Men tá Páll á Reynatúgvu heldur fram við sínum átálmaða perfiditeti og annars at koma við ósannindum um bæði meg og málið, so haldi eg tíðin er komin at siga eitt sindur meira.
Fólk, sum kenna Páll á Reynatúgvu, eru mest sum givin við at hava nakra meining um tað hann sigur og ger. Fólk yptu bert øksl, tá hann leikaði í sum ein beserkur fríggjadagin fyrrapartin og var um reppið at knúsa bæði rútar, sprossar og karm, tí okkert gekk skeiva vegin. Fólk ristu eisini bert við høvdinum, tá sami maður hunddálkaði meg frá tingsins røðarapalli. Fólk øtaðust kanska eitt sindur, tá hann síðan kom við meira og minni fjaldum hóttanum móti mær, mínum starvi og arbeiðsplássi (sum hann vanliga seinni kallar skemt). Soleiðis sum støðan er, og soleiðis sum alt gongur fyri seg m.a. í flokkinum, hendir helst ikki nógv annað, enn at fólk yppa øksl og siga: Hatta er Páll. Tað tykist ikki, sum nakað maðurin ger ella sigur, skal fáa avleiðingar. Men eg gjørdi so beinanvegin tað, at eg skrivaði løgmanni stutt bræv, har eg upplýsti hægsta umsitingarliga leiðara landsins um tað, Páll hevði sagt um meg og mítt arbeiðspáss, aftan á at han hevði hunddálkað meg frá tingsins røðarapalli. Hetta fyri at viðkomandi myndugleikar eru kunnaðir, áðrenn eg møguliga fari at kenna sviðan. Hevndarhugur landsstýrismansins er eftirhondini vorðin ein sera illa duld loyna millum fólk, sum tó ikki tora at siga nakað alment av ræðslu fyri avleiðingunum.
Ein er eisini sjálvur givin við at undrast ella øsast um atburð og gerðir landsstýrismansins. Hansara ego er so stórt og yvirdimensionerað í allar mátar, at tað passar einfalt ikki inn í lítla likamið. Tí gongur hann altíð og dryppar ella spruttar. Egoið vil sleppa inn, men plássið er ov lítið.
Men hví lýgur Páll á Reynatúgvu
Eitt, sum eisini fær meg at skriva hesi orð er, at Páll á Reynatúgvu endurtekur lygnir um meg og mítt politiska arbeiði. Hann segði fríggjadagin, at eg var komin við mínari ónøgd um malið í seinastu løtu. Hetta er loddrøtt lygn, sum hann endurtekur í samrøðu við Dimmalætting. Bæði Páll á Reynatúgvu og Høgni Hoydal vórðu væl og virðiliga kunnaðir um støðu mína i málinum um uppihaldspening, tá málið var til 1. viðgerð langt áðrenn páskir. Tá segði Høgni Hoydal, at hann skilti meg væl, bað meg bíða til eftir viðgerðina, tá málið skuldi verða tikið upp í flokkinum. Men Høgni Hoydal tók ongan tíð hetta málið a tungu, í mun til mín, í flokkinum ella í samgonguni. Hin vegin smæddist hann ikki við at stuðla øðrum tingmonnum í hóttanum um at fara sama við andstøðuni, um okkurt lokalt ikki kom upp á pláss. Og soleiðis verður arbeitt. Tá tað snýr seg um lokal áhugamál og harvið eisini atkvøður, skortar viljin ikki, men snýr tað seg bert um fámentar samfelagsbólkar, tja, tá er missurin ikki nevniverdur.
Soleiðis var støðan fríggjadagin 2. mai. Eg lat menn vita, at eg hevði júst somu støðu, men at eg kundi góðtaka, um broytingin bleiv framd í trimum ella fýra umførum heldur enn í einum. Men Páll á Reynatúgvu vildi bert fremja sítt og kundi ikki góðtaka, at varalimur hevði aðra hugsan.
Restina av søguni kenna fólk. Men Landsstýrismaðurin og floksformaðurin kendu støðu mína í fleiri vikur.
Langt frá 6-7 millónum
Páll á Reynatúgvu sigur heldur ikki satt um upphæddina, hann fær minni at ráða yvir, nú hann tók uppskotið um uppihaldspening aftur. Hann hevur sagt 6-7 milliónir við pressuna. Hetta kann illa passa, tí samlaða endurgjaldið í samband við uppihaldspening er umleið 7 milliónir árliga. Landsstýrismaðurin skuldi undir øllum umstøðum havt goldið út fyri fyrra helvt av 2003, og hevði hann tí í mesta lagi spart umleið 3,5 milliónir. At landsstýrismaðurin so kanska hevði roknað við, at persónar, sum hava eftirstøðu, høvdu nýtt høvi at goldið hesa ella partar av henni fyri at fáa helvtina endurgoldið, er ein onnur søga. Um tey, sum hava eftirstøðu, hava havt ætlanir um at gjalda, um uppskotið bleiv samtykt, so kunnu tey eisini gjalda, nú uppskotið er tikið aftur. So hví ikki fara beinleiðis eftir teimum, sum hava eftirstøðu heldur enn at áleggja teimum sum gjalda, at gjalda dupult? Landsstýrismaðurin hevur nú eitt hálvt ár til at fáa inn eftirstøður og har við ríkiligt av peningi til raksturin.
Illa dámt mál millum tingfólk
Nakað annað er so tað, at málið um uppihaldspening var eitt av teimum málunum, sum var stak illa dámt millum tingfólk. Nógv vóru tey, sum aftan á afturtøkuna søgdu, at tey í veruleikanum ongan trupulleika høvdu av tí. Og tá landsstýrismaðurin sigur, at málið hevur verið væl og virðiliga viðgjørt í flokki og samgongu, so er tað sannleiki við modifikatiónum. Tí málið varð ikki viðgjørt nágreiniliga, áðrenn fíggjarlógin varð samtykt, og tá var ov seint at fáa innlit. Viðmerkingarnar frá meirilutanum í Trivnaðarnevndini vísa eisini greitt, at tingfólk hava ikki havt grundgevingar fyri, at mæla fólki til at taka undir við málinum. Tí valdi sami meiriluti at skriva, tað teir skrivaðu. Tá er ólíka at lesa viðmerkingarnar rá minnilutanum. Og var munurin einfalt, at minnilutin hevði eina sak, meðan meirilutin ikki hevði tað.
Øvundsjúka og samvitska
Nú hevur landsstýrismaðurin dúliga válkað sær í persónligum útspillingum av mær, hann hevur eisini í fleiri førum víst á, at eg ikki eri valdur og ongan tíð verið tað, meðan hann er valdur til bæði eitt og annað. Allar leiðir liggja opnar fyri honum, meðan eg eri á blindvegi ávegis myrkrinum. Og tí fær landsstýrismaðurin ikki annað burturúr, enn at at eg geri botnar í øvundsjúku og hevndarhugi. Landsstýrismaðurin hevur so týðiliga og klárt víst, at hann hvørki í hesum ella øðrum málum tekur samfelagslig ella sosial atlit, hann hugsar bert og bert í maktterminologium. Hetta kemur m.a. til sjóndar, tá hann ikki hevur annað at siga við Dimmalætting um málið um uppihaldspening enn at samanbera tað við ein ølkassa. Eitt mál, sum hevur álvarsligar avleiðingar fyri nógv, tað sær landsstýrismaðurin sum ein ølkassa pr. mann. Og soleiðis er eisini mesta hugsan landsstýrismansins um viðurskifti á almannaøkinum. Hann hugsar um orðavalið og tosar anars í yvirskriftum. Innlit og áhugi hava minni at siga. Nei, eg eri langt frá øvundsjúkur ella hevndarhugaður. Eg eri keddur av, at Tjóðveldisflokkurin, tá hesin fekk møguleikan, valdi ein slíkan landsstýrismann í almannamálum. Eg leggi ikki framtíð mína í vónina um ella tráðanina eftir at verða valdur, eg livi nú, og eg havi tað gott bæði privat og til arbeiðis. Havi fingið eitt týdningarmikið og avbjóðandi starv. Og tí hevur tað ikki so nógv at týða fyri meg, hvat Páll á Reynatúgvu verður valdur til. Eg vildi bert ynskt, at hann var okkurt annað enn landsstýrismaður í almannamálum.At hann verður valdur til at útinna starv, hann hevur áhuga fyri. Men tað er nú ikki bara Páll á Reynatúgvu, sum manglar áhuga fyri almannaøkinum. Hetta er tíverri heldur reglan enn undantakið á Føroya løgtingi. Almannaverkið kostar einar seks ferðir meira enn Strandferðslan, sum hóast tað fær seks ferðir so nógva umrøðu í tinginum.
Um so Páll á Reynatúgvu eina ferð setur seg í løgmansstólin, so fari eg altíð at hava størsta áhugan fyri samfelags- og almannamálum. Fari altíð at royna at virka í samsvari við samvitskuna. Hetta er torført hjá øllum politikarum, men var málið um uppihaldspening eitt av teimum, sum samvitska mín sýtti mær fyri at taka undir við. Og hevði eg verið tingmaður fyri jól, hevði eg heldur ikki atkvøtt fyri hesi fíggjarlógini, um hon m.a. bygdi á at avtaka stuðulin til uppihaldspening.
Onkur kann siga, at eg eri góðtrúgvin, at eg eri avmarkaður, tá eg sigi, at í føroyskum politikki eru hugtøk sum maktgirnd og einaræðislyndi komin í hásæti, meðan samvitska er vorðið eitt ókvæmisorð. At alt snýr seg um yvirskriftir og annars lokalar smálutir, meðan veruligur realpolitikkur er vorðið eitt ókvæmisorð. Men nakað soleiðis síggi eg ein av breddunum yvir dagsins politikki, og hóvar mær hetta als ikki.
Eg veit sum sagt ikki, um Páll á Reynatúgvu er øvindsjúkur, men okkurt álvarsligt er í hvussu er áfatt við landsstýrismanninum.
Finnur Helmsdal, sum ikki eingang er varamaður longur.