Við einum tryggum sigri á Stjørnuni staðfesti StÍF sína oddastøðu í 1. deild hjá kvinnum. Talan var um ein dyst millum oddaliðið og botnliðið, og tað sást eisini aftur á vøllinum.
StÍF fekk beinanvegin yvirvág í dystinum og spældi í løtum eisini sera væl.
Stjørnan, sum bert hevur tvey stig og nú alsamt meira líkist einum niðurflytara, spældi ikki vánaligt, men tað tykist, sum um klaksvíkskvinnurnar ikki hava nóg gott sjálvsálit, tá tær spæla móti teimum fremstu liðunum.
Komandi sunnudag verður tað Neistin, sum vitjar á Skála, og tað kann gerast ein sera spennandi dystur. Um StÍF vísir sama spæl, sum tær til tíðir vístu móti Stjørnuni, vinna tær á Neistanum, og so er FM-heitið ivaleyst í pottinum. Men hóast tað sær gott út í løtuni, so vita tey í StÍF, at gamla orðatakið um ikki at selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin, ofta hevur víst seg at halda. Og StÍF-liðið fer uttan iva at taka dystin móti Neistanum komandi vikuskifti í fullum álvara.
Í Klaksvík mugu tey helst venja seg við tankan um niðurflyting. Nú eru fýra stig upp til næstniðasta liðið, og hóast Stjørnan hevur dyst eftir móti bæði VB og GÍ, er tað ikki víst, at tveir sigrar her verður nóg mikið til at sleppa undan 2. deildarhondbólti næsta ár.
StÍF-Stjørnan 29-14 (16-5)
StÍF: Signhild Petersen 11, Paula B. Jacobsen 6, Hanna Thorleifsson 4, Anna Maria Berthelsen 2, Alis Høghamar 2, Eyðleyg Mikkelsen 2, Bjørg Mikkelsen 1, Katrin Petersen 1.
Stjørnan: Joan M. Joensen 5, Ragna Andreasen 4, Anna K. Samson 3, Jastrid Gullaksen 1, Hansy Thomsen 1.
Útvísingar: StÍF 2, Stjørnan 4.