g av hesi veldugu umbroytingini hevur gitni norski sosialisturin og fyrrv. ráðharrin Reiulf Steen hesa myndina, at nú stendur arbeiðsmaðurin ikki longur undirbrotliga og bíðar við húgvuni í hond-ini, tolin [...] seinastu tíðina, t.d. nevnda gjaldið fyri fyrsta sjúkadagin, ætlaninar um sjálvfíggjaða eftirlønar- ella pensjóns-uppsparing, og fyri ikki at tala um eldraøkið og fólkaskúlan, har landsstýrið arbeiðir við [...] er tað so ómetaliga gleðiligt, at nú er vilji til at vinna á spjaðingini, so at arbeiðafeløgini hesaferð gingu saman til sáttmálasamráðingar. Lat okkum heilsa hesum samstarvi, ið júst í hesum døgum skal
á flúgvarabedingini niðri við Vatn í Vágum. Mín viðmerking var ikki vend móti nøkrum ávísum fólki ella felag, men móti einari gerð. Eg nevndi í viðmerkingini, at eg havi einki ímóti »rossafólkunum«, og [...] til sítt virksemi. Og mín harmur um flúgvarabedingina er sanniliga ektaður. At eg ikki eri fegin um hesa einstøku gerðina hjá Vága Ríðingarfelag, er so ein onnur søk. Veruleikin er og var annars tann, at [...] søgu og mentan við slíkum fólkum við ræði. Hvat verður tað næsta? Hvar í landinum fara teir næstu ferð, uttan ávarðing, at geva loyvi til at søgulig og mentanarlig virði verða løgd í oyði? Har má sigast
aðurin so kanska hevði roknað við, at persónar, sum hava eftirstøðu, høvdu nýtt høvi at goldið hesa ella partar av henni fyri at fáa helvtina endurgoldið, er ein onnur søga. Um tey, sum hava eftirstøðu [...] hevndarhugi. Landsstýrismaðurin hevur so týðiliga og klárt víst, at hann hvørki í hesum ella øðrum málum tekur samfelagslig ella sosial atlit, hann hugsar bert og bert í maktterminologium. Hetta kemur m.a. til [...] øvundsjúkur ella hevndarhugaður. Eg eri keddur av, at Tjóðveldisflokkurin, tá hesin fekk møguleikan, valdi ein slíkan landsstýrismann í almannamálum. Eg leggi ikki framtíð mína í vónina um ella tráðanina
tey. Tingið, mentamálanevndin og almenningurin kenna einki til hesa skúlaætlan. Enn er einki komið fram um, nær skúlin skal byggjast, ella hvar peningurin skal koma frá. Hvat er tað fyri ein heildarætlan [...] bossurin aftanfyri hesa ætlan er Høgni Hoydal landsstýrismaður, sum sigur hvussu umráðandi tað er, at henda semja verður hildin, til tess at fáa skúlaleiðslur og arðar partar at góðtaka hesa loysn. Heldur skuldi [...] hetta árið er runnið, hevur hesin niðurskurður kosta føroyska skattgjaldar-anum 732 mió. krónur, (ella tað sama sum tað hevði kostað at bygt 8,4 tekniskir skúlar). Vit kundu fyri hesar pengarnar bæði bygt
hóvasták soleiðis, men einfalt og beinleiðis, og tí tóktist tað leingi, sum um var vandi á ferð, hvørja ferð teir vunnu bóltin. Og tað var eisini skjótt, at teir løgdu seg á odda. Eitt fríspark varð lagt [...] uppskifti. Einfalt og skjótt, og við bara eitt lítið sindur størri neyvleika ella hepni, so kundu teir eisini avgjørt dystin hesa løtuna. Fyrst megnaðu teir við trimum sendingum at spæla B36-verjuna tunna [...] men Tróndur Vatnhamar fekk tó vart fyri við beinunum. Og á hálva tímanum mundi aftur verið galið. Hesa ferð eftir nærum fullkomnan ruðulleika í B36-verjuni, har tríggir ótrýstir mans ikki funnu út av, hvussu
føroyskar røtur. Hevur tær nakrantíð staðið í boðið at telva á danska landsliðnum? ? Eina ferð. Eg haldi, at tað var eina ferð í sjeyti árunum. Men eg tók okkurt annað framum, og so fekk eg ikki boð aftur. Um [...] Talan er um John Rødgård á Tvøroyri, og tað er talv, sum vit tosa um. Hann biður okkum kanna eina ferð afturat, um tað ikki er onkur annar, sum hevur umboðað Føroyar oftari enn hann. Sambært upplýsingunum [...] væl fyri. Ert tú ikki tað, so vikna evnini at savna seg um uppgávuna, og so hilnast tað ikki so væl. Hesa seinastu tíðina er styrkistalið hjá mær fallið eitt sindur. Eg veit, at tað hevur við tað at gera
skuldi eftir hetta ráða í USSR. Málið var í øðrum lagi, at ikki bara einhvør verulig ella møgulig andstøða ? í flokkinum ella øðrum valdsdeplum ? men eisini ein og hvør hýpotetisk mótstøða skuldi beinast burtur [...] Internationala. Tað ber illa til í dag at síggja Lev Trotskij sum hetju, ella sum ein Stalin-mótmann, umboðandi eina humanistiska ella fólkaræðisliga kós. Eftir at hann í 1917 var farin yvir til bolsjevikkarnar [...] byggja upp eina tronga, monolittiska valdsskipan. Ikki longur flokkurin, heldur ikki onkur vongur ella bólkur í flokkinum, men bara ein maður ? við einum liði av undirbrotligum, andlitsleysum klæðsekk
akkurát vóru somu feløgini, sum møttu hesa ferð, og sum møttu á aðalfundinum fyri hálvum øðrum mánað síðani. Av fyri hesa ferð Formaðurin í RSF sigur, at aftur hesa ferð vildi nevndin ikki leggja seg út í [...] so taldu fulltrúirnar ikki við. Á fundinum síðst í mars varð atkvøtt við at rætta hondina upp. Hesa ferð var atkvøðugreiðlsan skrivlig. ? Atkvøðugreiðslan vísti, at tað ikki er samband millum, at feløgini [...] í, um FM róðurin skuldi vera her ella har. ? Leikluturin hjá okkum var at syrgja fyri, at uppskotið, sum var til atkvøðugreiðslu, var sambært ásetingarnar hjá RSF. Uppskotið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ gekk
LØGMANSSTEYPIÐ Eysturoyggin fer at eiga eitt umboð í ólavsøkufinaluni. Um tað verður GÍ ella NSÍ verður ikki avgjørt fyrrenn sunnudagin. Undan tí dystinum er GÍ eitt vet betri fyri, men fyrimunurin er [...] til Runavíkar fyri at hava ábyrgdina av leikliga undirhaldinum. Heilt eyðsýnt var tað, at teir sóu hesa uppgerðina sum 1. hálvleik í tveimum dystum, og teir lupu ongantíð framav. Í 1. hálvleiki var Popczynski [...] var Jens Martin Knudsen í NSÍ málinum einu ferðina ikki heilt vísur í, um bólturin var farin í málið ella ikki, tá ið Popczynski hevði roynt seg við lumpisligum langskoti, og so var tað, í síðstu løtu, at
frá fyrst og fremst tjóðveldisfólki eina hálva øld. Men alla hesa hálva øldina hava tey ikki megnað at koma við nakrari ítøkiligari atgerð ella nøkrum ítøkiligum konstruktivum hugskoti, sum var øðrvísi enn [...] leygardag. Eftir at hava verið á nærum hvørjum fundi síðani 1958 bar mær ikki til at vera á fundinum hesaferð, men í Sosialinum týsdagin stóð at lesa røðan, sum landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Høgni [...] samtykt eina heilt nýggja fólkaskúlalóg, sum setti í verk nógv nýskapandi, sum hevur sett rættiliga ferð á pedagogisku menningina í fólkaskúlanum. Landsstýrismaðurin gramdi seg í røðuni um, at tað hevði