John hevur umboðað Føroyar 127 ferðir

48 ára gamli tvørámaðurin av donskum uppruna, sum hevur telvað fyri Føroyar síðani 1984, er avgjørt hugaður at umboða Føroyar, tá ið talvolympiada aftur verður á skránni komandi ár

LANDSLIÐSMET

Í 127 landsdystum hevur hann umboðað Føroyar. Talan er um John Rødgård á Tvøroyri, og tað er talv, sum vit tosa um. Hann biður okkum kanna eina ferð afturat, um tað ikki er onkur annar, sum hevur umboðað Føroyar oftari enn hann. Sambært upplýsingunum, sum vit higartil hava fingið, so eru tað ikki aðrir, sum hava umboðað Føroyar so ofta í talvi, sum John hevur gjørt. Tá ið vit fregnast, er hann ikki heilt vísur í, hvussu ofta hann hevur verið partur av talvlandsliðnum. Hann heldur tað liggja um 125 ferðir, og tá ið hann hevur fíntalt, sigur hann talið vera 127.
Hvussu hevur skorist?
? Tað gjørdi eg upp samstundis, sum eg taldi dystirnar, og eg kom til 70,5 stig.
Ert tú nøgdur við tað?
? Tað svarar til 55,51 procent. Vit plaga at siga, at tað, sum vit í Føroyum megna omanfyri hálvt hundrað prosent í altjóða telving, tað er á góðari leið.
Men kunnu vit roknað talv sum annan ítrótt?
? Hatta hevur verið viðgjørt og tosað nógv og leingi um. Sjónarmiðini eru eitt nú, at talv er list og mentan í breiðum týdningi, og so verður sagt, at talan er um ítrótt.
Hvat heldur tú?
? At talv væl eisini kann roknast sum ítrótt. Nógvar av somu fyritreytunum, sum skulu til í øðrum ítróttargreinum, skulu eisini vera hjá teimum, sum fáast við talv. Eitt nú krevst, at tú ert likamliga væl fyri. Ert tú ikki tað, so vikna evnini at savna seg um uppgávuna, og so hilnast tað ikki so væl. Hesa seinastu tíðina er styrkistalið hjá mær fallið eitt sindur. Eg veit, at tað hevur við tað at gera, at eg ikki eri so væl fyri likamliga, sum eg havi verið. Tað ætli eg at gera nakað við, og so rokni eg við, at tað fer at síggjast aftur í telvingini.
Millum aðrar síður, har talv minnir um annan ítrótt, er, at altjóða olympiska nevndin, IOC, fyri ikki so langari tíð síðani hevur góðkent talv sum olympiska ítróttargrein. Tað hevur verið tosað um, at telvingin, sum higartil hevur havt sína egnu olympiadu, skuldi flytast til olympisku vetrarleikirnar ella summarleikirnar, og tað eru fleiri, sum íðin ganga inn fyri hesum. Men John Rødgård heldur ikki, at hetta hevði verið til fyrimunar fyri føroyska telving.
? So hevði kappingin ivaleyst verið avmarkað til færri luttakarar, enn hon er tað nú. Eg rokni við, at so høvdu t. d. tær hálvt hundrað bestu talvtjóðirnar luttikið, og so hevði okkara støða verið minni áhugaverd, enn hon er nú, tá ið vit kappast saman við hinum og fáa høvi at royna okkum ímóti teimum størstu.

Stóð í boði at umboða Danmark
John Rødgård kom til Føroya í 1976. Tá ið hann av fyrstan tíð varð kendur í Føroyum, var tað sum fótbóltsspælari. Hann var sera týdningarmikil miðvallari á TB liðnum, sum vann FM í 1976 og 1977, og hann var eisini við til at vinna FM í 1980 og í 1987.
? Tá ið eg kom til Tvøroyrar, var tað ikki ein spurningur um at velja millum talv og fótbólt. Her var eingin at telva ímóti, so tað gav seg sjálvt. Eg spældi síðstu ferð við TB í 1996, men tá var tð langt síðani vorðið til tað, at fótbólturin stóð í skugganum av talvinum.
Fekst tú nakrantíð tilboðið at spæla á føroyska fótbóltslandsliðnum?
? Ongantíð, og tað skilji eg væl. Tá var landsliðsarbeiðið í fótbólti ikki so skipað, sum tað er nú, dystirnir vóru sera fáir, og eg haldi ikki, at tað var undarligt, at tað bara vóru innføddir føroyingar, sum vóru á landsliðnum. Síðani hevur onkur danskari verið á liðnum, men teir hava havt føroyskar røtur.
Hevur tær nakrantíð staðið í boðið at telva á danska landsliðnum?
? Eina ferð. Eg haldi, at tað var eina ferð í sjeyti árunum. Men eg tók okkurt annað framum, og so fekk eg ikki boð aftur.
Um tú hevði havt tikið av ta ferðina, hevði tað so havt við sær, at tað seinni ikki hevði borið tær til at umboða Føroyar?
? Tað haldi eg ikki. Eitt nú skifti Spasski frá Sovjetsamveldinum og til Frakland, og síðani múrurin fall hava fleiri, sum eru føddir í og áður hava umboðað londini í Eystureuropa, nú umboðað eitt nú Ísrael, so tað hevði neyvan verið nakar trupulleiki.

Stór hál
Fyrsta ferðin John Rødgård, sum í 1990 varð kosin IM meistari, var á føroyska landsliðnum, var í 1984. Talvolympiadan var í Saloniki í Grikkalandi, og John sat á fyrsta borði. Hann hevur verið við hvørja ferð, føroyingar síðani hava luttikið í talv olympiadum.
? Vit vóru ikki við í 1986, tá ið kappingin var í Dubai í Sameindu Arabisku Emiratunum. Ta ferðina boykottaðu vit og fleiri onnur lond kappingina at mótmæla, at Ísrael varð sýtt luttøku.
Sammett við aðrar kappingar fyri landslið kemur nógv upp á loggið, hvørja ferð talvlandsliðið luttekur í olympiadu, og tað hevur eisini týdning, at kappingarnar eru so títtar sum annað hvørt ár:
? Tær fyrstu ferðirnar Føroyar luttøku ? tað var áðrenn eg var við ? vórðu telvað eini tjúgu umfør. Nú hevur í mong ár verið telvað fjúrtan umfør, og eg havi telvað einar tólv ferðir. Tað vil siga, at samlaða dystartalið er rættuliga nógv hækkað, hvørja ferð vit hava luttikið.
Roknar tú við, at landsdystartalið hjá tær fer at hækka nógv afturat?
? Tað er ilt at siga. Sammett við annan ítrótt nýtist aldurin ikki at tyngja á sama hátt. Eg eri 48 ára gamal, og tað er í talvhøpi ikki nógv, um sammett verður við eitt nú russaran Viktor Korchnoi, sum býr og telvar í Sveis. Hann er 72 ára gamal, og hann er framvegis millum teir bestu í heiminum. Næsta olympiadan verður í 2004 á Menorka í Miðalhavinum. Mær hevði dámt væl at verið við. Tíbetur gongur tað skjótt rætta vegin hjá ungu føroysku telvarunum, so tað er kapping um plássini. Men eg fari at gera mítt fyri at vera við, sigur John Rødgård. Nógv tær flestu ferðirnar, hann hevur umboðað Føroyar hevur tað verið í olympiadu høpi. Sjey av teimum 127 talvunum hevur hann telvað í tí, sum verður rópt 8?landakappingum.

Serligir sigrar
Tá ið vit at enda spyrja John Rødgård, um tað millum teir 127 landsdystirnar er nakar, sum hann serliga minnist aftur á, so heldur hann fyri, at ein munur millum at vera ungur telvari og meiri tilkomin telvari er, at minnið um ítøkiligu talvini ikki er so gott, sum tað hevur verið.
? Fyrru árini mintist eg nágreiniliga talvini, sjálvt um tey vóru fleiri ára gomul. Tað geri eg ikki longur. Tað knípir við at minnast talvini, sjálvt um tey eru rættuliga fesk.
Men um tú skalt nevna nøkur?
? Tað hevur ofta verið tosað um, tá ið eg á talvolympiaduni í Saloniki í 1984 í fyrsta landsdystinum fyri Føroyar við svarta fólkinum fekk remis ímóti Spasski. Hann var fyrrverandi heimsmeistari úr Sovjetsamveldinum, sum nú umboðaði Frakland. Sjalvandi var tað nakað serligt at sita yvirav honum og at røkka remis. Men sjálvur havi eg verið fegnari um telvingina hjá mær onkra aðra ferðina. Eitt nú tá ið tað í 2000 við svarta fólkinum eydnaðist at vinna á kekkiska stórmeistaranum Blatny.
Hvør roknar tú við verður fyrsti føroyski telvarin at fara framum teg í tali á landsdystum í talvi?
? Tað ber ikki til at vita nakað um tað. Men eg hevði ikki verið kløkkur, um onkrir av blaðungu telvarunum í framtíðini ofta umboðaðu Føroyar. Eg hugsi eitt nú um Martin Poulsen, Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen.