øllum lutum og viðurskiftum í Norðurlondum. Ritstjórnin vónar, at bókin Likestilte demokratier fer at elva til orðaskifti og kjak um evnið, og at hon gagnar arbeiðinum hesum til frama eins og politikarum, [...] einum "norðurlendskum modelli". Men tey, sum hava átt ein leiklut í bókini, vísa á, at eisini nógv sereyðkenni eru, og at munirnir millum londini eru fleiri og størri enn vit fyrr hava verið varug við. Í [...] sosialdemokratum og umfatandi javnstøðu millum kynini. Bókin setir spurnartekin við hesa myndina við at spyrja, hvussu javnsett kvinnur og menn eru í Norðurlondum, og hvussu einsháttað Norðurlond eru. Bókin
Turið Kjølbro ? Gekkarnir áttu at farið nú. Roknað verður við, at Gekkurin fer 8. hvørja ferð í miðal og tað passar heilt væl, sigur Jens Alberg Simonsen. Vinningurin fríggjakvøldið var ikki tann størsti [...] Gekkastovuna, hvussu ofta teir vilja snara. Men vit sóu at Johan hugsaði seg væl um, áðrenn hann snaraði víðari triðju ferð, tí tað var jú als ikki sannlíkt, at hann skuldi raka á seymin triðju ferð, sigur Jens [...] stóru Gekkavinningarnir eru farnir, kunnu vit vænta, at ein tíð gongur, áðrenn tann næsti fer, men ávikavist 20.000 og 40.000 kr. eru heldur ikki at forfjóna.
skuldi vísa seg at vera sigursmálið. Sandoyingar vóru so at siga longu fluttir upp, og dysturin móti EB/Streymi, sum liggur tungt í skeiva endanum av stigatalvuni, var eisini merktur av, at B71 næstan var [...] eisini á pappírinum. Veðrið var sera gott á Eiði leygardagin, og fólk hava ivaleyst nýtt høvið til at fáa hoyggið inn, tí tað var ikki serliga nógv fólk og hugdi, hóast tað var oddaliðið, sum vitjaði. [...] aftaná varð blást til hálvleiks. B71 hevur havt eina sera góða seinnu helvt, og tað kom ikki óvart á, at teir tóku leiðsluna aftur miðskeiðis í seinna hálvleiki. Teir settu eitt kontraálop í gongd, og bólturin
ongin pína og neyð er. Eg veit, at tín trúgv var sterk í Harranum. Ja, góði John og øll tíni, eg veit at saknur tykkara er stórur, men eg veit eisini, at Lena ynskti, at tit skuldu hyggja fram eftir og [...] Ikki vardi tað meg, at tú, nýliga heimkomin úr Danmark, so brádliga skuldi verða tikin frá okkum, tínum kæru, ? manni, børnum, barnabørnum, verbørnum, langommubørnum og ikki minst tíni fosturmammu, Annu [...] og seta tykkara álit á tann Harra, sum hon setti sítt álit á. Við sálmi 509 í sálmabókini ynski eg, at Harrin má signa tykkum og okkum øll í sorgini og sakninum. Æra veri minnið um mína elskaðu vinkonu,
Tungt var at vakna við boðunum um at tú, góði Kristian Gunnleiv, ikki vart millum okkum meira. Torført er at skilja, at seinastu ferð, ið vit skuldu møtast, var dagin fyri, Harrin so brádliga tók teg frá [...] frá okkum. Meg minnist aftur á tær løtur, har vit sum smá spældu saman. Tað eru nógv góð minni at minnast aftur á. Upp gjøgnum tíðina knýttust vinabondini meira millum okkum trý ? meg, teg og Olaf. Tað [...] mist ein góðan son, beiggja og drong. Minnini eru mong og mugu tey eins og Jesus pápi verða við til at styðja tykkum hesa sváru tíð. Vinir Guðs á ongum sinni møtast skulu síðstu ferð; renna sorgartár á
gott út í løtuni, so vita tey í StÍF, at gamla orðatakið um ikki at selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin, ofta hevur víst seg at halda. Og StÍF-liðið fer uttan iva at taka dystin móti Neistanum komandi [...] liðið, og hóast Stjørnan hevur dyst eftir móti bæði VB og GÍ, er tað ikki víst, at tveir sigrar her verður nóg mikið til at sleppa undan 2. deildarhondbólti næsta ár. StÍF-Stjørnan 29-14 (16-5) StÍF: Signhild
aftur eftir 5 monnum aftrat, tí neyðugt var at bera unga mannin í børu upp bratta lendi, og sambært Regini Leonson, løgreglumanni í Vágum, tók tað sína drúgvu tíð at fáa mannin upp. Breyt vinstra arm Ungi maðurin [...] nakrir miðvingar farnir við seyði í Doddaskorð. Tá ið teir høvdu slept seyðinum, var ætlanin hjá tveimum at fáa sær nøkur havhestaegg, meðan hinir leitaðu sær til hús. Men tað gekst ikki sum ætlað hjá tí 20 [...] flestu menninir farnir til hús, men Tummas Hans Gaardlykke var hin, ið eftir var, og hann var skjótur at fáa boðað løgregluni frá um tilburðin um 7-tíðina seinnapartin sunnudagin. Og meðan bíðað var, hevði
misjavnt er, hvussu kemur burturúr, men sum heild má sigast, at hetta er ein dugnaligur stættur, ið hevur ment seg nógv seinnu árini. Umstøðurnar at virka undir eru hampuligar ? hóast okkurt kundi verið øðrvísi [...] lagt uppskot fyri tingið um privatisering av landsjørðini. Uppskotið gongur stutt og greitt út uppá at umleið 100 persónar í Føroyum skulu fáa 600 km2 ? næstan helvtina av landinum ? til ognar fyri ein [...] privat, verður helst øðrvísi. Tá er opið fyri spekulatión. Lóggávan fyri jørð í Føroyum er so liberal, at ein og hvør, ið hevur pengar, kann ogna sær jørð ? eisini útlendingar. Í prinsippinum kann ein »góðseigari«
tá Pól Andreas Jacobsen eftir gott uppspæl frá Heina Heinason javnaði. Eftir at GÍ hevði javnað noyddist Heini Heinason at taka seg av vøllinum, tí hann hevði trupulleikar av skaða. Í staðin fyri hann [...] stigum í 2. deild. Leygardagin tókust gøtumenn og teir á Skálafjørðinum í Runavík, og úrslitið ger, at GÍ kann halda summarfrí við eitt sindur av luft niður til strikuna. Gøtumenn løgdu bragdliga fyri, [...] álopsspælarin Sonni L. Petersen eftir skjótálop setti hol á, og eftir tað hevði NSÍ fleiri góðar møguleikar at økja um leiðsluna, t.d. raktu teir tvær ferðir í stólpan. Gøtumenn royndu seg ofta við longum bóltum
sá annars út til, at tað kundi fara at gerast ein spennandi dystur. Liðini fylgdust nokk so langt á leið, men tá komið var til støðuna 10-10 setti Mjølnir ferð á og Fleyr orkaði ikki at fylgja við. Tað vóru [...] við, at Mjølnir vann 15-7 og nú sást tyðiliga, hvønn veg tað bar. Tær vónir sum vóru í Fleyr-leikarunum áðrenn dystin vóru burtur og spælt varð meira »upp á gjød«. Hinvegin syrgdi Mjølnir fyri, at halda [...] áðrenn nakar Fleyr-leikari visti av. Klæmint Isaksen servaði hoppservir og tær kláraði Fleyr einki at gera við. Ikki fyrr enn Klæmint servaði í netið fekk Fleyr bóltin aftur, og aftan á tað gekk eitt sindur