Vilja hava uppskot um fráfaringaraldur endurskoðað

Akademikarafelag Føroya (AKF), Starvsfelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya mótmæla, at Klaksvíkar kommuna heldur fast við fráfaringaraldur á 70 ár

AKF, Starvsfelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya, sum umboða limir á almenna arbeiðsmarknaðinum, vilja við hesum staðiliga heita á Klaksvíkar kommunu um at endurskoða uppskotið um reglugerð fyri fráfaringaraldur.

 

- Seinastu árini hevur gongdin á arbeiðsmarknaðinum verið greið: Fráfaringaraldurin er hækkaður og fleiri myndugleikar hava nú heilt avtikið hann. Hetta byggir á ta hugsan, at aldur í sjálvum sær ikki eigur at vera avgerandi fyri, nær fólk skulu gevast í starvi.

 

Feløgini vísa á, at í 2007 varð fráfaringaraldurin hjá landinum hækkaður úr 67 upp í 70 ár, og í 2022 varð hann aftur hækkaður til 72 ár. Nú er ætlanin hjá landinum at avtaka fráfaringaraldurin heilt, fyri at styrkja støðuna hjá eldri starvsfólkum á arbeiðsmarknaðinum.

 

- Eisini hevur Tórshavnar kommuna avtikið fráfaringaraldurin, við grundgevingini, at ongin skal vera fyri mismuni vegna aldur.

 

Tó varð, á býráðsfundi tann 23. september 2025, eitt uppskot viðgjørt um dagføring av reglugerðini um fráferð úr starvi fyri aldur, har Klaksvíkar kommuna velur at halda fast við markið á 70 ár – tó við ætlan um eina stigvísa tilgongd.

 

- Vit meta, at samfelagið hevur flutt seg. Ein skipan, har fráfaringin er treytað av aldri heldur enn førleikum og vilja, er bæði ótíðarhóskandi og diskriminerandi.

Tí heita feløgini á býráðið í Klaksvíkar kommunu um at endurskoða skipanina.

 

- Vit mæla til, at Klaksvíkar kommuna avtekur fráfaringaraldurin og heldur mennir eina seniorskipan, sum gevur eldri starvsfólkum møguleika at halda fram í starvi við hóskandi treytum og tillagingum.

 

Fakfeløgini vilja samstundis minna á, at mong eldri starvsfólk eru virkin, roynd og arbeiðsfør – eisini væl upp í árini. Hetta er ein stórur tilfeingisvinningur fyri kommununa og samfelagið, ikki ein byrða.

 

- Talan er ofta um starvsfólk, sum hava slóðað fyri innan sítt fakøki og hava savnað sær holla vitan og royndir, ið eru týdningarmiklar at varðveita, siga feløgini í skrivinum til Klaksvíkar kommunu.