Tey bæði grannafeløgini, NSÍ og GÍ, vóru undan vikuskiftinum jøvn í stigum í 2. deild.
Leygardagin tókust gøtumenn og teir á Skálafjørðinum í Runavík, og úrslitið ger, at GÍ kann halda summarfrí við eitt sindur av luft niður til strikuna.
Gøtumenn løgdu bragdliga fyri, og teir høvdu tveir góðar møguleikar, men so fekk heimaliðið betri tak á. 22 minuttir vóru farnir, tá vandamikli álopsspælarin Sonni L. Petersen eftir skjótálop setti hol á, og eftir tað hevði NSÍ fleiri góðar møguleikar at økja um leiðsluna, t.d. raktu teir tvær ferðir í stólpan.
Gøtumenn royndu seg ofta við longum bóltum, men teir vóru lítið vandamiklir, tí Dagfinn Olsen var sera sterkur í miðverjuni hjá heimaliðnum.
Í 2. hálvleiki vendist alt upp og niður eftir einari lítlari løtu. Fyrstu fimm minuttirnar hevði NSÍ tveir góðar møguleikar at økja um leiðsluna, m.a. tá Harry Knudsen eftir innlegg stútaði móti málinum, men so átti GÍ høvuðsleiklutin.
62 minuttir vóru farnir, tá Pól Andreas Jacobsen eftir gott uppspæl frá Heina Heinason javnaði.
Eftir at GÍ hevði javnað noyddist Heini Heinason at taka seg av vøllinum, tí hann hevði trupulleikar av skaða. Í staðin fyri hann kom Petur Sjúrðarbeg á vøllin, og tann lítla hálva tíman, hann var inni, gjørdist hann høvuðsleikari, so tað stóð eftir í.
66 minuttir vóru farnir, tá hann eftir uppspæl í høgru legði GÍ framum við roynd úr spískum.
Eftir at teir vóru komnir afturum, fluttu teir í NSÍ beinanvegin fólkið longri fram á vøllin, og tað var matur fyri skjóta Petur Sjúrðarberg, sum eftir 69 minuttir og aftur eftir 85 minuttir rann frá ósketnu verjuni, og skoraði harvið eitt klokkureint hattrick.