Ferð komin á fótbóltsmylluna

Feløgini hjá øllum føroyingunum í superliguni eru partar av broytingum í donskum fótbólti

Í jólafrítíðini hevur ikki verið so nógv at hoyrt um fótbóltssøgur í Danmark, men í hesi vikuni er rættulig ferð komin á aftur, og øll tey trý feløgini, sum hava føroyskar spælarar í superliguni, hava í vikuni verið umrødd í sambandi við sáttmálar av ymiskum slagi.

Í hesi vikuni eru feløgini farin undir fyrireikingarnar til nýggja fótbóltsárið, og fyrsta søgan, sum Jákup Mikkelsen og hinir í oddaliðnum í superliguni, Herfølge, hoyrdu í hesi vikuni, var, at nú hevur Kenneth Wegner fingið sekkin sum stjóri í Herfølge.

Tá Jákup Mikkelsen í 1994 kom til Herfølge, var Kenneth Wegner ein av liðfeløgunum. Verjuspælarin, sum var við í landsliðshópinum, tá Danmark í 1992 vann EM í Svøríki, spældi til á heysti í 1996, tá hann burturav fór at røkja stjórastarvið í felagnum.

Stutt fyri jól skrivaði Kenneth Wegner saman við Jákupi Mikkelsen undir sáttmála, sum ber við sær, at føroyski málverjin skal spæla í Herfølge fram til á sumri í 2001. Nú hevur Kenneth Wegner einki at gera í Herfølge. Formaðurin í Herfølge, sum eitur eitt so føroyskt fótbóltsnavn sum Martin Juul, segði mánadagin, at partarnir høvdu gjørt av at skiljast, tí teir vóru ikki samdir um framtíðar politikkin hjá Herfølge, men sambært donsku fjølmiðlunum er søgan tann, at stjórin hevur fingið sekkin.

Í gjár var ikki greitt, hvør nú skal vera stjóri í felagnum, men tað er neyvan at skjóta nógv við síðuna av, um vit gita, at John Faxe Jensen fer at hava ein uppaftur størri leiklut í Herfølge nú, enn hann hevur havt, síðani hann kom til felagið 1. juli í fjør.


Fyritreytirnar at standa seg

Herfølge er í vetrarsteðginum oddalið í bestu donsku deildini, og eisini í jólafrítíðini hevur verið tosað og mett, um teir fara at megna at vinna DM, ella heldur nær teir fara at detta afturum t. d. Brøndby, sum hevur keypt fleiri spælarar úr Noregi og Svøríki, umframt at teir hava fingið svenskan venjara.

Møguleikarnir hjá Jákupi og teimum eru ikki minst treytaðir av, at teir halda uppá fólkið, og at teir ikki fáa nógv leikbann og nógvar skaðar at dragast við.

Fyri jól ljóðaði, at liðformaðurin og álitismaðurin í verjuni, Henrik Lykke, var á veg í eingilskan fótbólt. Bæði Reading og Charlton søgdust hava hug á honum, men í fyrstu atløgu spurdist einki burturúr. Nú sigst, at bæði feløgini framvegis eru áhugað at keypa, og at eisini týska Karlsruhe, sum er í tyngra endanum í næstbestu deildini, hevur víst Herfølge manninum áhuga.

Henrki Lykke er 29 ára gamal. Hann sær høvið sum tað síðsta at koma út um eingjagarðarnar at spæla fótbólt, men hann hevur ikki mist fótafestið:

? Um eingin sáttmáli er skrivaður, tá januar mánaði er liðugur, so verði er í Herfølge, staðfestir hann.


Selja og keypa spælarar

Tá Jákup Mikkelsen í heyst var í Leeds og royndarvandi gekk tað sera stillisliga fyri seg. Tíðindini komu fram í Ítróttarsosialinum, men í donsku pressuni vórðu tey ikki tikin upp á tunguna. Danska pressan man einki hava hoyrt um hetta, tí teir tykjast hava stóran áhuga fyri keyp og sølu, eisini tá talan er um aðrar spælarar enn teir, sum hoyra til á landsliðnum. Um ársskiftið hava teir verið skjótir at siga frá, tá tað hevur ljóðað, at onkur dani hevur royndarvant í lægru deildunum í Onglandi, og í fyrrakvøldið ljóðaði, at Søren Frederiksen, sum í 2. hálvleiki var í álopinum hjá AaB, tá teir spældu vígsludyst á Tórsvølli, skal royndarvenja í Leicester, sum spælir í bestu deildini í Onglandi.

Í hesi vikuni hevur ljóðað, at ein av liðfeløgunum hjá Toda Jónsson í FCK, verjuspælarin Diego Tur, er á veg til Manchester, og harvið kunnu vit staðfesta, at eingilski fótbóltsheimurin framvegis eygleiðir felagið hjá føroyska álopsmanninum.

Tað er kortini ikki stórfelagið Manchester United, men grannarnir hjá teimum í Manchester City, sum sigast hava víst áhuga fyri verjuspælaranum. Seinnu árini hevur tað ikki gingið nakað serligt hjá Manchester City, men nú tykjast teir hava sett kósina aftur hagar, sum teir sjálvir og so mong onnur hava mett, at teir hoyra heima. Manchester City er fremst í næstbestu eingilsku deildini.

Í FCK hildu teir í heyst, at álopið var ikki nóg væl mannað. Todi Jónsson verður nú mettur meiri sum miðvallari enn álopsmaður. Tað verður Thomas Thorninger eisini, og nú vilja teir hava ein at kappast við David Nielsen og Clement Clifford um fremstu plássini. Akkurát nú eru teir í FCK mest forliptir í einum norskum álopsmanni. Hann eitur Harald Brattbakk, sum er 28 ára gamal og er á lønarlistanum í skotska Celtic. Har hevur hann spælt lítið síðstu tíðina, og tí er hann áhugaður í at skifta felag. Umframt FCK eru franska St. Etienne og fyrrverandi felagið hjá honum, norska stórfelagið Rosenborg, áhugað.

Harald Brattbakk, sum var í norska HM hópinum í Fraklandi í 1998, hevur spælt átta landsdystir, og hann hevur skotið trý mál á landsliðnum, har hann hesa síðstu tíðina hevur havt tað torført í kappingini við m. a. Ole Gunnar Solskjær og Tor Andre Flo.

Tað sigst, at Celtic vil í hvussu so er hava seks milliónir danskar krónur fyri norska spælaran, og so fæst at síggja, hvørt av feløgunum, sum kappast um hann, fer longst niður í lønarposan.


Nýggi venjarin

Í gjár skrivaðu vit, at felagið hjá Óla Johannesen, AGF, skal hava nýggjan venjara nú beinanvegin. Upplýsingarnar høvdu vit frá Århus Stiftstidende í fyrradagin. Í gjár vórðu tíðindini alment váttað, men tað hongur eitt sindur øðrvísi saman, enn vit søgdu í gjár. Nýggi venjarin, Ove Christiansen, sum var sera nógv avhildin í Viborg, tekur ikki við starvinum í AGF fyrrenn 1. juli. Peter Rudbæk heldur fram sum venjari í AGF til 30. juni. Tá fer hann úr felagnum, og so er ætlanin, at hann skal taka venjarastarvið í AaB á seg 1. januar komandi ár.

Ove Christiansen er, sum vit søgdu í gjár, venjari, hjá danska U-18 landsliðnum, og hann fer at halda fram í tí starvinum inntil 30. juni.