frammi um at Suðurtýsku bilgigantarnir og kappingarneytarnir BMW og Mercedes-Benz hava ætlanir um samstarv á fleiri økjum. Higartil hava tað bert verið óváttað tíðindi, men nú er nakað við at henda, skrivar [...] skrivar týska avísin Frankfurter Allgemeine Zeitung, sum heldur at hetta helst er orskað av fíggjarkreppuni, sum ávirkar allan bilaídnaðin. Til dømis minka BMW í løtuni um framleiðsluna av Mini, og Mercedes-Benz [...] lu, men hetta er helst bert byrjanin til nógv meira samstarv, skrivar týska blaðið. TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum
næstbesta liðið hjá EB/Streymi Víking í Leirvík, og tað eydnaðist gestunum at fara til hús við 2-1 sigri, sum ber við sær, at EB/Streymur tvífaldaði um sítt stigatal. Gestirnir skoraðu tvær ferðir í 1 [...] seinna førinum eftir stikkbólt frá Marcel. Í 2. hálvleiki trýsti heimaliðið fyri at svara aftur, men tað eydnaðist teimum bara at skjóta eitt mál, sum unglingaspælarin Finnur Justinussen setti í netið eftir
í samstarvi við útbúgvingarstovnar í útlondum. Í lýsingini verður roknað við, at umsøkjararnir hava læraraútbúgving, og at teir hava minst tvey ára starvsroyndir innan økið. Sambært lýsingina verður farið [...] Læraraskúlin lýsir í vikuskiftisbløðunum við nýggju lesivegleiðaraútbúgvingini, sum lærarar hava møguleika at taka tvey tey næstu árini Føroya Læraraskúli lýsir í vikuskiftisbløðunum við nýggju útbúgvingini til [...] fíggjarlógaruppskotinum sett pengar av til vikarar til teirra, ið fara undir útbúgvingina og tískil fara at fáa tímaniðurskurð.
Lort í býin! í Norðurlandahúsinum í oktober? Og hava tit hug at síggja Meylu og vinirnar aftur? Fríggjadagin og leygardagin verður høvi at síggja Meylu og vinir hennara á palli í Gøtu og í Ósáskúlanum [...] Atgongumerki eru at fáa á Shell-støðini í Gøtudali, hjá Kall í Saltangará og við dyrnar ein tíma undan konsertini. Leygardagin verður konsertin í Ósáskúlanum í Klaksvík klokkan 16. Atgongumerki eru at fáa á Sh
fíggjarlógaruppskotinum sigur landsstýrið seg tó ætla at seta 10 milliónir krónur av til tunnlar Norður um fjall næsta ár. Men Bjørt Samuelsen kann tó ikki lova, at ein einasta króna verður sett av næsta ár, tá [...] avtornar. - Vit fáa ikki gjørt alt í senn. Í ár er støðan tann, at íløgukarmurin er sera trongur, vit fáa ikki gjørt alt í senn, og tí er neyðugt at raðfesta, segði landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen
súkkluni merkti Joan, at hon ikki hevði tey bestu beinini. Hon kom av súkkluni sum nummar sjey og fekk arbeitt seg fram á fimta plássið undir 21km langa rennitúrinum. -Eg eri glað, at eg náddi mínum máli [...] vikuskiftið lut í kapping á hálvum ironman-teini í Eysturríki. Undan kappingini hevði Joan sett sær sum mál at enda millum fimm tær bestu kvinnurnar, og við einum 5. plássi náddi hon hesum máli. Men hóast hetta [...] máli, sjálvt um eg hevði ein dag har ikki alt gekk eftir ætlanini. Hetta er gott at hava í tonkunum til komandi kappingar, segði hon eftir kappingina
sjóverjuni var at fremja vanligt eftirlit. Tá fólk komu umborð á Stålholm, var skipið á leiðini umleið 140 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum. Undir eftirlitinum staðfesti sjóverjan, at lastaskipanin [...] ikki var sambært kunngerð nr. 47 frá 9. apríl 2006, grein 6 stk. 1 og 2. - Tað hevur stóran týdning, at hesar reglur verða hildnar, tí tað er henda skipan, sum er grundarlagið undir uppgerðini av veiðini [...] Skiparin á Stålholm fekk fyrilagt ákærurit við bót upp á 50.000 krónur, og haraftrat varð hann biðin um at fara úr føroyskum sjógvi. Skiparin viðurkendi seg sekan í brotinum og góðtók eisini bótina upp á tær
starvið frá sær aftur. Portalurin hevur roynt at fingið orð á Dánjal Andreasen fyri at frætta, hví hann longu leggur frá sær, men hann hevur ikki verið at hitt. Tá Dánjal Andreasen tók við sum strandf [...] strandferðslustjóri, loysti hann av Jákup Danielsen, sum hevði verið fyribilsstjóri, eftir at Regin Vágadal fór úr starvinum eftir ósemju við Jacob Vestergaard, landsstýrismann. Dánjal Andreasen er úr Leirvík
viðgerð av ov høgum stoffskifti.? Aftaná fyrilesturin ber til at spyrja Leif Mosekilde um bæði ov lágt og høgt stoffskifti og øllum, sum er tengt at ólagi í stoffskiftinum. Fundurin er almennur. Stoffskiftisfelagið [...] undirtøkan fyri felagnum verið sera góð. Felagið ynskir at varpa ljós á hesar sjúkur, tí í Føroyum er ongin serlækni á hesum økinum. Til ber at lesa meira á www.stoffskifti.com
Eina løtu sá tað út til, at ein sensatión av teimum heilt stóru skuldi vera á Hockenheim bananum í Týsklandi í dag, har Formel 1 koyring var. Tað endaði tó við, at 23 ára gamli Lewis Hamilton yvirhálaði [...] á ongan hátt óvæntað, tá Lewis Hamilton hevur koyrt rættiliga sannførandi í ár. Óvæntað var tað tó, at Nelson Piquet Jr. endaði so frammaliga. Brasiliumaðurin hjá Renault byrjaði koyringina sum nummar 17 [...] eitt annað pláss, og lá eina løtu eisini fremstur í koyringini. Í samlaðu støðuni hevur hetta við sær, at Hamilton nú er fýra stig frammanfyri Massa, sum gjørdist nummar trý í dag.