Norðurlendska Ráðharraráðið hevur tikið stig til eina verkætlan undir heitinum Hálva valdið, sum nú er av. Úrslitið av verkætlanini er ein bók, sum hevur fingið heitið Likestilte demokratier? Kjønn og politik i Norden. Henda bókin er uttan iva tann týdningarmesta útgávan um javnstøðu í løtuni. Í bókini eru lýsingar av viðurskiftum millum kynini, politikkur og fólkaræði í Norðurlondum, umframt teimum sjálvstýrandi økjunum, Álandi, Føroyum og Grønlandi.
Langt er enn á mál til javnstøða er í øllum lutum og viðurskiftum í Norðurlondum. Ritstjórnin vónar, at bókin Likestilte demokratier fer at elva til orðaskifti og kjak um evnið, og at hon gagnar arbeiðinum hesum til frama eins og politikarum, tænastufólki sum teimum, ið í við fullum huga ganga inn fyri javnstøðu. Bókin er eisini væl egnað sum lærubók í sosial- og samfelagspolitikki, sum uppslagsverk og sum støði undir orðaskifti í kvinnufelagsskapum.
Ofta verða Norðurlond sett fram sum eitt einsháttað øki, eyðkent millum annað av sterku støðuni hjá sosialdemokratum og umfatandi javnstøðu millum kynini. Bókin setir spurnartekin við hesa myndina við at spyrja, hvussu javnsett kvinnur og menn eru í Norðurlondum, og hvussu einsháttað Norðurlond eru.
Bókin lýsir politiskar mobiliseringstilgongdir og almennan vælferðar- og javnstøðupolitikk í Norðurlondum, íroknað Føroyum, Grønlandi og Álandi. Nógv eyðkenni eru Norðurlond í felag um, sum geva grundarlag fyri einum "norðurlendskum modelli". Men tey, sum hava átt ein leiklut í bókini, vísa á, at eisini nógv sereyðkenni eru, og at munirnir millum londini eru fleiri og størri enn vit fyrr hava verið varug við.
Í ritstjórnini hava sitið Christina Bergqvist, sum hevur havt ábyrgdina, Anette Borchorst, Ann-Dorte Christensen, Viveca Ramstedt-Silén, Nina C. Raaum, og Auður Styrkársdóttir. Norðurlendska Ráðharraráðið og Universitetsforlaget geva út.