FM KAPPRÓÐUR
Lagið er einki serligt í Kappróðrarfelagnum NSÍ. Teir hava arbeitt við og vónað, at hini feløgini fóru at taka undir við, at FM kappróður skal vera á hvørjum ári á Eystanstevnuni. Tað vildi aðalfundurin í Róðrarsambandinum, sum varð hildin 29. mars, ikki taka undir við. Og leygardagin staðfesti eykaaðalfundur, har spurningurin um sjeyndu FM stevnuna var tann einasti á skránni, avgerðina, sum varð tikin síðst í mars. Tað vil við øðrum orðum siga, at Skála/Strendur og Vestmanna skulu skiftast um sjeynda FM kappróðurin, og at tær tríggjar bygdirnar í Vágum skulu skiftast um Vestanstevnuna.
Harvið er støðan hjá Runavík verri, enn hon var, áðrenn teir í Kappróðrarfelagnum NSÍ av fyrstan tíð komu við uppskotinum um sjeyndu FM stevnuna. Higartil hevur FM kappróður verið annað hvørt ár í Runavík, og hitt árið hevur verið skipað fyri stevnu uttan FM kappróður. Tað ber sjálvandi framvegis til, men nú er støðan tann, at tann dagin, tá ið Eystanstevnan higartil hevur verið hildin, verður FM kappróður hinumegin fjørðin! Hetta er sjálvandi beiskur biti at svølgja hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, sum ? burtursæð frá Havnar Róðrarfelag ? man vera tað størsta og mest virkna í landinum. Men tað er fólkaræðið innan kappróðurin, sum hevur tikið avgerðina um, hvussu FM kappingin í kappróðri skal skipast, og harvið verður tað.
Ikki til at rokna út
Tað var Kappróðrarfelagið NSÍ, sum hevði tikið stig til eykaaðalfundin, sum var fyrrapartin leygardagin. Ásetingarnar siga, at um meiri enn helmingurin av feløgunum ynskja tað, so skal Róðrarsambandið kalla inn til eykaaðalfund. Kappróðrarfelagið NSÍ hevði fingið seytjan av teimum um tríati feløgunum at skriva undir uppá, at tey vildu hava eykaaðalfund.
Á fundinum leygardagin møttu nítjan limafeløg. Nevndin í Róðrarsambandinum hevði tvær atkvøður. Talan var um skrivliga atkvøðugreiðslu, og tíggju vóru fyri uppskotinum at FM stevna á hvørjum ári skuldi vera í Runavík, og at ein FM kapping annað hvørt ár skuldi vera í Vestmanna og annað hvørt ár í Fuglafirði. Ellivu vóru ímóti hesum uppskoftinum. Ásetingarnar siga, at um tað hevði staðið á jøvnum, so hevði atkvøðan hjá RSF verið avgerandi.
Undan atkvøðugreiðsluni var orðaskifti í ein stívan tíma. Orðaskiftið snúði seg millum annað um, hvussu tað skuldi vera við fulltrúum. Kappróðrarfelagið NSÍ hevði fulltrú frá tveimum feløgum við á fund, men teir fingu ikki loyvi at nýta tær. Nevndin í RSF vísti til ásetingarnar og ÍSF siðvenju, og so taldu fulltrúirnar ikki við. Á fundinum síðst í mars varð atkvøtt við at rætta hondina upp. Hesa ferð var atkvøðugreiðlsan skrivlig.
? Atkvøðugreiðslan vísti, at tað ikki er samband millum, at feløgini tóku undir við eykaaðalfundinum og tí, sum tey atkvøddu á fundinum, staðfestir Hannis Joensen, formaður í RSF. Hann veit at siga, at tað ikki akkurát vóru somu feløgini, sum møttu hesa ferð, og sum møttu á aðalfundinum fyri hálvum øðrum mánað síðani.
Av fyri hesa ferð
Formaðurin í RSF sigur, at aftur hesa ferð vildi nevndin ikki leggja seg út í, um FM róðurin skuldi vera her ella har.
? Leikluturin hjá okkum var at syrgja fyri, at uppskotið, sum var til atkvøðugreiðslu, var sambært ásetingarnar hjá RSF. Uppskotið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ gekk út uppá, at FM kappróður skuldi vera á Eystanstevnu fjúrtan dagar eftir Norðoyarstevnu, og at FM kappróður skuldi vera fyrsta vikuskifti í juli annað hvørt ár í Fuglafirði og í Vestmanna. Hetta hevði verið í andsøgn til grein tvey, sum sigur, at feløgini boða frá, nær teirra stevnur eru, og at RSF ásetur nær kappingarnar skulu vera, um ósemja er millum feløgini. Tí settu vit broytingaruppskot fram, sum var í samsvari við tað hjá NSÍ, men sum var øðrvísi orðað. Tað var hetta uppskotið, sum var til atkvøðugreiðslu, men sum fall.
Hvussu verður nú?
? Nú vendist ikki aftur. FM kappróður verður á vestara armi á Skálafjørðinum í ár og í Vestmanna næsta ár. Samtyktin, sum nú er gjørd tvær ferðir, verður galdandi, inntil tað á aðalfundi møguliga verður samtykt okkurt annað, sigur RSF formaðurin.
Tær sjey FM kappingarnar í kappróðri í ár vera hesar: Norðoyarstevna 31. mai, á Skála/Strondum 14. juni, á Kollafirði 21. juni, á Jóansøku 29. juni, á Varmakeldu 5. juli, á Vestanstevnu í Sandavági 12. juli og á Ólavsøku 28. juli.