Fólk yvirliva av stuldri

Stuldur frá arbeiðsgevaranum er dagligur kostur á kubanskum verksmiðjum. Tí tað ber heilt einfalt ikki til at yvirliva við erligum arbeiði, sigur verksmiðjuarbeiðarin Fernando Fernándes í Havana, sum opið viðgongur, at hann stjelur partar av tí, familjan livir av

Edvard Joensen


Eini mánaðarløn upp á umleið 135,- danskar krónur kunnu fýra fólk ikki liva av. Men slíkar eru treytirnar, ein vanligur kubanskur verksmiðjuarbeiðari livir undir.

Tí verður dúgliga stolið á flest øllum kubanskum arbeiðsplássum.

- Av teirri einføldu orsøk, at lønin er so lág, at ikki ber til at forsyrgja eini familju við henni, greiðir verksmiðurarbeiðarin Fernando Fernándes frá. Hann stjelur sjálvur ein stóran part av tí, familjan skal liva av, sigur hann.

Tó fær hann, umframt lønina í kubanskum pesos, eisini nakrar pakkar av fiskakøku, eitt sindur av shampoo og tannpasta, 10 blikk av ymsum fiskakonserves, eitt kg. av høgguslokki og 10 rækjur aftrat lønini triðja hvønn mánaða.

Fernando býr saman við konuni og tveimum børnum í eini íbúð í einum av tyngru býarpørtunum í Havana.

Tey hava eina lítla íbúð í veghædd, og bæði hurðar og vindeygu er gyrd við tjúkkum jarnrimum, so alt líkist einum fongsli.

Ein hundur goyr innanfyri, tá vit stíga út úr hýruvogninum, og tulkurin rópar inn um rimarnar og spyr, um nakar er inni.

Jú, ein umleið 10 ára gomul smágenta kemur út til rimaportrið, sum er stongt við ketu og hongilási. Í middagshitanum stendur sjálv úthurðin tó opin.

Hon letur upp og býður okkum inn. Vit fara inn í eitt rúm, har ein ottoman og eitt sjónvarpstól eru inni umframt tveir stólar og eitt lítið borð. Hetta er helst frægasta rúmið í húsinum. Vit síggja einki annað, men hoyra ein mann siga eitthvørt heldur illsliga við hundin. Umsett til føroyskt hevði tað ljóðað nakað soleiðis:

- Halt kjaft hundur!

Tað varð í hvussu er úrslitið. Hundurin steintagdi restina av tíðini, vit vóru inni.

Stjala av berari neyð

Maðurin kemur inn til okkara, og vit heilsast. Hann er 34 ára gamal, sigur tulkurin mær, men hann sær væl eldri út.

Hann sær beinanvegin, at hesin bleiki europearin sveittar heldur illa í øllum hesum hitanum, og hann biður dóttrina koma við eini elektriskari viftu, sum verður sett á sjónvarpið. Og tað var rættiliga svalandi.

Tað er einki uttanumtos, tá Fernando fer at greiða frá. Hann er so opinskáraður, at tulkurin aftan á segði mær, at hann øtaðist við, at Fernando tordi at sita soleiðis og siga fremmandafólki frá, hvussu hann at kalla livdi av stuldri.

- Stuldurin er rættiliga umfatandi á kubansku arbeiðsplássunum, sigur Fernando. Og tað hóast leiðslurnar gera nógv fyri at kanna arbeiðsfólkið, bæði tá tey koma og fara av arbeiðsplássinum.

- Hóast revsingin er sera hørð, verður tú avdúkaður, stjala fólk dúgliga, sigur hann.

Og tað kostar veruliga, um ein verður tikin fyri eitthvørt óreglusemi á einum kubanskum arbeiðsplássi.

Fernando greiðir frá, at fólk arbeiða undir umstøðum, sum liggja tætt at mannarættindabrotum. Í Føroyum høvdu vit ivaleyst hildið, at langt síðan varð farið um tað markið, sum definerar mannarættindi.

Tað er soleiðis, at arbeitt verður í sjakki, og allir í sjakkinum verða løntir eftir, hvussu samlaða mánaðarliga úrtøkan er. Men Guð náði og troysti tann, sum ger nakað, sum leiðsluni ikki dámar.

Er tað so, at onkur verður avdúkaður fyri at gera okkurt óregluligt, missir alt sjakkið helvtina av mánaðarlønini umframt teir síðuvinningarnar, sum triðja hvønn mánaða verða býttir út.

Tað ger sjálvandi, at bólkatrýstið er øgiligt. Eingin vil verða tann, sum er orsøkin til, at allir missa tilverugrundarlagið so at siga.

Men hetta heldur tó ikki fólki frá at skava til sín, sigur Fernando. Støðan er so vónleys hjá teimum flestu, at tey taka kjansin.

Hann reisir seg og fer út úr stovuni, men er skjótur aftur við einum posa í hondini. Upp úr posanum tekur hann einar øgiliga stórar cowboybuksur, einar súkklubuksur og eina rullu av breiðum, brúnum klistribandi.

- Hetta havi eg gjørt íløgu í, greiðir Fernando frá. Hetta kostaði mær eina mánaðarløn, men eg brúki tað, tá eg skal taka mær okkurt við heim av verksmiðjuni.

Fyrst klistrar hann tað, hann tekur, inn at kroppinum. Vanliga innanlærs. So fer hann í súkklubuksurnar og síðan tær víðu cowboybuksurnar uttaná. Tá sæst ikki so væl, hvussu tjúkk lørini eru vorðin, sigur hann.

- Men eg vildi nógv heldur fingið eina ordiliga løn fyri tað, eg geri. Fekk eg eina løn, tað bar til at liva av, hevði eg ikki gjørt hetta her, sigur Fernando.

Gomul útgerð

Fernando arbeiðir á einum virki, sum ger lidnar rættir. Fiskaburgarar, rækjur í portiónum, og viðhvørt verður lagt um til at friturukóka høsnarungar. Høvuðsdenturin verður tó lagdur á fiskavørur, og virkið verður roknað sum eitt fiskavirki, sigur Fernando.

Fyrr kom rávøran vanliga frá kubanska fiskiflotanum. Men nú er so lítið eftir av hesum flota, at neyðugt er við innfluttari rávøru.

- Í løtuni hava vit ein sáttmála við Columbia, haðani vit innflyta rávøru, sum vit viðgera og flyta út aftur sum lidnar døgurðarættir, greiðir Fernando frá.

Hann sigur, at hann arbeiðir á náttarvakt. Teir eru tríggir, sum arbeiða saman frá klokkan 23 til 06 á morgni. Fimm nætur um vikuna. Og tá vaktin er endað, skulu maskinurnar reinsast. Tað skulu teir tríggir eisini gera.

Tað eru vánalig viðurskifti, teir arbeiða undir, sigur Fernando. Maskinurnar eru gamlar og illa viðlíkahildnar.

Í grundini skuldu tær havt verið skiftar út fyri fleiri árum síðan. Men tað eru pengarnir ikki til. Úrslitið er millum annað, at verksmiðjan mátti lata aftur einaferð í vár, tí alt steðgaði upp. Tá vórðu - av berari neyð - nakrar fáa ábøtur gjørdar, sum skuldu verðið gjørdar fyri fleiri árum síðan, greiðir Fernando frá.

Sum dømi um, hvussu ringum standi alt er í, sigur Fernando, at nakrir spaniólar vóru og hugdu at verksmiðjuni fyri stuttum. Teir ætlaðu at gera nakrar íløgur, men kúvendu, tá teir komu inn í framleiðsluhøllina og sóu standin. Síðan er hvørki frætt orð ella eiður frá teimum. Og Fernando hevur einki frætt um, at nakar annar stendur klárur við pengum, at seta í kubansku vinnuna.

- Tað er vandamikið at arbeiða við slíkum maskinum, sigur Fernando. Tær flestu eru umleið 20 ára gamlar og langt frá tí støði, sum er aðrastaðni.

Kortini eru tey sloppin sjáldsama væl frá álvarsligum arbeiðsvanlukkum, sigur Fernando. Ein fingur reyk nú ein dagin, greiðir hann frá. Men maðurin er longu aftur við somu maskinu, sigur hann.

Og Fernando sjálvur er ikki bangin fyri at arbeiða við síni gomlu maskinu. Hann sigur, at hann hevur havt vandamikil arbeiði fyrr, og heldur, at hann dugir at fara við maskinuni, hann nú passar.


Onkur vinnur pening

Hóast Fernando ikki dugir at siga nágreiniliga, hvussu stórur umsetningurin á virkinum er, vil hann vera við, at eitt einasta tons av lidnari, útfluttari vøru klárar at rinda alla arbeiðslønina til arbeiðsfólkið.

Restin fer til virkisleiðsluna, sum fær ein part, meðan »onkur annar« fer við tí sóra partinum.

Og »onkur annar«, leggur hann aftrat, er stjórnin. Hann tekur um høkuna og strýkur hondini gjøgnum luftina, sum streyk hann sær um skeggið. Ein sera beinleiðis ábending til Fidel Castro.

Og tað er vanligt mannatos á Kuba, at Fidel Castro persónliga er millum teir 100 ríkastu persónarnar í Amerika yvirhøvur. Í felag við monnum sum RockeFeller og Bill Gates.

- Sjálvandi fer nakað av inntøkuni til skúlar, sjúkrahúsverk og so framvegis, sigur Fernando. Men verri enn so alt, heldur hann uppá.

Tað er ringt at eftirkanna slíkt páhald á Kuba, tí ikki ber til at sleppa til nøkur almenn hagtøl.

Fernando greiðir frá, at arbeiðsfólkið fær at eta á arbeiðsplássinum. Og tað er sera bíligt, sigur hann.

- Men tað er einki serliga góður matur, vit fáa, vil hann vera við.

Tað, sum fólk annars skulu liva av, fáa tey á skamtanarkorti. Skamtaðu vørurnar skulu keypast í almennu handlunum fyri kubanskar pesos. Hevur tú hinvegin dollarar ber til at fara í sonevndu dollara-forrætningarnar og keypa tað, tú hevur hug til. Har fæst at kalla hvat sum helst. Men tað er fyri europeiskar prísir, og tað hevur vanligt fólk ikki ráð til.

Skamtaðu vørurnar eru ofta ringar at fáa hendur á, tí trot er á at kalla øllum.

Fernando rópar á dóttrina, og hon kemur inn í stovuna við einum konservesblikki. Ein makrelur er avmyndaður uttan á blikkinum. Eitt blikk av somu stødd, sum frensurin heima í Føroyum fær einar tríggjar ferðir dagliga.

- Trý slík blikk er mánaðarliga skamtanin av fiskavørum hjá eini kubanskari familju við fýra fólkum, greiðir Fernando frá.

- Jú. Vit eru eitt fátækt fólk, og vit kunnu akkurát tað sama viðganga tað, sigur Fernando Fernándes.


Eftir ynski og fyri ikki at koma keldum okkara í trupulleikar heima á Kuba, eru øll nøvn í greinini broytt. Blaðmaðurin kennir tó samleikan hjá persónunum og kann vátta rættleikan í greinini.