BMW og Mercedes-Benz samstarv

Suðurtýsku bilgigantarnir BMW og Mercedes-Benz hava ætlanir um samstarv á fleiri økjum. Í longri tíð hava tíðindi verið frammi um at Suðurtýsku bilgigantarnir og kappingarneytarnir BMW og Mercedes-Benz hava ætlanir um samstarv á fleiri økjum.

Higartil hava tað bert verið óváttað tíðindi, men nú er nakað við at henda, skrivar týska avísin Frankfurter Allgemeine Zeitung, sum heldur at hetta helst er orskað av fíggjarkreppuni, sum ávirkar allan bilaídnaðin.

Til dømis minka BMW í løtuni um framleiðsluna av Mini, og Mercedes-Benz komu seinasta kvartal við einum undirskoti upp á 15 milliardir krónur.

Partarnir hava higartil tosað um felags innkeyp av komponentum til bilaframleiðslu, men hetta er helst bert byrjanin til nógv meira samstarv, skrivar týska blaðið.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum