Føroya Lærarafelag hevði sín árliga aðalfund seinasta leygardag. Eftir at hava verið á nærum hvørjum fundi síðani 1958 bar mær ikki til at vera á fundinum hesaferð, men í Sosialinum týsdagin stóð at lesa røðan, sum landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Høgni Hoydal, helt á fundinum.
Eftir í innganginum at hava lifrað hóskandi fyri lærarafjøldini, loyvir hann sær at siga sína erligu hugsan um fólkaskúlan. Bæði um ítøkilig viðurskifti og um tær politisku visiónirnar frameftir, og at tær sjálvandi fara at vera merktar av hansara politisku sannføring, altso, hetta verður ein politisk tala.
Høvuðsboðskapurin er, at vit hava ein danskan skúla, og at vit mugu stríðast fyri at fáa ein føroyskan skúla. Hetta er ein mantra, sum vit hava fingið tútað oyruni full av frá fyrst og fremst tjóðveldisfólki eina hálva øld. Men alla hesa hálva øldina hava tey ikki megnað at koma við nakrari ítøkiligari atgerð ella nøkrum ítøkiligum konstruktivum hugskoti, sum var øðrvísi enn tey, sum í dag hava hevjað føroyska fólkaskúlan og føroyska skúlaverkið sum heild upp í tær hæddir, har tað í dag er. Og hyggja vit at førleikanum hjá føroyska fólkinum í dag, og sum fólkið hevur ognað sær við at ganga í føroyskar skúlar, sum eru riknir eftir føroyskum lógum, sum vit føroyingar hava gjørt, so eru tey flestu á einum máli um, at hóast alt kann gerast betri so við og við, so stendur ikki so heilt illa til kortini.
Hvat skapar positivan anda?
Landsstýrismaðurin gremur seg um, at viðurskiftini rundan um skúlan hava verið merkt av einum negativum anda. Er tað veruliga ikki gingið upp fyri honum, at hann sjálvur hesi seinastu fimm gullárini hevur sitið við lyklinum til at skapa fólkaskúlanum betri materiellar umstøður, so hann kann koma at standa í einum meira positivum ljósi?
At Lærarafelagið hevur verið ónøgt hesi árini síðani kreppuna fyrst í nítiárunum, tá ið lønirnar vórðu skerdar við yvir 8 %, og at felagið hevur brúkt meginpartin av síni orku síðani uppá at fáa lønirnar uppaftur, er lítið at undrast á. Ónøgdin stavar ikki so nógv frá teimum vanligu lønarsamráðingunum um generellar lønarhækkingar, men um at felagið eisini skuldi kempa fyri at fáa ta lovaðu normaliseringina av teimum 8 %, sum bita fyri bita máaði av teimum generellu lønarhækkingunum og teimum serligu krøvunum, sum altíð eru ein partur av lønarsamráðingunum.
Landsstýrið frá 1994-98 kom til eitt samfelag, sum júst hevði verið og lutvíst framvegis var í djúpari búskaparkreppu. Og í tí framhaldandi endurreisingararbeiðinum vóru umstøðurnar at veita fíggjarligar kompensatiónir sera avmarkaðar, hóast hugurin var góður, ja, við hvørt so góður, at tað stóðust álvarsligar frustratiónir burturúr. Støðufestið gjørdi, at allar strikur í diagrammunum hjá búskaparfrøðingunum, sum ynskiligt var skuldu ganga á skák uppeftir, fóru at venda tann vegin, og tað hava tær gingið til nú.
Tað landsstýrið fekk samtykt eina heilt nýggja fólkaskúlalóg, sum setti í verk nógv nýskapandi, sum hevur sett rættiliga ferð á pedagogisku menningina í fólkaskúlanum. Landsstýrismaðurin gramdi seg í røðuni um, at tað hevði verið so nógv stríð hjá politiska myndugleikanum um frymlar og prosentir og promillur og niðurskurðir og krónur og oyru. Sjálvandi mátti tað verið øllum greitt, at ein nýggj fólkaskúlalóg, sum hevur umfatandi nýskapanir við sær, og sum er framtíðarlítandi, fer at útloysa krøv frá avvarðandi fakfelag um mótvirði fyri økta arbeiðsbyrði.
Hetta eru krøv, sum eru rættvís og sum fíggjarmálastýrið og felagið mugu samráða seg fram til semju um.
Komið og stríðist um framtíðina eitur ein yvirskriftin í røðuni. Beinanvegin fara vit at hugsa um ta manipulerandi áeggjanina frá seinasta fullveldisvalstríði: Komið og byggi land! Hvør skal siga, vit fullveldisfólk byggja land. Øll hini, sum ikki hoyra upp í tann hópin byggja ikki land, ergo svíkja tey sítt land.
Hvat er tað so, landsstýrismaðurin bjóðar til? Jú, nú má tað vera innihaldið, menningin, atgerðarætlanin og krøvini til okkum sjálv, sum vit skulu brúka orkuna til.
Tað tykist, sum landsstýrismaðurin hevur lítla hóming av, hvat ið er farið fram, og hvat ið framvegis fer fram í fólkaskúlanum. Ongantíð í føroyskari skúlasøgu hevur so nógv fundarvirksemi og so nógv orðaskifti verið millum lærarar um júst innihald, menning og ráðlegging, sum hesa tíðina, síðani nýggja skúlalógin kom í gildi. Hetta orðaskifti og fundarvirksemi hevur júst verið grundarlagið undir teimum krøvunum um kompensatión fyri økta arbeiðsbyrði og ynskinum um ein nýggjan arbeiðstíðarnorm, sum arbeitt hevur verið við síðan 1996.
Ov seinur á sjóvarfallinum
Landsstýrismaðurin sigur, at málið fyri at menna ein føroyskan skúla liggur í at hava minni sentralstýring og at sleppa undan einum stívum bygnaði, har øll orkan fer til at tosa um smálutir og prosent og niðurskurð.
Hertil er at siga, at tað sum Lærarafelagið fyrst og fremst tosar við landsstýrið um, tað eru lønar- og onnur tænastuviðurskifti. Hetta er høvuðsuppgávan hjá einum fakfelag. Haraftrat hevur Lærarafelagið frá byrjanini lagt stóran dent á eina aðra uppgávu, og tað er tann pedagogiska, har felagið gjøgnum tíðirnar hevur havt týðandi ávirkan á allar lógir og aðrar reglugerðir, og gjøgnum Lesiætlanarnevndina, seinni Ráðleggingarnevndina, hevur felagið kanaliserað niðurstøðurnar frá tí støðuga orðaskiftinum um menning fólkaskúlans til leiðbeinandi lesiætlanir og regluverk annars.
Nýggja fólkaskúlalógin stovnsetti skúlastýri, júst fyri at desentralisera stýringina av skúlunum, størri ábyrgd varð løgd á skúlaleiðslurnar, og í § 3 í skúlalógini fær tann einstaki skúlin sjálvur ábyrgdina fyri undirvísingardygdini, og skúlin ger sjálvur av, hvussu hann skipar og leggur sína undirvísing til rættis. So landsstýrismaðurin er eitt sindur seinur við sínum slóðbrótandi nýtonkum.
Burtursæð frá, at nú skulu lærarar í framtíðini ikki seta krøv til myndugleikarnar, men til sín sjálvs, so er einasta nýhugsanin, sum eg dugi at fáa eyga á, tá ið hann sigur, at í framtíðini skulu sáttmálasamráðingarnar snúgva seg um innihaldið og virðið í undirvísingini, heldur enn um arbeiðstíð og niðurskurðir.
Hvat man Føroya Lærarafelag halda um, at tað nú verður slutt við at samráðast um lønar- og arbeiðsviðurskifti, men í staðin at kempast má fyri at sleppa at menna innihaldið og virðið í undirvísingini?
Er hetta profetisk tala um Føroyar í framtíðini?