Stjørnan aftur á beint

Hondbóltur: Í einum til tíðir væl leiktum dysti, eydnaðist tað Stjørnuni at seta Neistan upp á pláss, og harvið vísa, at avrikið seinasta vikuskfti má metast at vera eitt einstakt fyribrigdi

Neistin ? Stjørnan

26-33 (12-17)


Seinasta vikuskifti varð Stjørnan avbukað á heimavølli, og tískil vóru fleiri kanska farin at ivast í , hvussu sterkt Stjørnuliðið í veruleikanum varð.

Samstundis hevur Neistin rættuliga fingið vind í seglini seinastu dystirnar, so fleiri vóru tey, sum væntaðu at talan kundi fara at gerast um eina rættuliga spennandi uppgerð, tá liðini bæði skuldu royna seg sunnudagin.


Javnt og tó

Fyrri parturin av fyrra hálvleiki gekk eisini rættuliga javnt á, men seinastu 10 minuttirnar gjørdu Klaksvíksgenturnar eitt rættuligt hál, og løgdu við hesum lunnar undir sigurin, sum gjørdist rættuliga tryggur, tá tað kom til stykkis.

Í seinna hálvleiki royndu tær á heimaliðnum at fanga gestirnar aftur, men nærri enn 4 mál komu tær ongantíð, áðrenn Stjørnan at enda gjørdi enn eitt hál, soleiðis at sigurin ongantíð kom í vanda.

Til tíðir var talan um ein væl leiktan dyst, har skipaðar álopskombinatiónir vórðu royndar, og hóast verjurnar við hvørt vórðu í so harðligar, so var hetta ongantíð nakað, sum tók yvirhond, soleiðis at nakar ruðulleiki tók seg upp á vøllinum.

Tað tænir eisini liðunum báðum til rós, at tey alla tíðina royndu at spæla hondbólt, og sostatt ikki hugsaðu um, hvussu dómarar ella við- og mótleikarar skikkaðu sær. Seinastu tíðina hava tíverri verið alt ov nógv dømi um tað øvugta, so í so máta varð dysturin sunnudagin eitt positivt undantak.


Fleiri streingir

Sum nevnt, so megnaði neistaliðið til tíðir at fylgja heilt væl við gestunum, men enn væntar nakað, áðrenn tær kunnu vænta at taka stig frá sterkur Klaksvíksgentunum.

Orsøkirnar til hetta eru fleiri. Fyrst og fremst tykist venjingarstøðan hjá Klaksvíksgentunum at vera nógv betri. Hetta kom týðuliga til sjóndar móti endanum av báðum hálvleikunum, tá neistaliðið mest av øllum vildi hava ferðina á spælinum niður. Hetta eydnaðist eisini partvíst, tí teirra egna spæl gekk nú nógv róligari fyri seg, men hinvegin, so setti klaksvíksgenturnar bara ferðina upp, og fleiri ferðir fóru tær við stórari ferð í mótálop, uttan at tær á heimaliðnum megnaðu at fylgja við.

Eisini tykist tekniska støði hjá Klaksvíkingunum at vera væl høgri enn hjá neistaliðnum, og tískil hava tær eisini lættari við at spæla mótstøðuverjuna tunna.

At enda skal eisini nevnast, at klaksvíksgenturnar hava nógv fleiri streingir at spæla upp á enn tær á heimaliðnum. Ofta hava serliga tær báðar útlendsku, Andryana og Vesna, verið tiknar fram um, men sunnudagin prógvaðu fleiri av hinum leikarunum, at tað so sanniliga er dugur í teimum.

Meðan Andryana so at siga einki fekk burtur úr úti á høgra veingi, og endaði við at sita uttan fyri allan seinna hálvleik, megnaði Anna Kristina Samson í hinum borðinum ferð eftir ferð at smoyggja sær inn um verjuna og senda bóltin í málið.

Mitt fyri leikti sum vanligt Vesna, og hóast hon fekk rættuliga nógv burtur úr sínum royndum, so var tað fyrst og fremst Simonu, sum tú legði merkis til henda dagin. Ferð eftir ferð leyp hon upp og royndi seg, og tað vóru ikki hissini skot, sum hon lat fara úr hondum. Sum ein kanónkúla varð bólturin sendur í málið, uttan at málverjanir á heimaliðnum høvdu nakran sum helst møguleika at bjarga.

Verður so lagt afturat, at Annika Ljósstein henda dagin var uttanfyri stóran part av tíðini, vegna eins stoyt, sum hon fekk í hondina, umframt at Sólvá Eystberg væntandi verður á vøllinum innan alt ov langa tíð, er heilt týðuligt, at breiddin á Stjørnuliðnum er væl størri enn hjá flestu av mótstøðuliðnum.


Eingin skomm

Neistaliðið hevur sostatt einki at skammast yvir. Tær taptu móti einum liðið, sum snøgt sagt var væl betri, og tað er so eingin orsøk fyri at falla í fátt.

Bláklæddu kvinnurnar hava seinastu dystirnar víst, at tær sanniliga kunnu gera vart við seg, og megna tær framhaldandi at betra um spælið, soleiðis sum tær hava gjørt higartil í árinum, er væl hugsandi at tær koma at taka stig frá onkrum av liðunum, sum eru stødd ovarligari á stigatalvuni.


Dysturin í tølum:

Neistin: Ileana Manolescu 9 (5), Inga F. Danberg 6 (1), Bjørg Patursson 3, Marjun Jógvansdóttir 3, Gunnleyg Berg 3, Katrin á Neystabø 1, Mildrid Jacobsen 1

Stjørnan: Vesna Tomajek 10 (2), Anna K. Samson 6, Simona Hansen 6 (1), Jastrid Gullaksen 3, Annika Ljósstein 2, Joan M. Joensen 2, Andryana Milodanovic 2, Una Olsen 2

Brotskøst: Neistin 7, Stjørnan 4

Útvísingar: Neistin 5, Stjørnan 3

Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen