Lætt og ólógligt

ÓLÓGLIG KOPIERING. ? Tað er eingin meining í at keypa sær eina fløgu, tá tú kanst kopiera tær hana, sigur 22 ára gamli Petur, sum kopierar tónleik fyri fólk - ólógliga

Eyðun Klakstein


Ungfólk vilja hava hendur á nýggjasta tónleikinum, men tey vilja helst sleppa undan at gjalda tann prísin, sum ein fløga kostar í fløgusølunum.

Tí er náptøka - piratkopiering - púra vanlig í dag. Nýggj tøkni ger tað lætt at kopiera tónleik, uttan at tónarnir missa góðsku undir kopieringini.

Og við hesum snildi ber til at vaksa um fløgusavnið fyri ein lítlan part av tí, sum tað kostar at keypa somu fløgur í fløgusølunum.

Men tað er ólógligt.

Øll vita, at tað fer fram, men eingin vil viðurkenna, at tey gera sær dælt av tí, og enn hevur eingin rættliga avdúking verið av ólógligari kopiering í Føroyum.

Í Danmark hava plátufeløgini, sum ræðast útbreiðsluna av ólógligu kopieringini, júst skipað fyri eini umfatandi herferð, og fleiri fólk eru avdúkað og revsað - onkur fekk bót omanfyri hálva millión krónur.

Føroyskir náptakarar gera lítið um seg, men teir eru har. Nógv ungfólk vita, hvar tey kunnu fáa piratkopieraðan tónleik, og trupulleikin er størri, enn mong gera sær fær um.


Spara við at kopiera

22 ára gamli Petur er ein vanligur ungur føroyingur. Hann roykir, drekkur kaffi, hyggur eftir fótbólti, lurtar eftir tónleiki, zappar, chattar og gongur á diskotek.

Men hann er eisini ein av teimum, sum kopierar tónleik - ólógliga.

Hann kopierar fløgur til sín sjálvan og fyri fólk. Og antin fær hann pengar afturfyri, ella kopierar hann onkra fløgu hjá sínum kundum til sítt egna fløgusavn.

- Eg keypti mær ein fløgubrennara tíðliga í 1998, og síðani tá hevur hann verið nógv brúktur. Eg havi kopiera fyri fólk, og eg havi eisini kopiera til mín sjálvan. Fløgusavnið hjá mær er vaksið við meira enn 200 fløgum síðani tá, og ein fittan part av teimum havi eg kopierað mær, sigur Petur.

Um nú einar 160 av teimum 200 fløgunum eru piratkopieraðar svarar tað til umleið 25.000 krónur, sum fløgusølurnar hava mist.

- Eg keypti mær ein fløgubrennara, tí eg vildi hava tónleik bíligari. Ein tóm fløga kostar eini 20 krónur, so tað eru nógvir pengar at spara við at kopiera sær fløgur, sum tað kostar eini 150 krónur at keypa. Tað er eingin meining í at keypa sær eina fløgu, tá tú kanst kopiera tær hana.

Tað var skjótt at fólk frættu um, at Petur hevði fingið sær ein fløgubrennara, og rættiliga skjótt komu fyrstu fyrispurningarnir um at kopiera tónleik fyri fólk.

- At byrja við var eg ikki hugaður fyri tí, sjálvt um nógv spurdu meg, um eg kundi kopiera onkra fløgu fyri tey. Men sum tíðin leið, fór eg at siga ja, og síðani tá havi eg kopiera nógvan tónleik fyri fólk, sigur Petur.

- Fyrst vóru tað vinfólk og kenningar, sum eg kopieraði tónleik til, men eftir eina tíð kopieraði eg eisini fyri fólk, sum eg ikki kendi serliga væl, men sum vistu um, at eg kopieraði tónleik fyri fólk.


Gjalda fyri kopiering

Tað eru tveir hættir at gjalda fyri piratkopiering hjá Peturi. Antin gjalda fólk honum 100 krónur fyri eina fløgu, ella lata tey honum onkrar fløgur, sum hann kann brenna til sítt egna fløgusavn, og sum seinni kunnu brúkast til at brenna fólki.

- Mær dámar betur at fáa fløgur, sum eg kann kopiera til mítt savn. Eg leggi ikki so nógv í at fáa pengar afturfyri, eg vil heldur hava eitt stórt og gott fløgusavn, sigur Petur.

- Summi gjalda fyri kopieringina, men tíbetur lata tey flestu onkrar fløgur afturfyri, at eg kopieri tónleik til tey.

Tað tekur knappar 20 minuttir hjá Peturi at kopiera eina fløgu, og tað mesta hann hevur kopierað ein dag eru 14 fløgur. Á eini fløgu kunnu verða 650 megabyte, og tað svarar til 74 minuttir við tónleiki. Vanligt vil at tað siga, at á eini fløgu kunnu í mesta lagi 15-16 sangir verða.

- Í summar brendi eg nógvar fløgur. Í heyst var eitt sindur friðarligt, men undan jólum kom rættilig ferð á aftur - tá var nógv at gera, greiður Petur frá.

- Eg skilji væl tey, sum vilja hava tónleik kopieraðan, tí tað eru nógvir pengar at spara. Ein fløga hevur sum so ein rímuligan prís, men tað kostar nógv, um tú skalt hava nógvar fløgur, og tá er kopieringin ein góð hjálp.


Útlendskur tónleikur

Tað eru serliga ungfólk, sum eru áhugað í at fáa piratkopi av fløgum, og tað hevur við sær, at tann tónleikur, sum er mest umbiðin hjá teimum, sum kopiera tónleik, er modernaður útlendskur popptónleikur.

- Nógv biða um at fáa eina fløgu við øllum tí nýggja tónleikinum, sum er frammi í tíðini. Og so geri eg mínar egnu savnsfløgur. Onnur hava eisini brúk fyri einari heilari fløgu av einum ella øðrum bólki, og tað er skjótari at avgreiða, greiður Petur frá.

Hygg eftir hitlistunum í Europa, og teir eru best boðið upp á, hvør tónleikur er mest umbiðin, men tað kemur eisini meira enn so fyri, at eldri sangir, hitt frá farnari tíð, verða umbiðin hjá Peturi.

- Tá eg ikki sjálvur havi sangirnar, sum eg skal brúka, so ber tað altíð til at finna tónleikin á internetinum. Eg taki sangirnar inn á telduna hjá mær, og so er tað eitt eygablikk at leggja teir á eina fløgu.

- Allur tónleikur, sum er á finna á hitlistunum, finnist eisini sum MP3 á internetinum, og tað er lætt at sleppa fram at hesum sangum.

Sjálvur ger Petur sær eisini dælt av kopieringini. Hann plagar at gera sær sínar egnu savnsfløgur við tí tónleikinum, hann hevur hug at lurta eftir, og so er tað ómaksleyst at leggja eina fløgu á og hoyra fjølbroyttan tónleik uttan at skifta fløgu.

- Eg havi hóming av, at tað fer nógv piratkopiering fram millum ungfólk. Tað eru nógv, sum hava útgerð til at kopiera fløgur, og tað er serliga tann útlendski popptónleikurin, sum fólk kopiera.


Fjala piratfløgurnar

Náptøka av tónleiki kann sammetast við stuldur og kann hava harða revsing við sær.

Danska felagið hjá plátufeløgum, IFPI, hevði undan jólum eina harðrenda herferð móti teimum, sum piratkopiera tónleik. Lýsingar vóru hvønn dag at síggja á reklamurásunum, og kring um í Danmark leitaðu fólk hjá IFPI eftir teimum, sum kopiera tónleik ólógliga. Og teir funnu nógv slík.

Í Føroyum hevur eingin líknandi herferð verið, hóast tey sum geva út og selja tónleik vita, at piratkopiering er eins vanlig í Føroyum, sum hon er aðrastaðni.

Teir útgevararnir, sum Sosialurin hevur tosað við, hava ongar ætlanir um at leggja til brots fyri at fanga tey, sum kopiera tónleik.

Men tað slepst ikki undan, at piratkopiering er ólóglig.

- Eg havi ikki hugsað so nógv um tað ólógliga í at kopiera fløgur, tí eg veit, at tað er púra vanligt, at fólk kopiera fløgur. Men eftir at allar hasar lýsingarnar vóru at síggja á TV3, fór eg at hugsa eitt sindur meira um tað.

- Eg ætli mær ikki at gevast við at kopiera fløgur - als ikki. Og eg skal nokk klára at snúgva mær undan, um onkur kemur eftir mær, men eg havi hugsað um at goymt piratkopieraðu fløgurnar burtur, so tær ikki liggja frammi, um nú onkur skuldi komið á gátt fyri at kanna, um eg kopieri tónleik, sigur Petur.

- Eg vil helst ikki verða fangaður, tí tað kann ivaleyst hava stóra bót við sær. Men sjálvt um ein ella tveir piratar verða steðgaðir, so ber tað als ikki til at koma kopieringini til lívs - hon er ov útbreidd, sigur Petur.

Og meðan somu feløgini, sum framleiða fløgubrennararnar, stríðast ímóti piratunum, gerast fløgubrennararnir alsamt betri og bíligari.

Og ólógliga kopieringin - hon gerst meira vanlig.



Navnið á naptakaranum er broytt, tí hann ynskti at verða ónevndur í greinini




Piratkopiering


Mest vanliga piratkopieringin av tónleiki fer fram á teldu. Náptakararnir kopiera tónleikin á fløgur við fløgubrennara, sum fáast til keyps fyri fáar túsund krónur.


Upprunaligi tónleikurin verður tikin av fløgum ella funnin á internetinum.


Tá tónleikur verður kopieraður millum fløgur, missir hann ikki góðsku, og tí er talan um ein nýggjan orginal. Tað er hetta, sum plátufeløgini ræðast, og sum ger, at digital kopiering er ólóglig.