Tungt var at vakna við boðunum um at tú, góði Kristian Gunnleiv, ikki vart millum okkum meira. Torført er at skilja, at seinastu ferð, ið vit skuldu møtast, var dagin fyri, Harrin so brádliga tók teg frá okkum.
Meg minnist aftur á tær løtur, har vit sum smá spældu saman. Tað eru nógv góð minni at minnast aftur á. Upp gjøgnum tíðina knýttust vinabondini meira millum okkum trý ? meg, teg og Olaf. Tað seinasta árið sótu vit lið um lið í skúlanum og nær um hvønn dag fylgdust vit heim.
Aftan á skúlan fór man hvør sína leið, men tú vart altíð til reiðar við einum smílandi andliti, tá vit møttust. Eg síggi títt smíl fyri mær, tað situr rimmarfast.
Góði Kristian Gunnleiv, vit eru mong, ið hava mist ein góðan vin, nú tá tú so brádliga varð tikin frá okkum. Saknurin er og verður stórur eftir eftir teg.
Góðu Olaf, Guðny, Gurli, Marius, Sigga, Saloma og Jóhanna, tit hava mist ein góðan son, beiggja og drong. Minnini eru mong og mugu tey eins og Jesus pápi verða við til at styðja tykkum hesa sváru tíð.
Vinir Guðs á ongum sinni
møtast skulu síðstu ferð;
renna sorgartár á kinni,
hetta orð tó ugga ber.
Síggjast vit ei meir og fara
foldum frá og undir flag
í tí stóra halga skara
møtast vit tó Harrans dag.
Um vit enn við sorg her siga
kærum vinum várt farvæl,
góðan dag vit aftur biðja,
himni á tað ljóða skal.
Renna skilnartár á kinni,
syngjandi tó boðskap ber:
Vinir Guðs á ongum sinni
møtast skulu síðstu ferð!
Við hesum orðum lýsi eg frið yvir minnið um kæra vin mín Kristian Gunnleiv.
Martha