Stríð um ein leysan kristiligan

Kommunuvalið í Klaksvík snýr mest um, hvør skal vinna býráðslimin, sum Kristiligi Fólkaflokkurin hevur havt í 12 ár. Men spenningur er um persónar, tí tað kann koppa javnvágini millum meiriluta og minniluta

Stórur spenningur er um, hvørjir persónar fara at manna nýggja býráðið í Klaksvík. Hildið verður ikki, at nøkur serlig broyting verður í býtinum millum flokkarnar, men eitt er tó greitt, onkur skal hava leysa sessin hjá Kristiliga Fólkaflokkinum, sum ikki stillar uppaftur hesaferð.
? Tað vóru bara 12 atkvøður millum meg og tann fjórða býráðslimin hjá Fólkaflokkinum seinast, og tí er tað mest sannlíkt, at Fólkaflokkurin fer frá trimum og upp í fýra býráðslimir aftur, og at hinir flokkarnir fáa tað sama, sigur Hilmar Danielsen, sum hevur sitið í býráðnum seinastu 12 árini, men ikki stillar uppaftur hesaferð.

Javnvágin kann fara
Seinastu fýra árini hava Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin verið í meiriluta saman, og tað er líkt til, at hesir flokkar kunnu halda fram við samstarvinum. Í øllum førum verður mett, at teir fara at fáa seks býráðslimir aftur.
? Hinvegin kunnu nýggir býráðslimir broyta javnvágina millum flokkarnar, tí tað er kanska eitt sindur ymiskt, hvussu persónar vilja og kunnu samstarva. Um fleiri nýggir býráðslimir koma inn, so skal kabalin næstan leggjast av nýggjum, heldur Hilmar Danielsen.

Stórur spurningur um persónar
Av teimum 9 býráðslimunum í núverandi býráði stilla seks uppaftur, og tí skulu nýggj fólk veljast fyri Jógvan við Keldu, Bettu Joensen og Hilmar Danielsen, men onkur av hinum býráðslimunum skal eisini stríðast fyri sínum sessi.
Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum og Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum tykjast vera tvey alternativ til borgarstjóra, um ikki núverandi meiriluti heldur fram við Steinbjørn O. Jacobsen úr Tjóðveldisflokkunum sum leiðara.
? Samstarvið í býráðnum seinastu tíðina hevur verið sera gott, og tað hevur verið tosað um, at neyðugt ikki var við meiriluta og minniluta eftir hetta valið, men um eitt nú Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum kemur sterkur inn og fer eftir borgarstjórarasessinum, so er støðan ein sindur øðrvísi, heldur Hilmar Danielsen.