soleiðis at sigurin ongantíð kom í vanda. Til tíðir var talan um ein væl leiktan dyst, har skipaðar álopskombinatiónir vórðu royndar, og hóast verjurnar við hvørt vórðu í so harðligar, so var hetta ongantíð [...] hesum lunnar undir sigurin, sum gjørdist rættuliga tryggur, tá tað kom til stykkis. Í seinna hálvleiki royndu tær á heimaliðnum at fanga gestirnar aftur, men nærri enn 4 mál komu tær ongantíð, áðrenn Stjørnan [...] yvirhond, soleiðis at nakar ruðulleiki tók seg upp á vøllinum. Tað tænir eisini liðunum báðum til rós, at tey alla tíðina royndu at spæla hondbólt, og sostatt ikki hugsaðu um, hvussu dómarar ella við- og
stórt menniskjansligt arbeiði til frama fyri børnini. Tá ið tað snýr seg um børn við trupulleikum, er tað týdningarmesta at menna tey, soleiðis at tey verða sjálvbjargin. Verða tey bara ansað, verður uppgávan [...] meta tey, sum hava ábyrgdina, at tey kenna alt til trupulleikan DAMP, hóast foreldur halda um, at kunnleikin er lítil og eingin. Fleiri áheitanir eru komnar frá foreldrum um at loyva starvsfólki til Danmarkar [...] Danmark, men eftir at mamman og pápin vórðu skild, flutti hann saman við yngra beiggjanum og mammuni til Føroya. - Eg roknaði við, at tað var best fyri Torleif at koma til Føroya. Hann var eitt krevjandi barn
sum er orsøkin til, at allir missa tilverugrundarlagið so at siga. Men hetta heldur tó ikki fólki frá at skava til sín, sigur Fernando. Støðan er so vónleys hjá teimum flestu, at tey taka kjansin. Hann [...] av inntøkuni til skúlar, sjúkrahúsverk og so framvegis, sigur Fernando. Men verri enn so alt, heldur hann uppá. Tað er ringt at eftirkanna slíkt páhald á Kuba, tí ikki ber til at sleppa til nøkur almenn [...] arbeiðsfólkið, bæði tá tey koma og fara av arbeiðsplássinum. - Hóast revsingin er sera hørð, verður tú avdúkaður, stjala fólk dúgliga, sigur hann. Og tað kostar veruliga, um ein verður tikin fyri eitthvørt óreglusemi
Todi Jónsson skrivaði søgu, tá hann javnaði til 1-1. Men ólukkutíð. Útvarpið hevði gloymt, at sett bandupptakaran frá. Málið var horvið í allar ævir. Hildu tey. Til onkur kom í tankar um Óla. Og rætt var. [...] øllum teimum størstu hendingunum í nýggjari tíð. Tá nýggj skip komu til landið, nýggir bygningar vórðu tiknir í brúk og berghol vórðu skotin ígjøgnum. Hóast alt stendur í snøggari raðfylgju, so eru Ols [...] farin at ganga í hansara fótasporum. -Kanska eri eg upprunin til at onkur annar hevur fingið áhuga fyri at lurta og taka upp. Tey ringja til mín og spyrja eftir hesari og hasari upptøkuni. Eg veit um onkran
einsamallur. Høvuðsorsøkin til at allar tær døpru framrokningarnar vórðu gjørdar til skammar, var kjølfesti føroyinga í gudstrúnni, at fólk løgdu meira fyri og gingu nýggjar leiðir, og at tey flestu av teimum, [...] livir longur enn hvør einstakur okkara, og sum tjóð kunnu vit bæði líta aftur á 1999, á tey 10, tey 100 og enntá tey 1.000 árini, sum vit í kvøld leggja afturum. Tað, sum okkara landsmenn hava stríðst fyri [...] samfelagi. Tað er kærleikin til hesa tjóðina. Og tað er virðingin fyri tí, sum fleiri ættarlið hava skapt á hesum oyggjum. Tað er kenslan av felagsskapi, bæði millum tey livandi og tey, sum undan fóru. Tí mugu
sera stillisliga fyri seg. Tíðindini komu fram í Ítróttarsosialinum, men í donsku pressuni vórðu tey ikki tikin upp á tunguna. Danska pressan man einki hava hoyrt um hetta, tí teir tykjast hava stóran áhuga [...] og øll tey trý feløgini, sum hava føroyskar spælarar í superliguni, hava í vikuni verið umrødd í sambandi við sáttmálar av ymiskum slagi. Í hesi vikuni eru feløgini farin undir fyrireikingarnar til nýggja [...] Jákup Mikkelsen í 1994 kom til Herfølge, var Kenneth Wegner ein av liðfeløgunum. Verjuspælarin, sum var við í landsliðshópinum, tá Danmark í 1992 vann EM í Svøríki, spældi til á heysti í 1996, tá hann burturav
fløgu, ella lata tey honum onkrar fløgur, sum hann kann brenna til sítt egna fløgusavn, og sum seinni kunnu brúkast til at brenna fólki. - Mær dámar betur at fáa fløgur, sum eg kann kopiera til mítt savn. Eg [...] fløgusavn, sigur Petur. - Summi gjalda fyri kopieringina, men tíbetur lata tey flestu onkrar fløgur afturfyri, at eg kopieri tónleik til tey. Tað tekur knappar 20 minuttir hjá Peturi at kopiera eina fløgu, og [...] snildi ber til at vaksa um fløgusavnið fyri ein lítlan part av tí, sum tað kostar at keypa somu fløgur í fløgusølunum. Men tað er ólógligt. Øll vita, at tað fer fram, men eingin vil viðurkenna, at tey gera sær
at áðrenn endalig støða verður tikin til uppsagnina hevur Jákup Mørk fingið freist til 2. februar at koma við sínum viðmerkingum. Aftaná tað verður endalig støða tikin til uppsagnina. Hevur gjørt, sum hann [...] leiðari má eisini hava tað neyðuga hegnið til at samskifta við starvsfólk, álitisfólk, fakfeløg og samstarvsfelagar annars. Tað, sum Helena Dam á Neystabø sipar til, er m.a. hendingin, tá ið Jákup Mørkøre [...] við starvsfólkið og deildaraleiðararnar um sparingarnar, er við til at skapa óneyðugan ampa og ótryggleika og ger fakfeløgini meiri til mótpart enn neyðugt er. Helena Dam á Neystabø sigur, at hin hevur
stundir til seinasta álopið, skundaðu sær inn móti kyndilsverjuni. Úrslitið varð, at teir noyddust at royna eina upstilling til tríggja metra kast, og tá henda miseydnaðist, kundi Hannis fanga bóltin og [...] m ikki var størri enn tey fýra málini. Serliga var tað merkisvert, at Janus Einar skuldi gera somikið nógv um seg. Ikki tí, hann er góður spælari, sum uttan iva hevur evnini til at gerast fremsti stri [...] langaði bóltin í málið til hálvleiksstøðuna 14-10 mundi fagnaðurin ongan enda tikið. Mansverjan riggaði Kyndilsleikararnir tóktust eisini at hanga nakað við høvdinum, tá komið var út til seinna hálvleik. Tað
stigtakarin til útjaðarasamgonguna, Jógvan við Keldu, sum gjørdi sítt til at søkka útjaðarasamgonguna. Jóannes Eidesgaard vísir til, at tá ið løgtingið skuldi atkvøða fyri meiri peningi til Suðuroyar Sjúkrahús [...] Tann nógv umrødda útjaðarasamgongan er longu farin í søguna. Tað var í heyst, at stig vórðu tikin til eitt samstarv ímillum tinglimirnar av bygd, tí hildið var, at tað kundi verið eitt gott tiltak at savna [...] livdi ikki árið út, og nú er hon heilt sovnað burtur. Og fyribils røkist onki fyri, at stig verða tikin til at reisa hana aftur. ?Hendan útjaðarasamgongan kundi verið eitt skilagott tiltak, tí har umrøddu