Serlækni í stoffskiftissjúkum heldur fyrilestur á Hotel Føroyum í kvøld. Serlæknin í stoffskiftissjúkum - endokrinologin Leif Mosekilde, sum er dr.med og professari og starvast á endokrinologisku deildini á sjúkrahúsinum í Árhus - heldur fyrilestur á Hotel Føroyum í kvøld klokkan 19.
Leif Mosekilde nevnir fyrilesturin ?Sjúkuavgerð (diagnosa) og viðgerð av ov høgum stoffskifti.?
Aftaná fyrilesturin ber til at spyrja Leif Mosekilde um bæði ov lágt og høgt stoffskifti og øllum, sum er tengt at ólagi í stoffskiftinum. Fundurin er almennur.
Stoffskiftisfelagið varð stovnað í vár. Felagið er fyri fólk, sum hava ólag á stoffskiftinum og higartil hevur undirtøkan fyri felagnum verið sera góð. Felagið ynskir at varpa ljós á hesar sjúkur, tí í Føroyum er ongin serlækni á hesum økinum.
Til ber at lesa meira á www.stoffskifti.com