Jákup Mørkøre sigast úr starvi

Sjálvur sigur Jákup Mørkøre, at hann hevur ikki gjørt annað enn tað, Almanna og heilsumálastýrið hevur biðið hann um og at landsstýrismaðurin hevur verið fult vitandi um tey sparitiltøk, sum ætlanin var at seta í verk.

Nú verður Jákup Mørkøre, leiðari á Landsjúkrahúsinum sagdur upp.

Í einum brævi til Jákup Mørkøre í dag, og sum vit hava fingið innlit í, sigur Helena Dam á Neystabø, at arbeiðslagið hjá honum hesar seinastu dagarnar hevur víst, at hann ikki megnar at stýra og at leiða Landssjúkrahúsið á ein nøktandi hátt og at hann ikki vísir tann neyðuga loyalitetin og lýdni mótvegis politiska myndugleikanum, sum hann arbeiðir undir.

Og soleiðis sum gongdin hevur verið, hevur landsstýrismaðurin ikki álit á, at arbeiðslagið fer at batna.

? Tí hevur landsstýrismaðurin í umbúna at loysa tygum úr starvi, sigur Helena Dam á Neystabø í brævi til Jákup Mørkøre.

Hon leggur afturat, at av einum leiðara á hansara støði, verður kravt, at hann vísir neyðugan loyalitet mótvegis teimum avgerðum, sum politiski mundugleikin tekur.

Men ein leiðari má eisini hava tað neyðuga hegnið til at samskifta við starvsfólk, álitisfólk, fakfeløg og samstarvsfelagar annars.

Tað, sum Helena Dam á Neystabø sipar til, er m.a. hendingin, tá ið Jákup Mørkøre fortaldi fyri Dimmalætting í oktober í fjør, at tað fór at verða neyðugt at siga 40-50 fólkum upp á Landssjúkrahúsinum, uttan at hann visti, hvussu stór játtanin til Landsjúkrahúsið fór at vera.

Og nú boðaði hann aftur frá, at neyðugt fór at verða við 20-27 uppsagnum.

Men hvørki mótvegis deildarleiðarunu, sjúkrahúsráðnum ella landsstýrismanninum sjálvum, kundi hann grundgeva fyri meiri enn 10 uppsagnum.

Og at Jákup Mørkøre gav deildarleiðarum á Landssjúkrahúsinum boð um at seta nøvn á uppsagnirnar, uttan at vísa á, hvussu virksemið skal vera á deildunum framyvir, tekur Helena Dam á neystabø sum eitt dømi um, at hann ikki átekur sær neyðuga leiðsluábyrgd

Helena Dam á Neystabø vísir sigur, at mátin, sum Jákup Mørkøre samskiftar við starvsfólkið og deildaraleiðararnar um sparingarnar, er við til at skapa óneyðugan ampa og ótryggleika og ger fakfeløgini meiri til mótpart enn neyðugt er.

Helena Dam á Neystabø sigur, at hin hevur tvær ferðir heitt á Jákup Mørkøre skrivliga, um at broyta atburð og at vísa loyalitet.

Men framferðin hesar seinastu dagarnar í sambandi við sparingarnar hevur víst, at hann hevur ikki tikið tað til eftirtektar.

Og sum støðan er nú, verður mett, at tað ber ikki til at endurskapa tað álit sum bæði samstarvsfelagar og landsstýrismaðurin mugu hava á leiðaranum fyri Landsjúkrahúsi

Helena Dam á Neystabø sigur, at áðrenn endalig støða verður tikin til uppsagnina hevur Jákup Mørk fingið freist til 2. februar at koma við sínum viðmerkingum.

Aftaná tað verður endalig støða tikin til uppsagnina.


Hevur gjørt, sum hann er biðin

Í skjølum, sum Jákup Mørkøre hevur gjørt í sambandi við uppsagnina, ger hann greitt, at hann hevur ikki gjørt annað enn tað, sum hann er biðin um.

Og hann sigur, at Bæði landstýrismaðurin og Almanna og Heilsumálastýrið annars vórðu fult kunnað um tey stig, sum ætlanin vóru at taka, og bóðu hann halda fram við arbeiðnum.

Sostatt visti Helena Dam á Neystabø av, hvørjar sparingar, ætlanin var at seta í verk.

Tað vil siga, at Almanna og heilsumálastýrið góðtók, at tað var neyðugt at spara tríggjar milliónir í lønum í ár fyri at játtanin kundi halda.

Eitt nú fekk sjúkrahúsleiðarin at vita frá fíggjarstjóranum í almanna og heilsumálastýrinum, at tað helst var neyðugt at boða frá fullari sparing beinanvegin, tvs, at 12 sjúkrasystrar skuldu sigast upp.

Og hann fekk eisini at vita frá aðalstjóranum, at minst tríggjar milliónir í sparingum var í lagi og At Helena Dam á Neystabø var fult kunnað um sparingarnar.

Vit hava nógv meiri um hetta málið í Sosialinum í næstum.