Í gjárkvøldið kom fráboðan um, at onkur hevur brotið inn í Rúsuna á Sandi. Viðkomandi hevur verið inni, men staðfest er ikki, hvat er tikið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
– Vit hava slóð at ganga eftir, og vit kanna málið víðari. Men vit eru áhugað í at frætta frá fólki, sum møguliga hava sæð ella hoyrt eitt hvørt, sum kann hjálpa okkum eitt sindur víðari, sigur vaktleiðarin.
Enn er ikki greitt, um nakað er tikið, ella hvørjum viðkomandi hevur verið inni eftir. Men viðkomandi hevur verið inni, er staðfest.
Nú verða vakmyndatól o. a. kannað, og løgreglan hevur eisini møguleika at kanna ymiskt annað, eitt nú, hvør hevur koyrt ígjøgnum Sandoyartunnilin.










