Vandalisma - enn einaferð

    

Ein viðmerking til Holgar Jacobsen til viðmerking hjá honum í Sosialinum 29.4.2003. Eisini vil eg siga nøkur orð til tey mín upprunaliga viðmerking var til.
Hevði eina viðmerking í bløðunum herfyri um, eftir mínum tykki, óbótaligu skaðagerðina eg sá verða framda niðri á flúgvarabedingini niðri við Vatn í Vágum. Mín viðmerking var ikki vend móti nøkrum ávísum fólki ella felag, men móti einari gerð.
Eg nevndi í viðmerkingini, at eg havi einki ímóti »rossafólkunum«, og tað havi eg framvegis ikki. Sjálvt um Holgar rør upp undir, at mín viðmerking skuldi meira vera skriva av illvilja móti teimum heldur enn av harmi yvir flúgvarabedingina.
Veruleikin er kortini øvugtur, eg skilji væl at Vága Ríðingarfelag roynir at skaffa sær umstøður til sítt virksemi. Og mín harmur um flúgvarabedingina er sanniliga ektaður. At eg ikki eri fegin um hesa einstøku gerðina hjá Vága Ríðingarfelag, er so ein onnur søk. Veruleikin er og var annars tann, at mín viðmerking als ikki var til Vága Ríðingarfelag, og tað er hon framvegis ikki. Eg meti meg ikki at hava nakað útistandandi við felagið. Mín viðmerking var til myndugleikarnar.
Sum eg segði, skilji eg væl at áhugabólkar royna at skapa sær umstøður til sítt virksemi, men eg skilji ikki, at myndugleikarnir hava givið sítt viðmæli í hesum førinum og til hetta virksemi júst á hesum staðnum.
Eg havi nú eftirfylgjandi sett meg betur inn í málið, og nú veit eg so hvørjir syndararnir eru. Og teir eru ikki fyrst og fremst Vága Ríðingarfelag, men Friðingarnevndin og Landsverkfrøðingurin. Tað eru hesir stovnar, sum hava givið loyvi til oyðileggingina.
At vit hava ein landsverkfrøðing, sum sýnir so lítla vitan og virðing fyri okkara søguligu støðum, má eg siga, ræðir meg. Tað er ikki góð vón fyri framman fyri okkara søgu og mentan við slíkum fólkum við ræði. Hvat verður tað næsta? Hvar í landinum fara teir næstu ferð, uttan ávarðing, at geva loyvi til at søgulig og mentanarlig virði verða løgd í oyði? Har má sigast, at landsverk-frøðingurin so avgjørt ikki hevur verið sína stóru ábyrgd og uppgávu vaksin.
So eru tað friðingarmyndugleikarnir, sum í sínari tíð t.d. »noktaðu« Sørvágs kommunu at leggja eina væl niðurgrivna, goymda og tyrvda vatnleiðing á Fjallavatn at fáa eyka vatn til bygdina tá turkur er. Eg veit væl, at ein heilt onnur nevnd situr nú, men nú tekur henda nevndin ein líka tápuliga avgerð, bert við øvugtum forteknið, nú verður »játtað« at oyðileggja eitt søguligt og órørt stað. Tað skal valdast at loypa úr einari grøv í aðra?
Holgar Jacobsen vil vera við, at flúgvarbedingin ikki var í so góðum standi, sum eg segði, og at órudd stundum hevur ligið har og at tað átti eg eisini at hava mótmælt. Hugsar ein um, at bedingin er 62 ára gomul so var hon í ótrúliga góðum standi og hon sá framvegis gott út. Betongið var púrt einki sliti og óruddi var tikið burtur nú, hvør so hevur gjørt tað, Vága Ríðingarfelag ella onnur. Óruddið skaddi ikki bedingina, men at seta ein broytt at grava allan bakkan burt og at tyrva stóran part av bedingini, tað ger skaða. Undir mold rotnar betongið skjótt burt, tað sum ikki longu er grivið burt.
At bert tveir »teymar« sum hann sigur eru tyrvdir, heldur hann bilar ikki. Hesir »teymar« eru altso betonggøtur og eitt parkeringspláss til flúgvara og ein grund undir einum neysti, ið hoyrdi til bedingina. Tað hoyrdu annars trý parkeingspláss til bedingina, tvey eru undan enn. Annars er nakað tyrvt oman á sjálvan vøllin, umframt at alt umhvørvið á staðnum er missfari og nærum ikki til at kenna aftur. »Teir heyggjar ið nú eru slættaðir, eru ikki nattúruheyggjar, men gjørdir av maskinum undir seinna heimsbardaga«, (tí bilar tað ikki um teir eru burt ?), heldur Holgar.
Har tekur Holgar aftur feil, júst tað, at heyggjarnir, so at siga hoyrdu til verkið, gjørdi teir søguligar - kanska meira søguligar enn um teir »bara« vóru nattúrligir heyggjar - tað eru tað jú so nógvir heyggjar ið eru.
Holgar heldur tað vera løgið, at eg mæli til at virksemið hjá ríðingarfelagnum skal vera har uppi, tað longu var, tí tann banin liggur á gamla bygdavegnum, sum væl er fornminni (heldur Holgar). Um tað er fornminni ella ikki, skal eg ikki siga, men har var skaðin hendur, so ístaðin fyri at »víðka um skaðan« við eisini at oyðileggja flúgvarabedingina, nevndi eg bert, at betur hevði verið at havt virksemið har, tað longu var. Har er heldur ikki so stóru jarðarmunur, sum Holgar vil vera við. Men har krevst loyvi frá haganum, og um slíkt hevði verið givið, er so ein annar spurningur.

Mín orsøk
Holgar sigur at enda »spell at summi fólk altíð mótmæla, tá okkurt verður gjørt, um tað er av persónligum orsøkum, peningaligum ella bara fyri at verða hoyrd, skal verða ósagt.«
Hartil skal sigast, at eg ikki havi havt til vana at mótmæla. Tað er nógv hent t.d. í Sørvági, sum eg kundi havt mótmælt, hevði mín einasta orsøk verið »at mótmæla«. T.d. eru fleiri søgulig hús tikin niður í bygdini seinastu árini og eg havi ikki sagt eitt orð. Grundin er tann, at eg stórt sæð havi verið samdur við bygdarráðnum, at hesi hús stóðu so fyri, at tey ikki kundu standa longur, skuldi bygdin liva eitt vanligt lív. Tey stóðu einfalt til fortreð. Eisini skal sigast, at t.d. bygarráðið altíð hevur kunnað um sínar gerðir tá slíkt hendir í góðari tíð, so ein kundi mótmæla, um ein hevði hug.
Í hesum førinum við flúgvarabedingini var hetta ikki so, sum eg nevndi í fyrru viðmerkingini, so stóð henda støðin als ikki til fortreð fyri nøkrum. Her hevur so eisini landsverkfrøðingurin staði fyri, og er alt hent í duldum. Eingin visti av nøkrum fyrr enn ein ovurvaksin broyt longu sóð og gróv økið upp. Eisini hetta er dømi um sera ódámligan og ódemokratiskan framferðarhátt. Í slíkum føri er dekan og sent at fara og tosa við myndugleikar og at spyrja seg fyri. Ein kundi sjálvandi ringt og deilt, men eg hugsi ikki tað hevði nyttað stórt.
At tað skulu vera peningaligar grundir undir mínum mótmæli latið eg fara, eg rokni við at eg missi meira peningaliga enn eg vinni við at tala at hesum ? soleiðis er tað bara. Eg latið meg bara ikki ræða av tí. »Fyri tí tú veitst er rætt, doyggj um so má vera?« er tað ikki soleiðis vit so vakurt syngja? Spurningurin er bara, meina vit nakað við tað?
Til tað seinasta, at eg mótmæli fyri at vera hoyrdur ella fyri at gera vart við meg sjálvan, latið eg eisini fara, eg havi faktist so frætt av fantasii, at eg kundi funnið upp á hundrað aðrar, áhugaverdari og populerari mátar at gjørt vart við meg upp á, var tað mín einasta orsøk. Men eg skilji væl, okkurt skal ein siga, tá einum fattast argumentir, og eg taki tað als ikki illa upp, eg havi longu fyrigivi tí. Eg havi, sum eg longu havi sagt, einki útistandandi hvørki við Holgar Jacobsen ella Vága Ríðingarfelag, og tað ynski eg skal vara við. Mítt mótmæli var og er framvegis móti myndug-leikunum. Og sum Holgar, sum mær faktist dámar væl, sigur: »sjálvandi er ymiskir mátar at frambera síni sjónarmið.«
Jú, ein kann møta upp hjá myndugleikunum í nálastrípaðum klædningi og við sakførara undir liðini, ein kann fara á gøturnar við bannarum og plakatum, ella ein kann skriva eina viðmerking í bløðunum. Eg vældi so tað seinasta?
Eg skal eisini siga, at tað eru fleiri, serliga eldri fólk í Sørvági, sum hava sagt mær, at tey bart út sagt eru skelka av tí sum fram er fari í hesum málinum ? so tað er ikki bara Sonni Jacobsen, sum er forharmaður av at tí, sum hent er við flúgvarabedingi.
Persónliga sakni eg, at landsstýrið vaknar og fær steðga hesi vandafullu gongd, sum nú er við at taka seg upp, áðrenn ov seint er! Helst er landsverksfrøðingsstovnurin ikki rætti myndugleiki at umsita slík virði? ? Hetta dømi sýnist at benda á tann bógvin.
Eisini hetta, at eitt øki, sum í sínari tíð var ognartikið til flogvøll frá hagunum, nú verður latið til heilt annað endamál og til heilt onnur fólk, sýnir ikki stórvegis virðing fyri upprunaligu eigarunum.