Sandoyingar tryggjaðu sær uppflytingina

Fótbóltur, 2. deild: B71 vann ein »pliktsigur« á sundalagsmonnum, sum framvegis ikki eru tryggir í 2. deild

B71 tryggjaði sær uppflytingina til 1. deild leygardagin, tá teir vunnu 2-1 á EB/Streymi í einum ikki serliga dramatiskum dysti.

Áðrenn dystin skuldu sandoyingar bert hava eitt stig afturat, so uppflytingin var veruleiki eisini á pappírinum. Veðrið var sera gott á Eiði leygardagin, og fólk hava ivaleyst nýtt høvið til at fáa hoyggið inn, tí tað var ikki serliga nógv fólk og hugdi, hóast tað var oddaliðið, sum vitjaði.

Dysturin var nakrar og 20 minuttir gamal, tá B71 legði seg á odda. Bólturin kom innfyri úr høgru, og Rúni í Soylu setti høvdið undir hann, og so var 1-0.

Men heimaliðið svaraði aftur áðrenn hálvleikssteðgin. Halldór Joensen var seinastur á, og stutt aftaná varð blást til hálvleiks.

B71 hevur havt eina sera góða seinnu helvt, og tað kom ikki óvart á, at teir tóku leiðsluna aftur miðskeiðis í seinna hálvleiki. Teir settu eitt kontraálop í gongd, og bólturin varð stungin fram til Kára Sørensen, sum ikki ivaðist, men langaði til úr 16 metrum. Eitt gott mál, sum skuldi vísa seg at vera sigursmálið.

Sandoyingar vóru so at siga longu fluttir upp, og dysturin móti EB/Streymi, sum liggur tungt í skeiva endanum av stigatalvuni, var eisini merktur av, at B71 næstan var komið upp í 1. deild aftur. Tað eru teir so nú, hóast fleiri av teimum spældu rættiliga illa á Eiði leygardagin.

Men B71 er ein gamal kenningur í 1. deild, har vit øll minnast 1989, tá teir púra ókendir tóku øll á bóli við at fara ósigraðir gjøgnum kappingina og vinna føroyameistaraheitið. Næsta ár eru júst tíggju ár síðani hetta hendi.

Sosialurin ynskir B71 tillukku við uppflytingini.