkjararnir longu farnir at ringja inn um middagsleitið í gjár.

Turid Samró sigur, at av tí at Cafe Natúr hevur opið mestsum hvønn dag í árinum - harímillum alla ólavsøkuna - so vilja tey ikki geva fólki meira í løn, tá arbeitt verður serligar dagar.

Í gjár var Cafe Natúr opin, og sambært stjóranum, fer cafein at koyra víðari sum vanligt, hóast meginparturin av starvfólkunum hava valt at venda henni bakið.

- Vit eru nøkur fólk eftir, og eg vænti, at fleiri nýggj fólk fara at koma til arbeiðis um heilt stutta tíð, so hetta kemur ikki at ávirka arbeiðið í sjálvari cafeini, sigur Turid Samró, stjóri á Cafe Natúr.hagtøl eru hjálpiamboð og ikki avgerandi stýringsamboð.

Samfelagsmenning og samfelagsgongd kemur ikki dalandi niður úr erva. Tað eru vit sjálvi, sum skulu skapa menningina, og tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini.


Hvat fer at henda?

Og hvat er tað, sum menn rokna við fer at henda, og hví hendir tað?

Høvuðstrupulleikin er tann skeivleiki, sum fer at koma í ta pyramiduna, sum hevur við aldurssamansetingina at gera. Tað gerast alt fleiri pensjonistar, meðan bólkurin við fólki í vinnuførum aldri verður lutfalsligari minni.

Sagt verður, at pensjonistabólkurin, tað eru tey yvir 65 ár, fer at veksa úr teimum 6200, sum eru í dag, til gott og væl 10.000 um knappliga 40 ár. Hetta er ein vøkstur upp á gott og væl 60%. Samstundis veksur bólkurin av teimum, sum eru í vinnuførum aldri, tað eru tey millum 20 og 64 ár, úr teimum gott og væl 24.000, sum eru í dag, til 29.000 um knappliga 40 ár. Hesin vøkstur er uml. 20%.

T.v.s. at pensjonistabólkurin fer at veksa nógv skjótari enn bólkurin í vinnuførum aldri, og tí fer forsyrgjarabyrðan at veksa. Tað merkir so aftur, at har tað í dag eru fýra fólk í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist, verða tað um 40 ár bert trý í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist. Forsyrgjarabyrðan veksur, tí tað gerast lutfalsliga færri til at gjalda yvir skattin tað, sum fer til pensjónir og umsorgan.

Men somu hagtøl vísa eisini, at gongdin seinastu 30 til 40 árini hevur verið júst tann sama, sum vit kunnu vænta okkum næstu 30 til 40 árini. Og seinastu árini hevur tað gingið stútt framá, so hví ikki heldur siga, at vit taka hetta sum eina avbjóðing, og at útbyggingin sjálvandi skal halda áfram.

Og hví veksur pensjonistabólkurin lutfalsiga í mun til tann vinnuføra bólkin? Jú, fyri tað fyrsta, tí vit, sum nú eru um miðalaldur fingu færri børn og fyri tað næsta, tí at livialdurin hækkar. Men hetta við livialdrinum er jú eyðkenni fyri framkomin samfeløg og hevur leingi verið ein málsetningur innan heilsuøkið. Hetta er ikki eitt eyðkenni fyri tilafturskomin lond. Tí er tað nakað av einum paradoksi, at hetta skal fáa heitið ein tikkandi bumba fyri framtíðarsamfelagið.

Lat okkum tí avmontera hesa pensjónsbumbuna í føðingini, tí annars er vandi fyri, at hon verður politiskt misbrúkt til at skrúða hetta samfelagið annaðleiðis saman. Man kann jú gera sær trupulleikar fyri at fáa eina orsøk til at gjøgnumtrumfa ein ávísa politiska ætlan.


Pensjónsskipanir

Ikki tí, tað eru nú mong ár síðan, at politikkarar bæði her heima og rundan um okkum fóru at tosa um, at tað fór at gerast alt meira trupult at fíggja pensjónirnar yvir skattin, og tí mátti onnur loysn finnast. Fram í ljósið komu loysnir, sum bygdu á ymisk prinsippir, t.d. at pensjónirnar skuldi arbeiðsmarknaðurin taka sær av, meðan aðrir mæltu til, at hvør lønmóttakari skuldi sjálvur skipa fyri egnum pensjónsviðurskiftum, meðan uppaftur aðrir tosaðu um, at hetta skuldi síggjast sum ein almenn uppgáva.

Tí síggja vit eisini ymiskar pensjónsskipanir í teimum ymisku londunum. Týskland hevur latið hetta upp í hendurnar á arbeiðsmarknaðinum, Ongland hevur latið tað upp í hendurnar á hvørjum einstøkum, meðan vit um okkara leiðir enn halda fast um ein ávísan solidaritet við almennum pensjónum.

Men vit kenna tó eisini munin í dagsins politikki her í Føroyum. Samhaldsfestið hevur fingið harða kapping frá egoismuni. Høgra rákið hevur bjóðað vinstravonginum av í pensjónsspurninginum.

Teir borgarligu mæla nú til, at hvør sætar sær, og tí vilja teir hava eina fólkatrygging. Vit skulu sjálvi taka ábyrgd av egnum aldurdómi, verður sagt. Man hevur ábyrgd fyri sær sjálvum og ikki av øðrum. Hetta er egoisman, tá hon er best. T.v.s. at hvør tryggjar seg sum frægast við einum ávísum prosenti av lønini. Tað hevur verið nevnt, at hvør lønmóttakari skal gjalda inn 10% av lønini. Hetta er ein møguleiki fyri tey við góðum lønum, men tað kemur sanniliga at sansa at hjá nógvum tímaløntum og øðrum í tí dagliga at skulu gjalda 10% av lønini til pensjón. Og sum skilst, so skal arbeiðsgevarin ikki gjalda.

V. ø. o. tann munur, sum er í okkara arbeiðsføra aldri, har nøkur tjena nógv og onnur minni, hann verður varðveittur í pensjónsárunum. Og fyri tey, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum m.a. heimaarbeiðandi mammur, tey arbeiðsleysu og tey brekaðu, har verður ein píningur av einari almennari pensjón. Alt í alt ein skipan, har tey fáu fáa ov nógv, og tey mongu ov lítið.


Framhald

Jóannes Eidesgaard