Vesturlendska hernaðarsamgongan NATO umhugsar at vera meira ágangandi í sínum svari uppá russisk net-álop, sabotasju og brot á loftrúmið.
Tað sigur Giuseppe Cavo Dragone, admiralur og formaður í hernaðarnevndini hjá NATO og ovasti herleiðari hjá NATO, við Financial Times.
- Vit kanna alt. Á netøkinum eru vit rættiliga viðbrekin. At vera meira ágangandi ella proaktivur í staðin fyri reaktivur er nakað, sum vit umhugsa, sigur Dragone við miðlarnar.
Fleiri evropisk londum hava meldað hybridkrígstilburðir yvir eitt tíðarskeið. Nakrar av hesum hevur Russlandi fingið skyldina fyri, meðan óvissa er um aðrar hendingar.
Russland noktar sum heild at føra hybridstríð móti vesturlondum.
Men til dømis metir fregnartænastan í donsku verjuni, at so er.
Dragone sigur, at ein meira ágangandi tilgongd hevði verið eitt stig burtur frá vanligu tilgongdini hjá NATO. Tí verður millum annað hugsað um lógarkarmarnar.
Hybridstríð kann vera misinformatión og propaganda. Men tað kann eisini vera háttaløg sum net-álop og búskaparligt trýst - ella til dømis njósning og sabotasju.
Hetta eru álop, sum eru undir markinum fyri vanligum kríggi.
Dragone sigur við Financial Times, at fyri NATO kunnu "fyribyrgjandi álop" onkuntíð metast sum "verjulig".
Talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, hevur harðliga funnist at útsøgnunum hjá Dragone.
Hon sigur, at Russland sær tað "sum eitt ógvuliga ábyrgdarleyst stig, sum vísir, at samgongan er til reiðar at fara ímóti víðari eskalering".
- Vit síggja tað sum eina tilætlaða roynd at undirgrava royndirnar at koma víðari frá kreppuni í Ukraina, sigur hon - helst vísandi til friðarsamráðingarnar, sum eru í gongd.
Í samrøðuni varpar Dragone eisini ljós á eitt tiltak móti hybridkríggi, sum hevur virkað.
Tað er Operation "Baltic Sentry", sum varð sett í gongd í januar eftir fleiri hendingar við kaðalbrotum á havbotninum í Eystursjónum. Navnið á virkseminum kann týðast sum "Baltiski verjin".
Sum liður í "Baltic Sentry" hava skip, flogfør og dronur eftirlit við Eystrasalti fyri at mótvirka kaðalbrotum, sum hava verið knýtt at skuggaflotanum hjá Russlandi. Síðani tann raksturin byrjaði, er "einki hent", sigur Dragone.
Skuggaflotin verður av ST-sjóvinnustovninum lýstur sum skip við óhóskandi tryggingaravtalum, sum umganga revsitiltøk og sleppa undan eftirliti.
Skipini sigla undir øðrum flaggi enn tí russiska, og harvið umganga revsitiltøkini hjá Vesturheiminum móti oljuútflutninginum hjá Russlandi.
/Ritzau/










