Gott kvøld góðu landsmenn
Nýggjársaftan er fram um onnur kvøld kvøldið, tá høvi er hjá tí einstaka at líta aftur um bak og minnast árið, ið fór.
Hetta kvøldið er eisini eitt gott høvi hjá okkum sum tjóð at líta aftureftir.
Tjóðin livir longur enn hvør einstakur okkara, og sum tjóð kunnu vit bæði líta aftur á 1999, á tey 10, tey 100 og enntá tey 1.000 árini, sum vit í kvøld leggja afturum.
Tað, sum okkara landsmenn hava stríðst fyri alla hesa tíðina er tað, sum okkara samfelag stendur á í dag. Okkara grundarlag er skapt av øllum teimum ættarliðum, sum hava kent hetta landið sum sítt.
Nú vit fara inn í eitt nýtt ártúsund, er hóskandi at spyrja, hvat tað er, sum hevur bygt okkara land, og hvørji virði hava verið grundarlag undir samfelagnum.
Hvør var drívmegin hjá teimum, sum í fjøru fóru og sum taraleyparnar bóru í tíðunum sum fóru?
Hvat fekk Nólsoyar Páll at byggja Royndina Fríðu?
Hvat fekk føroyingar at vakna tjóðskaparliga í farnu øld?
Hvat fekk føroyskar sjómenn at søkja sær fong við fremmandar strendur, og at byggja ein heilan bý í Grønlandi í royndunum at víðka okkara inntøkugrundarlag?
Hvat er tað, sum drívur verkið, tá hálvtannaðhundrað bøkur koma út á føroyskum á hvørjum ári?
Hvat er tað, sum ger, at tey, sum máttu flyta burtur undir kreppuni fyri nøkrum árum síðani, nú leita heim aftur?
Hvat er tað, sum dregur? Og hvat er tað, sum er drívmegin aftan fyri alt tað ósjálvsøkna arbeiði, sum gjørt verður?
Eg hugsi, tað er kenslan av at vera partur av einum livandi samfelagi. Tað er kærleikin til hesa tjóðina. Og tað er virðingin fyri tí, sum fleiri ættarlið hava skapt á hesum oyggjum. Tað er kenslan av felagsskapi, bæði millum tey livandi og tey, sum undan fóru.
Tí mugu vit í øllum, vit gera, hava tann mentanarliga førningin við okkum.
Hvat er tað so vit finna, tá vit hyggja aftur á tey 1000, 100 og 10 árini, sum farin eru?
1000 ár ?
kristindómurin
Fara vit 1.000 ár aftur, koma vit til tíðina, tá kristindómurin fyri fyrstu ferð varð boðaður í Føroyum.
Tann kristna siðalæran vann fram í Føroyum, og tey virði, sum í henni eru, hava líka síðani verið roknað sum tað mest heilaga hjá okkara fólki.
Tað ber neyvan til at yvirmeta tann týdning, gudstrúgvin hevur havt fyri tey, sum gjøgnum øldirnar hava búð í Føroyum.
Í tí harða og mangan troystarleysa stríði og strevi sum kravdist av teimum, var tørvur á nøkrum, sum rakk upp um gerandisdagin.
Tá sjúkur og vanlukkur raktu, var tørvur á eini vón, sum rakk út um deyðan.
Hetta funnu okkara forfedrar í gudstrúnni. Hon gav teimum dirvi og árræði til tað dagliga stríðið, og hon gav teimum troyst, tá mótburður var.
Tað var eisini gudstrúgvin, sum eggjaði teimum til at seta felagsskapin hægst. At gleðast í felag, og at bera sorg og byrðar í felag.
Eins og í øldunum sum fóru, er henda trúgv í dag virðismikil ogn hjá føroyingum og ein avgerandi styrki í okkara samfelag.
100 ár ?
tjóðskaparstríðið
Fara vit 100 ár aftur, koma vit til tíðina, tá tjóðskaparstríðið tók dik á seg.
Hetta stríð setti dám á allan tann fyrra partin av teirri øldini, sum endar í kvøld.
Tjóðskaparrørslan kyknaði í eini tíð við stórum samfelagsligum broytingum, sum høvdu við sær mentanarligt ráðaloysi og miðloysi. Ivi og ósemja var um, hvørja leið tjóðin skuldi halda, og mong kendu á sær, at tann serføroyski felagsskapurin var hóttur.
Spurningurin var tá, sum hann so mangan hevur verið síðani, um fólk skuldu laga seg eftir umstøðunum, ella tey skuldu ganga sínar egnu leiðir og skapa sínar egnu karmar.
Tað var hetta seinna, tjóðskaparrørslan vildi. Har funnu menn og kvinnur saman og settu sær stór mál. So stór, at mong hildu tey vera vitleys.
Og vitleyst mundi tað eisini tykjast, tá tey settu sær fyri at lyfta føroyskt upp til høvuðsmál í Føroyum. Tá vóru færri enn 20.000 fólk, ið tosaðu málið. Fá dugdu at skriva tað, og bløð og bøkur funnust ikki á føroyskum. Harafturat átti málið hvørki innivist í kirkju ella skúla.
Uppgávan var stór og krevjandi, og tað hevði verið munin lættari at lútað og givið seg undir.
Men tað gjørdu okkara forfedrar ikki. Teir tóku vinnulig, politisk og mentanarlig stórtøk og tað eydnaðist teimum at draga landið langt fram á sjálvbjargnisleið.
Í dag ivast eingin í, at okkara mál kann brúkast í øllum viðurskiftum. Eingin ivast heldur í, at vit eru ein sjálvstøðug tjóð við okkara egnu eginleikum og okkara egnu eyðkennum.
Vóru teir gomlu ikki farnir undir hetta stríð, høvdu vit ikki staðið á egnum mentanarligum grundarlagi í dag. Okkara samfelag er eitt úrslit av teirra hugsjónum og teirra árræði.
10 ár ? kreppan
Fara vit 10 ár aftur, koma vit til tíðina, tá tann ringasta kreppan í nýggjari tíð var farin at merkjast.
Eg skal ikki siga so nógv um hetta, men heldur hyggja at tí undrunarverda, sum er hent síðani. Hetta at vit, hóast sviðin frá kreppuni situr í okkum enn, longu eru um at koma uppundan aftur.
Allar vísindaligar framrokningar, sum vórðu gjørdar tá ringast stóð til, vístu, at tað fór at taka fleiri ártíggju áðrenn vit fóru at fóta okkum aftur. Og tað var ikki so løgið. Samfelagið var kódnað, og ein partur av tí vinnuføra fólkinum var fluttur.
Politiskt vóru tikin illa umtókt, men neyðug stig til at fáa samfelagið aftur á beint, og politikarar hava lært nógv av teimum mistøkum, sum førdu okkum í óføri. Vit eru vorðin meira ansin við pengunum, tað politiska ábyrgdarbýtið er vorðið greiðari, og áherðsla er løgd á, at avgerð og ábyrgd fylgjast.
Men tað vóru ikki bert politisk og búskaparlig tiltøk, sum bastu kreppuni. Tann góði fiskiskapurin gjørdi tað heldur ikki einsamallur.
Høvuðsorsøkin til at allar tær døpru framrokningarnar vórðu gjørdar til skammar, var kjølfesti føroyinga í gudstrúnni, at fólk løgdu meira fyri og gingu nýggjar leiðir, og at tey flestu av teimum, sum máttu flyta, komu aftur so skjótt, tað bar teimum til.
Okkara samfelag er livandi, og har lív er, er altíð gróður. At kreppan bert vardi í fá ár, vísir betur enn nakað, at eitt samfelag við livandi menniskjum ikki bara kann setast upp í tølum og strikumyndum í teldunum hjá væl lærdum frøðingum.
Strikumyndirnar kundu einki siga um, at vit kenna hetta landið sum okkara heim.
Og so leingi sum tann hugburðurin er ráðandi, verða Føroyar ongantíð eitt roknistykki, sum ikki gongur upp.
Nútíðin og framtíðin
Venda vit okkum nú til okkara tíð og líta frameftir, so er greitt, at eisini hjá okkara ættarliði eru stórar avbjóðingar, sum vit antin kunnu taka, ella snúgva okkum undan.
Vit mugu staðfesta, at hóast væl er komið á leið, so stendur tað sjálvbjargnisstríð, sum farið varð undir fyri 100 árum síðani, framvegis í hálvum gekki.
Vit liva framvegis av veitingum frá aðrari tjóð. Vit hava framvegis ikki fingið evsta vald í okkara egna landi. Og har merkini veittra úti í heimi, er okkara framvegis ikki at síggja.
Tí eru flestu flokkar á løgtingi samdir um at fáa ein nýggjan sáttmála millum Føroyar og Danmark, sum skal avloysa heimastýrisskipanina. Sáttmálin skal verða altjóðarættarligur og skal áseta, at Føroyar og Danmark eru javnbjóðis sáttmálapartar.
Hetta fer bæði at tryggja okkum, at tað søguliga samstarvið við Danmark heldur fram, og at vit fáa fulla ábyrgd av øllum okkara viðurskiftum.
Tað fer eisini at geva okkum møguleikan at vera við í altjóðasamfelagnum sum sjálvstøðugt land og taka okkara part av ábyrgdini.
Víst eru vit bæði fá og smá, men tað merkir ikki, at vit ikki skulu telja við. Vit eiga at geva okkara lítla íkast til, at heimurin verður friðarligur, góður og litríkur.
Fortreytirnar til tess at taka hetta stóra stigið hava ongantíð verið so góðar, sum tær eru nú. Mentanarliga eru vit vorðin ein sterk eind, okkara fólk er væl útbúgvið, og vit hava í fleiri ár havt stór yvirskot í landshúsarhaldinum.
Og eitt er púra greitt: seta vit okkum ikki sjálvbjargni sum greitt mál, sum vit miðvíst arbeiða fram ímóti, so fer tað heldur ikki at eydnast okkum at standa á egnum beinum. Tað verður eingin annar, ið reisir okkum upp at standa.
Samanhaldið
Stundum verður spurt, um tað er rætt at seta sær so stór mál. Um vit ikki heldur eiga at steðga á, og sættast við tað, sum vit hava.
Men her eiga vit at minnast til, at tað, sum vit virðismeta mest í dag, er tað sum hugsjónarfólkini stríddust fyri í øldini, sum nú endar. Í fyrstani var mótstøða, men tá vunnið var á mál, fegnaðist øll tjóðin um úrslitini.
Ein hugsjón var at vinna málinum fullar sømdir. Aðrar vóru at fáa egnar myndugleikar. At fáa verandi fiskimark. At fáa ræði á undirgrundini. Og tað er so nógv annað, sum vit í dag síggja sum sjálvsøgd rættindi, men sum í veruleikanum er úrslit av longum stríði.
Vit eiga at vera takksom fyri, at tey, sum undan fóru, ikki hopaðu undan avbjóðingunum, men tóku við teimum. Og vit eiga at vísa teimum ta virðing, at vit gera tað sama. At vit nú taka fulla ábyrgd av landinum er eitt natúrligt framhald av teirri menning, sum verið hevur í samfelagnum.
Vit eiga eisini at minnast til, at royna vit ikki at skapa okkara egnu umstøður, so verða tað umstøðurnar, sum skapa okkum. Tá lata vit onnur avgera, hvør okkara lagna verður.
Tað er bara við at ganga egnar leiðir, at vit kunnu skapa okkara egna.
Tá vit virka fyri okkara hugsjónum, liva vit í samljóði við tað, sum brennur okkum í brósti. Tá liva vit sum virðilig menniskju, og tað er í sjálvum sær ein stórur partur av málinum.
Søgan sigur okkum eisini, at er tað nakað, sum samansjóðar okkum føroyingar og styrkir okkara samfelag, so er tað, at vit seta okkum felags mál, og saman virka fyri at náa teimum.
Viðhvørt eydnaðist tað hjá teimum gomlu at gera hugsjónirnar til veruleika; viðhvørt eydnaðist tað ikki. Men tá teir funnu saman at virka fyri teimum, høvdu teir longu nátt tí størsta av øllum. Tí samanhaldið gav teimum felagsskapin, stoltleikan og trúnna uppá seg sjálvar. Tað gjørdi samfelagið stórt í virði, hóast tað var lítið í vavi.
Hetta eiga vit altíð at hava í huga. Og hóast vit ikki finna saman um eitt nú tey politisku málini, latið okkum so kortini eisini í øldini, sum kemur, standa saman um at virða tað land, tað samfelag og ta mentan, sum vit hava arvað.
Tá verður tað, sum Rasmus Effersøe yrkti móti endanum av farnu øld:
Fámenta fólk!
Fylkist tú øksl móti akslum,
tá gerst tær stálkynt í jakslum -
sameinda fólk!
Nú vit lata dyrnar aftur til 20. øld og fara inn í eitt nýtt ártúsund, fari eg vegna Føroya Landsstýri at takka fyri tíðina, sum er farin, og ynskja Guds signing yvir okkara land og fólk í tíðini, sum kemur.
Eg fari eisini at lýsa okkara samkenslu við tykkum, sum mist hava í árinum, sum fór.
Tá vit í kvøld ynskja gott nýggjár, er tað serliga tykkum, vit hava í huganum.
Gott nýggjár.









