Føroysk DAMP-børn verða slept uppá fjall

- Ein diagnosa kann brúkast sum arbeiðsreiðskapur, men eftir øllum at døma ikki í Føroyum. Her er eingin hjálp at heinta, eingin føst mannagongd ella samskipan av nøkrum slag. Størsti trupulleikin er tí ikki barnið, men alt rundan um, sum ikki virkar, sum tað skal, sigur Anna Maria Restorff, sum ongan annan útveg sá, enn at senda sonin, ið er DAMP-barn, av landinum á stovn fyri tveimum árum síðani

At tað er trupult at ala eitt barn upp í Føroyum, sum víkir frá, antin orsakað av sálarligum ella likamligum breki, ella innlæringartrupulleikum, er eftir øllum at døma ein sannroynd. Ikki tí, at barnið sjálvt elvir til stórar trupulleikar, men tí, at stovnar og myndugleikar, sum í prinsippinum eiga at stuðla og ráðgeva, ikki megna uppgávuna. Javnan hoyrast neyðarróp frá foreldrum, sum eru á gáttini at geva skarvin yvir av hesum ávum.

Søgan hjá Onnu Mariu Restorff, mammu 14 ára gamla Torleif, sum er DAMP-barn, er einki undantak. Hon hevur stríðst við allar avvarðandi myndugleikar síðani 1992 fyri at geva soninum mennandi innihald í gerandisdegnum, men mátti gevast á hendur eftir óteljandi niðurløg fyri hálvum øðrum ári síðani, tá ið hon valdi at senda hann av landinum.

Fyrstu seks árini vaks Torleif upp í Danmark, men eftir at mamman og pápin vórðu skild, flutti hann saman við yngra beiggjanum og mammuni til Føroya.

- Eg roknaði við, at tað var best fyri Torleif at koma til Føroya. Hann var eitt krevjandi barn, men enn høvdu vit ikki fingið staðfest nakra diagnosu, greiðir Anna Maria frá.


Diagnosan sett

Komin til Føroya, byrjaði Torleif í forskúla hjá Nonnunum og síðani í 1. flokki, men tað var skjótt greitt, at hann hevði ein serligan tørv. Hann fekk fysioterapi á Sernámsdeplinum, talufrálæru og bert fýra eykatímar í skúlanum.

- Fólkaskúlin er als ikki búgvin at taka sær av børnum við serligum tørvi. Hevði Torleif fingið nóg mikið av eykatímum av serkønum fólki, við áhuga fyri barninum, hevði støðan møguliga verið øðrvísi.

Ein danskur barnapsykiatari, sum helt skeið í Føroyum, staðfesti í 1994, at Torleif er eitt DAMP-barn.

- Ein diagnosa kann brúkast sum arbeiðsreiðskapur, men eftir øllum at døma ikki í Føroyum. Einki hendir eftir, at diagnosan er sett.

Eftir 2. flokk mátti Torleif takast úr fólkaskúlanum, og hann byrjaði á Skúlanum á Trøðni. Trupulleikarnir hildu fram á Skúlanum á Trøðni, og tað gjørdi ikki støðuna frægari, at Torleif varð koyrdur í ein flokk við 5-6 øðrum villum dreingjum.

- Hann kom onkuntíð heim við sári á rygginum og bláum merkjum. Hetta kærdi eg, og úrslitið var, at Torleif varð tikin úr flokkinum, og ein lærari, sum vit hava alt gott at bera, gav honum einaundirvísing. Viðkomandi lærarinda, ið hevur stóran áhuga í sínum arbeiði, er ógvuliga nærløgd og ger eitt stórt menniskjansligt arbeiði til frama fyri børnini. Tá ið tað snýr seg um børn við trupulleikum, er tað týdningarmesta at menna tey, soleiðis at tey verða sjálvbjargin. Verða tey bara ansað, verður uppgávan hjá familjuni tyngri og tyngri, og kanska hokna tey av byrðuni. Og tá verður familjan bundin av tí almenna restina av lívinum, og tað hevur eingin áhuga í.

- Hóast Skúlin á Trøðni heldur til á Sernámsdeplinum, hava teir í grundini einki við hvønn annan at gera. Tá ið eg bað um sálarfrøðiliga hjálp til Torleif, tí hann fekk eina depressjón av síni egnu støðu og í sambandi við sjúka og deyða abba hansara, bar hetta ikki til.

- Vit dugdu ikki at fáa eyga á nøkur framstig, øll familjan var í kreppu. Og eldri Torleif gjørdist, størri blivu krøvini, og eg kom til ta sannføring, at okkurt annað mátti roynast.


Møguleikarnir úttømdir

Anna Maria valdi síðani at lata Torleif fara á eina barnapsykiatriska deild á Bispebjerg Hospitali í Keypmannahavn til kanningar fyri at fáa eina heildardiagnosu. Og har var hann í fýra mánaðir.

- Hann var á eini afturlatnari deild, og tað er klárt, at tað er ræðuligt at senda sítt barn á eitt slíkt stað. Í okkara føri var tað so mikið heppið, at pápi Torleif býr í Danmark og var um hann, so nógv hann kundi, umframt at eg ferðaðist niður at vera saman við honum. Úrslitið av teirri diagnosuni kundi eg ikki rættiliga sansa, tí eg sjálv var í sorg av tí, at pápi mín var deyður, og eingin var har, sum kundi siga mær, hvat eg so skuldi gera.

Møguleikarnir í Føroyum vóru uppbrúktir, og í samráð við barnaverndina í Havn, valdi Anna Maria at senda sonin á stovn í Vordingborg á vári í 1998. Hetta var ein stovnur, sum á pappírinum vísti seg vera ógvuliga góður, men sum í veruleikanum als ikki kundi liva upp til hetta. Og foreldur Torleifs valdu tí at taka hann úr, og hann fór síðani at búgva hjá pápa sínum.

- Sosiala deild á býráðnum gjørdi av, at kommunan, sum Torleif nú býr í, yvirtók málið, og tað hevur gjørt, at eg sum mamma havi ongan rætt at ávirka, hvat hendir við Torleifi.


Einki val havt

Í dag gongur Torleif á einum frískúla, sum eisini hevur børn við serligum tørvi. Øll viðurskifti eru ikki koma uppá pláss, men hann trívist væl.

- Sum støðan er á Skúlanum á Trøðni hava vit einki val.

Á Skúlanum á Trøðni meta tey, sum hava ábyrgdina, at tey kenna alt til trupulleikan DAMP, hóast foreldur halda um, at kunnleikin er lítil og eingin. Fleiri áheitanir eru komnar frá foreldrum um at loyva starvsfólki til Danmarkar á skeið í DAMP-fyribrigdinum, men hvørja ferð hevur leiðarin víst hesum aftur við teirri grundgeving, at har er einki at læra, sum tær ikki longu duga, og hartil er ikki peningur til tess.

- Har eru nøkur fá, sum hava ein góðan vilja, men tey fáa ongan stuðul frá leiðaranum. Hvørki leiðarin á Skúlanum ella á Sernámsdeplinum eru nóg dugnaligir. Eru leiðararnir dugnaligir, smittar tað av á starvsfólkið.

- Tað er í prinsippinum ógvuliga gott, at næmingar við trupulleikum ganga í vanligan fólkaskúla, men tað krevur, at fólkaskúlin hevur orkuna til tess, og ikki minst, at ein vitanarmiðdepil stendur aftan fyri, haðani lærararnir kunnu fáa góða ráðgeving og leiðbeining. Alt annað er bert at flyta trupulleikan.

- Sum mamma er tað ringt at vita, um tað, sum er gjørt, er tað rætta. Hevði eg tá havt ta vitanina, eg havi í dag, hevði nógv verið øðrvísi. Tá ið tú stendur mitt í øllum, er ringt at síggja heildina. Og har er tað fakfólkini skuldu verið til hjálpar. Men sum er, hevur tú ongan at venda tær til við trupulleikunum, ongan ráðgeva, sum kann hjálpa tær, og einki netverk yvirhøvur. Og tað er har, tað av álvara haltar í Føroyum. Hvørja ferð eitt ella annað stingur seg upp og tú skalt tosa við onkran myndugleika, tosar tú við nýtt fólk. Tað er ótrúliga møðsamt, og tað tekur allar kreftirnar. Her er eingin føst mannagongd og eingin samskipan av nøkrum slagi millum ymsu stovnarnar, og tí heldur eingin, sum tekur nakra avgerð ella hevur nakra ábyrgd. Í síðsta enda gongur tað út yvir ta einstøku familjuna. Størsti trupulleikin er ikki barnið, men alt rundan um, sum ikki virkar, sum tað skal.


Avleiðingarnar

Avleiðingarnar av vantandi ráðgeving og stuðli í Føroyum, eru ymiskar fyri hvørja einstaka familju og hvørt barnið sær. Í ringasta føri fáa børn og foreldur sálarligar trupulleikar orsakað av vantandi hjálp. Í førinum hjá Onnu Mariu Restorff hevur tað ført við sær, at sonurin mátti av landinum. Hon er kortini sannførd um, at við eini betri samskipan, góðari ráðgeving og góðum skúla, ber til at hjálpa einum DAMP-barni í Føroyum.

- Í dag verða DAMP-børn send av landinum á sama hátt sum menningartarnað fyri nógvum árum síðani. Í so máta eru vit ikki komin longur. Og eg veit um nógv foreldur, sum umhugsa at flyta av landinum av hesum ávum. Leiðararnir á Sernámsdeplinum og Skúlanum á Trøðni hava ikki nóg stóran kunnleika til økið. Stovnurin skal eitast at vera ein ráðgevandi stovnur, men eg kundi hugsað mær at vitað, hvørjum tey ráðgeva í.

Tað paradoksala í øllum hesum er, at tað kostar kommununi ógvuliga nógv at senda børn av landinum á stovn.

- Sum foreldur fært tú altíð at vita, hvussu nógv tað kostar. Í okkara føri kostaði tað góðar 70.000 kr. um mánaðin umframt ferðaseðlar til foreldur, barn og fólk frá umsitingini. Ístaðin áttu pengarnir at verið brúktir her. Vit leypa um garðin, har hann er lægstur. Umberingin er altíð, at vit eru so fá, men tá ið so nógvir pengar verða brúktir, áttu teir at verið brúktir soleiðis, at tað bøtti um tørvin hjá barninum herheima, sigur Anna Maria Restorff at enda.


FAKTA UM DAMP

DAMP er eitt ósjónligt brek, har trupulleikin er at halda fast við konsentrasjónina, hava tamarhald á motorikkinum, og at fata og tulka sansiinntrykk.

Fólk við DAMPI eru normalt gávað, men hava ofta innlæringartrupulleikar og sosialar trupulleikar.

5 % av øllum árgangum hava DAMP! Herav 1% sum eru illa fyri. Fleiri dreingir enn gentur hava DAMP!