Privatisering av landsjørðini

Umleið 700 km2, ella helvtin av Føroyum, er landsjørð ? ogn hjá okkum øllum.

600 km2 er fyrrverandi kongsjørð, ið verður umsitin av umleið 100 bóndum.

Eitt sindur misjavnt er, hvussu kemur burturúr, men sum heild má sigast, at hetta er ein dugnaligur stættur, ið hevur ment seg nógv seinnu árini.

Umstøðurnar at virka undir eru hampuligar ? hóast okkurt kundi verið øðrvísi.

Landsstýrið hevur nú lagt uppskot fyri tingið um privatisering av landsjørðini. Uppskotið gongur stutt og greitt út uppá at umleið 100 persónar í Føroyum skulu fáa 600 km2 ? næstan helvtina av landinum ? til ognar fyri ein »slikk«.

Hetta er fólkafloks- og sambandspolitikkur, tá iðh ann er ringast.

Hevur nakar hugsað um konsekvensirnar?

Árini framman undan hava vit sæð hvussu fleiri av teimum stórum búskaparøkjunum í høvuðsstaðnum eru vorðin til, í góðum samstarvi við Føroya Jarðarráð. Sama er galandi fyri fleiri av teimum størru bygdunum. Einir 10.000 føroyingar hava fingið grundstykkir fyri sámuligan prís undir hesi skipan.

Verður jørðin privat, verður helst øðrvísi. Tá er opið fyri spekulatión. Lóggávan fyri jørð í Føroyum er so liberal, at ein og hvør, ið hevur pengar, kann ogna sær jørð ? eisini útlendingar. Í prinsippinum kann ein »góðseigari« selja stóran part av eini oyggj til útlendingar. Hvar skulu so okkara eftirkomarar fáa grundøki fyri rímuligan prís at byggja á?

Og føroysk virkir?

Er ætlanin í tráð við grundlógina?

Nei, hendan ætlanin er ov langt úti. Hon má steðgast ongantíð ov skjótt.

Um sambands- og fólkaflokkurin vilja forera landsins ogn ? helvtina av Føroyum ? til nakrar fáar, so teir um tað. Vit í javnaðarflokkinum siga nei.

Um tú ert samdur, so set X við lista C 30. apríl.

Okkara bóndur skulu hava frið at vera bóndur og ikki freistast til grundspekulatión.


    Thomas Arabo