Fótbóltur
EB/Streymur er ikki longur niðast í næstbestu deildini.
Í gjárkvøldið vitjaði næstbesta liðið hjá EB/Streymi Víking í Leirvík, og tað eydnaðist gestunum at fara til hús við 2-1 sigri, sum ber við sær, at EB/Streymur tvífaldaði um sítt stigatal.
Gestirnir skoraðu tvær ferðir í 1. hálvleiki, og í báðum førum var tað framrættaði miðvallarin Halldórur Joensen, sum var málskjútti. Í fyrra førinum eftir verjukiks, og í seinna førinum eftir stikkbólt frá Marcel.
Í 2. hálvleiki trýsti heimaliðið fyri at svara aftur, men tað eydnaðist teimum bara at skjóta eitt mál, sum unglingaspælarin Finnur Justinussen setti í netið eftir verjudrál inni í málteiginum.
Víkingur-EB/Streymur 1-2 (0-2)
0-1: Halldórur Joensen 16.
0-2: Halldórur Joensen 19.
1-2: Finnur Justinussen 57.