Løgmanssteypið
Tað verður B36, sum sunnudagin skal spæla hálvfinalu móti KÍ í kappingini um Løgmanssteypið. Tað stóð greitt, eftir at árstalsfelagið mikukvøldið vann tepran sigur á Eiði, har EB/Streymur so fekk fyrsta tapið á árinum.
Høvdu allar møguleikar
Undan dystinum varð mett, at B36 var favorittur til sigurin, so í so máta var sigurin ikki nakað merkisverdur í sær sjálvum. Hinvegin hevði EB/Streymur ikki tapt nakran dyst undan hesum, og tí var einki at ivast í, at talan fór at verða um trupla uppgávu hjá liðnum, sum av mongum verður skýrt sum fremsti FM-favoritturin.
Og uppgávan gjørdist trupul. Kanska truplari, enn sjálvt mest svartskygdu B36-viðhaldsfólkini høvdu roknað við. Fyrsta hálva tíman var tað nevnliga EB/Streymur, sum sat á mest sum øllum. Fyrst og fremst, tí teir spældu so nógv klókari, enn gestirnir gjørdu. Einki stórvegis hóvasták soleiðis, men einfalt og beinleiðis, og tí tóktist tað leingi, sum um var vandi á ferð, hvørja ferð teir vunnu bóltin.
Og tað var eisini skjótt, at teir løgdu seg á odda. Eitt fríspark varð lagt innfyri úr vinstru síðu, og tá B36-verjan ikki fekk ruddað burtur, fekk Ronnie Samuelsen brádliga møguleikan, og hann ivaðist ikki, men smekkaði til úr stuttari fjarstøðu.
Og leiðslumálið tóktist fullkomuliga at lamma gestirnar. Mest sum einki fekst at rigga komandi góðu løtuna. Uppspælið var stirvið og fullkomuliga uttan hugflog, sendingarnar vóru óneyvar, soleiðis at óneyðugu bóltapini vóru fleiri í tali, men fyrst og fremst, so gekk alt eitt vet ov seint fyri seg, til at hetta veruliga kundi hótta heimaliðið.
Hinvegin helt EB/Streymur á fram við somu uppskifti. Einfalt og skjótt, og við bara eitt lítið sindur størri neyvleika ella hepni, so kundu teir eisini avgjørt dystin hesa løtuna.
Fyrst megnaðu teir við trimum sendingum at spæla B36-verjuna tunna, og tá rangstøðufellan eisini kiksaði, slapp Hans Pauli Samuelsen púra leysur móti málinum, men Tróndur Vatnhamar fekk tó vart fyri við beinunum. Og á hálva tímanum mundi aftur verið galið. Hesa ferð eftir nærum fullkomnan ruðulleika í B36-verjuni, har tríggir ótrýstir mans ikki funnu út av, hvussu bólturin skuldi ruddast, og alt endaði við, at Hans Pauli brádliga stóð púra leysur við bóltinum. Úr høgru sendi hann bóltin væl út um armarnar hjá málverjanum, men tíverri eísini út um handara stólpan.
Vórðu revsaðir
Og so hendi tað, sum tað so ofta ger í slíkum førum. Annar parturin stríðist við at staðfesta leiðsluna, og brádliga svarar mótparturin aftur.
Onkra einstaka ferðirnar hevði B36 nú megnað at spælt seg upp ígjøgnum síðurnar, og eftir eitt av hesum álopum vunnu teir sær horna í høgru. Tað hevur nógv verið skrivað um, at stórur partur av EB/Streymi fólkunum hava eina fortíð í B36, og tí var tað merkisvert, at Fróði Clementsen ikki varð betri vardur við deyðbóltinum. Uttan iva telist hann millum teir, sum best vita, hvussu bólturin skal stútast, og tá hornasparkið varð sent innfyri, gav hann eisini prógv um hetta. Drønhart og uttan nakran sum helst møguleika hjá Gunnari á Steig at verja fyri, varð bólturin sendur upp undir nettakið, og so var B36 aftur í dystinum.
Og lítla løtu seinni fingu teir enntá takið. Eftir enn eitt uppspæl í vinstru, varð bólturin lagdur tvørtur um til John Petersen. Hann royndi at flukta, og heilkiksaða skotið tók heimaverjuna somikið á bóli, at teir als ikki fingu ruddað. Ístaðin varð bólturin mest sum skumpaður út til Jákup á Borg, og av brotsteigarmarkinum smekkaði hann bóltin upp undir nettakið.
Og tað, sum eftir var av hálvleikinum, vóru tað gestirnir, sum vóru omaná. Beinleiðis opnar møguleikar gjørdist talan ikki um, men teir megnaðu ofta at spæla seg niðan eftir borðunum og senda innfyri, og í øllum førum mundu vertirnar ásanna, at nú stóð á.
Ovurtendraðir
Og tað var eisini greitt, at sálarliga trýstið mundi vera eins stórt, sum tað leikliga, tá komið varð út eftir steðgin.
Tendraðir vóru menn í øllum førum, og í nógvum førum var tendringin alt ov góð. Stríðsandanum bilti í øllum førum einki, og tað var eisini skjótt, at ógvusligu taklingarnar fingu nøkur gul kort burtur úr lummanum hjá dómaranum.
Og longu eftir einum korteri vórðu tvey av hesum vekslaði til eitt reytt, tá Hallur Jacobsen mátti lata sær lynda tungu leiðina av vøllinum.
Hetta átti kanska at verið mønustingurin hjá heimaliðnum, men tað var so ongantíð nakað, sum var sjónligt. Tvørtur ímóti treiskaðust teir enn meira, og seinasti hálvi tímin var næstan allur eitt stórt trýst oman á B36-málið. Men heldur ikki her var hepnið við heimaliðnum. Í einum tveimum førum høvdu teir annars heilt góðar møguleikar, men Sorin Anghel hamraði bóltin framvið málinum, tá hann hevði møguleikan, og nakað seinni var stólpin fyri, tá innskifti Jákup Martin Joensen royndi seg við skoti.
Og so gjørdust frustratiónirnar alt størri. Gulu kortini hjá dómaranum sótu alt leysari, og beint undan dystarloki fekk Ronni Samuelsen beinleiðis reytt, eftir at hann hevði jarðlagt innskifta Sonna Johansen.
Ivaleyst enn eitt tekin um frustratiónir, men fyri EB/Streym má hetta metast sum bæði harmiligt og óneyðugt. Ikki minst tí liðið nú noyðist at vera tveir leikarar fyriuttan til fyrsta landskappingardystin móti B68.
Nakrar ábendingar
Enn er kappingarárið sjálvandi ungt, men nú landskappingarbyrjanin av álvara er farin at nærkast, er nærliggjandi at gera nakrar viðmerkingar til, hvussu liðini tykjast at vera fyri.
Og her tykist stórur munur vera á spádómunum fyri bara fáum vikum síðani, og so aktuellu støðuni. EB/Streymur hevur longu í bólkaspælinum prógvað, at teir í ár ætla sær nógv meira enn bara ein leiklut í botninum, og hóast tapið mikukvøldið, so tykist hetta lyftið at standa við. Ikki minst um liðið framhaldandi megnar at spæla eins einfalt, sum teir gjørdu í longum løtum mikukvøldið. Tað avmarkar vandan fyri óneyðugum mistøkum, og ikki minst kann tað ofta seta somikið ferð á, at mótstøðuverjan fær ilt við at skipa seg, tá álopini verða sett ígongd.
B36 er longu frá øllum síðum rópt til størsta FM-favorittin, og stjørnuparadan á navnalistanum boðar eisini frá, at talan er um eitt framúr sterkt lið, men enn eru í øllum førum nógvir trupulleikar at hóma á liðnum.
Kanska fyrst og fremst, at talan í ov lítlan mun er um veruligar bóltspælarar. Ikki minst á miðvøllinum tykjast trupulleikar vera í so máta. Tað er neyvan nakar, sum kann seta spurnartekin við dygdirnar hjá leikarum sum Allan Mørkøre, Heðin á Lakjuni, Julian Johnsson og Klæmint Matras, men tað er samstundis einn sannroynd, at tað ikki er sum spælskiparar, at teir skulu gera seg galdandi. Tí tykist liðið í løtuni at hava ovurstórar trupulleikar við at fáa nóg nógva ferð á spælið, og uttan hesa kann tað í øllum førum gerast sera trupult at skapa eina nóg stóra yvirvág í spælinum.
Dysturin í tølum
EB/Streymur-B36 1-2 (1-2)
1-0: Ronnie Samuelsen
1-1: Fróði Clementsen
1-2: Jákup á Borg
Dómari: Petur Skarðenni: Hevði í løtum hug at nýta floytuna dekan ov nógv, heldur enn at lata spælið koyra sum longst. Men hevði tó onga skuld av, at talan í seinna hálvleiki gjørdist um kortspæl.