Útlendingur varð­halds­fongsl­aður í tvær vikur

Ein útlendingur var í gjár í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti

Føroya Rættur avgjørdi í gjár, at ein útlendingur skal vera sitandi í varðhaldi í tvær vikur, meðan løgreglan kannar mál ímóti honum. Hann varð handtikin og skuldettur fyri hóttanir.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at maðurin skal hava hótt fleiri starvsfólk á hotellum í Havn, og at hesar hóttanir vóru so álvarsligar, at rætturin gjørdi av at varðhaldsfongsla mannin.

Talan er um ein útlending, sum er í Føroyum. Greitt er ikki, hvørji ørindini hjá honum í Føroyum eru.