ANGISTIN SUM GRUNDTÓNI
AFTAN Á at hungursneyðin 1932-33 var av, var sum heild semja í tí sovjetska kommunistaflokkinum um, at eitt óhugnaliga tungt tak var tikið og eitt døkt kapittul endað, men at tað nú leið móti ljósari tíðum ? fyri flokkin og landið.
Hetta vísti seg seinni at vera eitt stórt mistak. Tí ikki fyrr enn nú byrjaði tann rætta eldroyndin. Meðan floksins limir og fólkið so smátt fóru at draga andan lættari í vón um, at tey eftir svára líðing høvdu góðan skurð í væntu, vóru fyrireikingar gjørdar til nýggjar atgerðir, so ógvisligar, at tær og teirra avleiðingar bóru av øllum vanlukkum, sum higartil høvdu rakt Russland.
Tann fyrsta atgerðin hevði, sum vit minnast, rakt bóndastættina og Ukraina, tjóð, mál og mentan. Tær nýggju atsóknirnar vóru vendar móti sjálvum flokkinum (t.e. bæði tí gomlu andstøðuni og tí nýggju stalingarduni), móti loyniløgregluni og móti tí Reyða Herinum. Haðani greinaðu tær seg fyrst út til ættfólkini hjá teimum, ið handtikin vóru, og víðari út til at kalla hvørt heim í USSR.
Fáir eygleiðarar mundu í 30´árunum skilja, hvat veruliga fór fram í USSR. Í dag ber til at skilgreina, bæði hvat ið fór fram, og hví tað fór fram. Tí hendingarnar ? ið bæði skuldu skapa eitt nýtt slag av valdi og umboða ein radikalitet í miðlunum til at vinna og umsita hetta vald, sum fáur tá dugdi at ímynda sær - høvdu sína serligu skilvísu frágreiðing.
Endamálið var at byggja upp eina tronga, monolittiska valdsskipan. Ikki longur flokkurin, heldur ikki onkur vongur ella bólkur í flokkinum, men bara ein maður ? við einum liði av undirbrotligum, andlitsleysum klæðsekksdreingjum rundan um seg - skuldi eftir hetta ráða í USSR. Málið var í øðrum lagi, at ikki bara einhvør verulig ella møgulig andstøða ? í flokkinum ella øðrum valdsdeplum ? men eisini ein og hvør hýpotetisk mótstøða skuldi beinast burtur.
Málið var í triðja lagi at skapa eitt samfelag, har angistin var grundtóni, límið, ið bant samfelagsins foyrur saman, tann megi, ið fekk borgaran at akta og lata sær lynda treytaleyst. Sum irakiski rithøvundurin Kanan Makiya hevur gjørt greitt í bók síni Republic of Fear, er nútíðar Irak (sum tykist at fara í søguna, meðan hesar reglur verða skrivaðar) myndað eftir hesum leisti.
FÓLKSINS FÍGGINDAR
HVAT VALDSMIÐLANNA radikaliteti viðvíkir, so var endamálið at berja eina og hvørja ? veruliga ella hýpotetiska ? andstøðu so ruddiliga niður, at hon ongantíð vísti seg aftur.
Evsti miðil til at gera hetta var deyðin. At skjóta fólk hevði verið vanligt síðan 1917. Men higartil hevði eingin vágað at brúkt henda atburð móti limum í flokkinum. Flokslimir vóru brøður og systrar, her var tí ein forðing, eitt rituelt "blóðmark", sum darvaði. Stalin hevði fleiri ferðir hálvbrokkast um at fara yvir um hetta markið, men sjálvt harðførir stalinistar sum Kirov ella Ordsjonikidze vildu ikki eftirlíka honum í hesum.
Vit koma nú til tað kanska mest týðandi eyðkennið fyri ta nýggja USSR. Sum nevnt fyrr hevði sovjetski kommunistaflokkurin ongan fólkaræðisligan legalitet, onga rót í atkvøðutali ella fólkavilja. Eina slíka akkersfestu hevði Stalin uppaftur minni. Tað ráddi tí um onkursvegna at loypa bukk um veruleikan og skapa eina mekanismu, sum kundi koma í legalitetsins stað.
Her fekk propagandan avgerandi týdning. Brúk var fyri fíggindamyndum. Tí varð ein nýggj demonologi fyrireikað og bygd upp, sum bæði skuldi gera fólk bangin og geva atgerðum og atsóknum móti "fólksins fíggindum" ein dám av rationaliteti.
RJUTIN OG KIROV
TVÆR ATVOLDIR kunnu hava sett ferð á arbeiðið at byggja upp eitt nýtt, monolittiskt ræðustýri. Onnur hevði samband við tann sokallaða Rjutin-pallin. Martemjan Rjutin, sum var av bóndaætt og eitt skifti hevði verið skúlalærari, var virkin limur í sovjetska kommunistaflokkinum og hevði í 20´unum verið millum teirra, ið funnust at andstøðuni, m.a. eisini at Trotskij. Men Rjutin var maður, ið hugsaði sjálvstøðugt, og tá ið bóndastættin varð týnd og bygdirnar í Ukraina oyðilagdar, vildi hann ikki tiga longur. Hann varð tí koyrdur úr flokkinum.
Rjutin skipaði nú ? í 1932 - saman við nøkrum øðrum ónøgdum marxistum fyri einum nýggjum politiskum andstøðubólki. Fundir vórðu hildnir, og í greinum gjørdi Rjutin-bólkurin vart við, at landið bleiv múlabundið, at valdsmisnýtsla fór fram, at bygdasamfelagið var gjørt til eina oyðimørk, og at list og bókmentir vórðu kryplaðar til at vera skorður hjá stalinleiðsluni. Limirnir í bólkinum vórðu handtiknir tann 15. september 1932. Rjutin varð seinni píndur og skotin. Ein kann í dag ikki annað enn undrast á hansara ófatiliga reystleika.
Hin hendingin fór fram á tí 17. Flokstinginum, tá ið tann nýggja aðalnevndin varð vald. Við tað at bara ein limur var uppstillaður til hvønn sess í nevndini, og hvørt valevni, sum fekk meira enn 50% av atkvøðunum, varð valt, var úrslitið at kalla gjørt av frammanundan. Men atkvøðugreiðslan var loynilig, og sostatt kundi altíð okkurt óvæntað koma fyri.
Og tað óvæntaða hendi. Tá ið talt varð, vísti tað seg, at tær flestu mótatkvøðurnar fóru til Molotov, Kaganovitj og Stalin. Sambært summum vitnum fekk Stalin 292 mótatkvøður, sambært øðrum 270. Hansara sessur var ikki í vanda, men fyri hansara umdømi ? menn runnu nú á leistum rundan um henda nýggja hálvgudin - var hetta ein smeitur. Úrslitið bleiv sjálvsagt dult sum mans morð, og kunngjørt varð, at 3 atkvøður vóru ímóti Stalin og fýra móti Kirov.
Hesi viðurskiftir prógvaðu sjálvandi til fulnar, at Stalin ikki enn hevði fingið fastatøkur á sínum flokki. Ikki bara andi enn ein leivd av andstøðu í flokkinum, Stalin hevði fingið ein nýggjan kappingarneyta. Sergei Kirov, føddur í 1886, fyrrverandi russiskur sendimaður í Georgia, limur í Politbýronum frá 1930 og floksskrivari í Leningrad, hevði fleiri ferðir fingið áheitanir um at lata seg stilla upp til starvið sum aðalskrivari. Kirov var dugnaligur og nógv betur umtóktur í flokkinum enn Stalin.
TANN ARKIMEDISKI DEPILIN
SERGEI KIROV varð skotin seinnapartin tann 1. desember 1934. Morðið varð framt á triðju hædd í Smolnystovninum, tí tignarliga nýklassisistiska bygninginum, sum var høvuðsborg hjá tí sovjetska kommunistaflokkinum í Leningrad.
Drápsmaðurin, Leonid Nikolajev, sum fyrr hevði ligið framvið, var sloppin ótarnaður inn í tann væl varda bygningin. Av onkrari løgnari grund var lívverjin hjá Kirov, Borisov, ikki á varðhaldi, tá Nikolajev skeyt tann gitna flokslimin niður aftanífrá. Ikki minni undarligt var tað, at Borisov, á veg at vitna í kanningunum eftir morðið, varð skotin til deyðis aftanífrá av tveimum NKVD-monnum.
Hóast enn einki fullgott prógv er fyri, hvør ið legði morðið til rættis, tala allar óbeinleiðis ábendingar fyri, at atgerðin var politisk. Fyri ta sovjetsku framtíðina fekk hon sama týdning, sum t.d. ríkisdagseldurin í Berlin í 1933 fekk fyri nazistanna politikk í Týsklandi.
Morðið á Kirov gav leiðsluni í Kreml ta undanførslu og próvgrund, hon higartil hevði manglað, til at fara yvir um "blóðmarkið", t.e. fara undir at skjóta flokslimir, ið kundu bólkast sum "fólksins fíggindar". Hendingin var samstundis stalinismunnar arkimediski depil, grundarlagið fyri tí demonologi, sum nú við teatralskum hugflogi varð bygd upp.
Fíggindar vildu tí nýggja utopia, tess flokki og halga leiðara ann! Brotsmenn, sabotørar, svíkjarar og mordarar vildu USSR til lívs, drepa tess leiðslu, sorla verksmiðjur og jarnbreytir ? og ganga landsins fíggindum, fyrst og fremst Týsklandi og Japan, til handa. Tað stóra bølmennið, sjálvur Sauron í óndskaparins døkka Mordor, var Lev Trotskij.
PÍNING OG GÍSLATØKA
NÆSTA STIGIÐ í ætlanini var at handtaka fólksins fíggindar og revsa teir. Í hesum sambandi er neyðugt at siga eitt sindur um rættarskipanina í USSR. Vanlig siðvenja er í dag í kriminellum rættarmálum at halda fast um eina ávísa mannagongd, við verja og ákæra, vitnis- og próvførslu og óheftum dómsvaldi. Tann skuldsetti er ósekur, til tað mótsetta er prógvað.
Í miðøldini, harafturímóti, varð tann skuldsetti ella ákærdi mangan hildin at vera sekur, áðrenn dómsvigerðin fór fram. Í summum førum, eitt nú tá "gandakellingar" skuldu dømast, fekst prógvið til vega við píning. Eitt slíkt prógv varð, eisini av mentaðum fólki og heimspekingum tá, hildið at vera nóg gott. Tað var hetta slagið av miðaldarligari rættarviðgerð, sum USSR nú vendi aftur til.
Vitnisburður var sostatt, í USSR, fingin til vega við ymiskum sløgum av trýsti, eitt nú vøku og kropsligum torturi. Men fyri at hesi hyggjuráð skuldu roynast ivaleys og skottrygg, vóru tey tvinnað saman við øðrum sløgum av trýsti.
Í hesum sambandi vórðu tvær lógir samtyktar í 1935, sum fingu stóran týdning. Onnur var ein løgskipan frá 7. apríl 1935, sum ásetti, at allar lógir, eisini deyðarevsing, vóru galdandi fyri fólk niður í 12 ára aldur. Hitt var ein løgskipan frá 9. juni 1935, sum staðfesti, at deyðadómur var galdandi fyri fólk, ið flýddu uttanlands, og at ? um talan var um herin ? skuldi bera til at døma ættfólk til upp í 20 ára fongsul, um tey vistu av brotsgerðini, og 5 ára fongsul, um tey einki vistu, men t.d. høvdu búð saman við "brotsmanninum".
Gamlir bolsjevikkar vóru eitt harðført fólkaslag, og dømir vóru um menn, ið kundu tola eisini ógvisliga píning uttan at hokna. Men fáur megnaði at standa ímóti, um hótt varð við at handtaka, fongsla ella pína konu, børn og onnur ættfólk.
RÆTTARMÁL OG TERROR
TAÐ FYRSTA Moskvarættarmálið byrjaði tann 19. august 1936. Ákærdir vóru Kamenjev, Zinovjev, Evdokimov, Bakajev og nakrir aðrir flokslimir. Teir vóru handtiknir longu stutt eftir morðið á Kirov, men hálvtannað ár var gingið, til málið var búgvið, og teir ákærdu mýktir. Píning varð sum heild meira brúkt móti lægri limum, og mær vitandi sluppu Kamenjev og Zinovjev undan slíkum trýsti. Rættarmálið var alment. Teir ákærdu viðgingu seg sekar í øllum ákærum. Ákærin, Visjinskij, kravdi deyðareving.
Stalin hevði lovað sínum gomlu vinmonnum Kamenjev og Zinovjev, at teir skuldu sleppa við lívinum, um teir játtaðu seg sekar. Lyftið varð ikki hildið. Eftir at sakarmálsviðgerðin var av, vórðu teir dømdu førdir niður í fongsulskjallaran og skotnir tann 25. august.
Siðvenja var, at slíkar revsingar eisini raktu húski og ættfólk, og eitt nú vóru bæði kona Kamenjev og teir báðir synirnir skotnir. Zinovjev hevði nógv skyldfólk. Tríggjar systrar hansara vóru sendar í arbeiðslegur og tríggir brøður skotnir. Onkarsonurin Stefan varð skotin í 1937.
Annað rættarmálið byrjaði seinast í januar 1937. Ákærdir vóru m.a. Pjatakov, Sokolnikov, Serebriakov og Radek. Í tí triðja og størsta rættarmálinum, sum varð ført í 1938, vóru teir navnframastu millum teir ákærdu Bukharin, Rykov, Krestinskij og Rakavskij.
Sum nevnt greinaði ræðustýrið seg út um alt tað russiska ríkið. Summi av hesum neyðar fólkum komu fyri rættin. Onnur vórðu handtikin, fongslað og skotin uttan lóg og døm. Tey, sum ikki vórðu skotin, vórðu førd til onkra av tí ørgrynni av arbeiðslegum, sum vóru bygdar til hetta endamál, og har tær størstu lógu í tí velduga GULAG økinum í Sibiria.
Í mong ár høvdu søgufrøðingar ikki atgongd til hagtøl, ið kundu skjalprógva, hvussu víðfevndar hesar útreinsingar vóru. Teir máttu tí ætla um ella byggja síni tøl á framrokningar.
Eftir at skjalasøvn í Russlandi eru latin upp, hava vísindamenn fingið neyvari hagtøl at byggja á. Hesi tøl tykjast at vísa, at metingar hjá eitt nú Robert Conquest hava verið ov avgjørdar, í summum førum nógv ov avgjørdar. Danski søgumaðurin Bent Jensen, professari við Syddansk Universitet, hevur granskað hesar spurningar. Hansara yvirlit (sí hansara bók Gulag og glemsel, 2002) yvir tølini av ofrum er hetta:
1.Borgarakríggið 1918-22 (uppií eru fólk deyð av hungursneyðini 1921-22): 12-17 milliónir deyð.
2.Atsóknin móti kulakkum 1930-33: 0.5-0.6 milliónir deyð.
3.Offur fyri hungursneyðini 1932-33: 6-7 milliónir deyð.
4.GULAG-offur: av teimum o.u. 20 milliónunum, sum komu í arbeiðslegur ella serøkir árini 1930-53: 4-5 milliónir deyð.
5.Avrættað við skjóting: 1-1.5 milliónir.
Heildartalið hjá Bent Jensen er sostatt: millum 23 og 30 milliónir deyð í tíðini 1918-53. Í samanburði við hesa nøgdina hava Robert Conquest og R. Medvedev (sum mettu eftir framrokningum) heildartalið: 54 milliónir. Orðaskiftið um hesi tøl er ikki liðugt enn. Men sum heild tykjast tær nýggju, neyvaru útrokningarnar at hava »bøtt um« Stalins umdømi.
ATSÓKNIN MÓTI HERINUM
EIN SERLIG rættarsak varð førd ímóti leiðsluni í tí Reyða Herinum, bæði marskálkum, herovastum og heryvirmonnum. Tann høvuðsákærdi í hesi sak var Mikhail Tukhatjevskij, sum um hetta mundið var marskálkur og fyrsti varaverjumálaráðharri.
Tukhatjevskij var av fátækari aðalsætt, men var undir borgarakrígnum farin yvir til bolsjevikkarnar. Hann var tá heryvirmaður og vísti seg at vera hernaðarligt flogvit. Seinni fekk hann ein høvuðsleiklut í arbeiðinum at nútímansgera tann Reyða Herin, menna hann tøkniliga og skapa eina sovjetska herstrategi, sum var í samsvar við nútíðar krígsførslu.
Rættarsakin móti herinum var loynilig. Teir ákærdu vórðu tann 11. juni 1937 dømdir fyri landasvik og skotnir longu dagin eftir. Millum teir avrættaðu vóru, umframt Tukhatjevskij, m.a Jakir, Uburevitj og Eidemann, allir herovastar.
Frá atsóknini móti herinum er eitt skjal, sum gevur okkum eina góða mynd av tí mentan, sum um hetta mundið valdaði í leiðsluni í USSR. Ein herovasti skrivaði, dagin fyri hann skuldi avrættast, eitt bræv til landsins myndugleikar, har hann helt uppá, at hann var ósekur. Upp í brævið hava nakrir limir í Politbýronum skoytt hesar viðmerkingar:
Lygn frá byrjan til enda! Skjótið hann!
J. Stalin
Samdur. Bartrog! Latið hann doyggja sum ein hundur. Beria
Hann er svakur. Vorosjilov
Svín! Kaganovitj
Sum nevnt rakti atsóknin móti Reyða Herinum ikki bara sjálva leiðsluna, men eisini eina ørgrynni av hægri og lægri yvirmonnum. Atsóknin vardi í fýra ár, og mett verður, at í tíðarskeiðinum 1937-41 vóru tilsamans 43.000 yvirmenn, bara á bataljóns- og kompaníførarastigi, antin skotnir, sendir í arbeiðslegur ? hetta vóru teir flestu ? ella frákoyrdir. Útreinsingin í leiðsluni fevndi um:
3 av 5 marskálkum
13 av 15 herovastum
8 av 9 herflotaovastum (admiralum)
50 av 57 herliðsleiðarum
154 av 186 fylkis(t.e. divisións-)leiðarum
11 varaverjumálaráðharrar
98 av teimum 108 limunum í tí Hægstu Hernaðarsovjettini
Atsóknin móti herinum var, í einum tíðarskeiði tá Týsklandi brynjaði seg út við nógvari ferð, ein dyggur baksláttur fyri ta sovjetsku verjuna. Eitt heilt ættarlið av vælútbúnum herleiðarum varð fyribeint, og ein heilur skúli av strategiskari vitan, taktiskari nýhugsan og dagførdum tøkniligum kunnleika fór fyri skeyti. Atsóknin var ein høvuðsgrund til, at USSR var so illa tilbúgvið, og bleiv so skjótt kollrent, tá týskurin fór undir Operatión Barbarossa tann 22. juni 1941.
TANN SNÚÐIGI TELVARIN
SØGUFRØÐINGURIN Allan Bullock, sum hevur skrivað eitt stórt verk um Hitler og Stalin, vísir einastaðni á, at hetta eru persónar, sum ? gaman í ? á ein hátt eru sálarliga sjúkir (Bullock nevnir paranoia, megalomani og narcissismu), men sum samstundis kunnu røkja eitt starv, í summum lutum væl og virðiliga. Vit hava longu nevnt, at Stalin var gløggur og snúin taktikari. Hesar gávur vóru honum ein fyrimunur í eini samráðingarstøðu.
Um vit bera hann saman við Lev Trotskij, tann fyrsta sovjetska uttanríkisráðharran, var Stalin heimakráka. Uttanríkismál var ikki ein hagi, hann hevði røkt ella visti nógv um. Men eftir at hann hevði tikið valdið í USSR, og serliga eftir at Adolf Hitler hevði tikið teymarnar í Týsklandi, og, sum líkt var til, neyvan fór at sleppa teimum aftur í bræði, noyddist Stalin at fara at hava eyguni eftir útheiminum.
Sum vit minnast, var doktrinin, áðrenn Hitler fekk valdið, at javnaðarrørslan var høvuðsfíggindin, og nazisman bara ein stokkutur viðfáningur. Í 1934 varð lagt á annan bógv. Leiðslan í USSR royndi nú at eggja til eina fylking millum øðrumegin fólkaræðini vestanfyri og hinumegin tað sosialistiska USSR. Men av tveimum orsøkum spurdist lítið burtur úr hesum royndum. Í fyrsta lagi vístu lond sum Frakland og Ongland lítlan áhuga fyri at samstarva við USSR. Í øðrum lagi vístu tey Týsklandi nógv eftirlæti, við teirri avleiðing, at Adolf Hitler ikki bara fekk høvi til at gera Týskland til eitt væl brynjað stórveldi, men eisini fekk lagt fyrst Eysturríki og síðani Kekkoslovakia inn undir Týskland.
Í 1939 hevði ein heilt nýggj støða tikið seg upp. Týskland var nú tað sterkasta landið í Europa. Samstundis høvdu Stalins atgerðir móti tí Reyða Herinum havt ta avleiðing, at USSR eina tíð ? kanska í nøkur ár ? fór at vera illa støðuført hernaðarliga. Ein fylking saman við Fraklandi og Onglandi, eitt nú til at verja Pólland, sum nú var hótt av Týsklandi, var neyvan longur, í Stalins eygum, ein tølandi møguleiki. Ein annar møguleiki lokkaði: at gera hugmyndafrøðiligt halgibrot og fríggja til Hitler. Men hvat, um Bretland og Frakland hugsaðu tað sama?
Bretland vísti nú, fyri fyrstu ferð, dirvi og fastleika og bant seg til, saman við Fraklandi, at koma Póllandi til hjálpar, um týskurin leyp á. Eingin ivi er, um at vestanveldini nú vildu hava eina bindandi avtalu við Stalin, kanska eina nýggja Ententu. Men í fyrsta lagi vóru teirra royndir at fáa samstarv við USSR jánkasligar. Í øðrum lagi hevði Stalin eitt rótfest misálit á Fraklandi og Onglandi. Kundi tað hugsast, at tey bara vildu hava Týskland og USSR at bresta saman og bløða burtur, meðan hinir hugdu at?
Stalin spældi nú síni kort væl. Hann lætst at samráðast við Ongland og Frakland, samstundis sum hann visti, at týskurin var vitandi um eina møguliga nýggja Ententu, og at Hitler ? sum vildi loypa á Pólland ? hevði harðliga brúk fyri friði við USSR. Tað gekk, sum Stalin tykist at hava ætlað. Tá fyrst glið var komið á tað týsk-sovjetska samstarvið, bleiv Hitler skjótt ógvuliga ótolin.
Sáttmálin millum Týskland og USSR varð undirskrivaður í Moskva tann 23. august 1939. Ì eini loyniligari avtalu ? sum seinni varð nakað broytt - var tilskilað, at londini kannaðu sær áhugaøkir í Eystureuropa og Baltikum. USSR fekk við hesum sáttmála fastatøkur á Eysturpóllandi, teimum trimum Baltalondum (Estlandi, Lettlandi og Litava) og Bessarabia í Rumenia.
Stalin hevði, í eini løtu, tá USSR hernaðarliga var í eini veikari støðu, tikið aftur alt tað land, sum Russland hevði mist eftir fundin í Brest-Litovsk í 1918. Frá Adam Ulamfær hann, sum samráðingarmaður, hetta skoðsmál:
Stalin spældi síni kort snildisliga. Í tí stóra spælinum um heimsins lagnu er tað óhugsandi, at nakar annar hevði fingið høg próvtøl frá einum Talleyrand ella Bismarck. Kortini hevði hann neyvan sigrað í síni ætlan at stýra bardaganum burtur frá USSR, um hann ikki fekk hjálp, ótilvitað, frá Hitleri og Chamberlain.
TROTSKIJ MYRDUR
LEV TROTSKIJ hevði, síðan hann í 1929 var rikin úr USSR, livað sum eitt farumkring, búð í Turkalandi, Fraklandi og Noreg. Í 1938 eydnaðist honum at fáa innivist í Mexico. Hann búsettist í Coyoacán uttan fyri høvuðsstaðin.
Trotskij var øll hesi árini ógvuliga virkin, sum rithøvundur, greinskrivari og politiskur eggjari. Hann helt fram at trúgva upp á ta permanentu kollveltingina og førdi fram, at Stalin, við sínum harðrenda "skrivstovuveldi" hevði svikið hugsjónina. Í 1938 setti Trotskij á stovn tann Fjórða Internationala.
Tað ber illa til í dag at síggja Lev Trotskij sum hetju, ella sum ein Stalin-mótmann, umboðandi eina humanistiska ella fólkaræðisliga kós. Eftir at hann í 1917 var farin yvir til bolsjevikkarnar, tók Trotskij heilhugaður undir við teirra kós. Meðan hann enn hevði vald, fór Trotskij fram við hørðum, og hann var eisini talsmaður fyri at brúka ræðuatgerðir til at verja kollveltingina. Kortini er, yvir lagnuni hjá hesum gávuríka og vilsta andsmenni, eitt veldi av tragiskum slag, sum fær ein at hugsa um tann harða ? og hart revsaða ? grikska kappan Agamemnon.
Trotskij var í 1940 tann einasti, umframt Stalin, av tí gamla liðnum av bolsjevikkum, ið enn var á lívi ella frælsur. Men hann var, í tí stalinsku demonologiini, tann grimasti av "fólksins fíggindum". Hann hevði onga politiska ávirkan, men kanska hevði tað ímyndaligan týdning at fáa bast honum.
Húsini hjá Trotskij í Coyoacán vóru væl vard, og strangt eftirlit var við øllum, sum komu inn í bygningin. Ein amerikonsk kvinna, Sylvia Ageloff, sum var trotskistur, plagdi um hetta mundið at hjálpa Trotskij sum skrivari. Í 1938 lukkaðist tað einum sponskum kommunisti, Ramon Mercader, at koma at kenna Sylviu. Tann vakri og slokti ? men heldur gátuføri - spaniólin fekk samband við ta einsamøllu og heldur misháttu gentuna, hon forelskaði seg í honum, og tey giftust. Soleiðis kom Ramon Mercader at kenna Trotskij og konu hansara Natalju Sedovu.
Tann 20. august 1940 kom Ramon at vitja Trotskij og hevði til hjáputur at biðja meistaran lesa eina grein, hann hevði skrivað. Uppi á sær hevði Mercader ein stóran knív, ein revolvara og ? í frakka-lummanum ? eina ísøks, sum hann (ið var fjallaklintrari) plagdi at brúka. Trotskij setti seg at lesa greinina, og Mercader, sum stóð aftan fyri hann, høgdi ísøksina við allari makt niður í skallan á honum. Trotskij skar í eitt róp, ið vardi "leingi, óendaliga leingi" og var "ønskriligt, hálvavegna eitt skríggj, hálvavegna grátur". Hann doyði dagin eftir tann 21. august 1940, næstan 62 ára gamal.
Atgerðin var, óneyðugt at siga, løgd til rættis úr Kreml, av Beria og Stalin. Ramon Mercader helt seg fara at fáa milda revsing. Kanska roknaði hann við, sum Robert Conquest tekur til, at dómarin fór at halda seg hava roynt at givið Trotskij undirvísing í fjallaklintran. Hann fekk 20 ára fongsul.