Eftirlit
Sunnumorgunin 1. juni fóru fólk av sjóverjuskipinum Hvidbjørnen umborð á norska stállínubátin Stålholm. Uppgávan hjá sjóverjuni var at fremja vanligt eftirlit.
Tá fólk komu umborð á Stålholm, var skipið á leiðini umleið 140 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum.
Undir eftirlitinum staðfesti sjóverjan, at lastaskipanin ikki var sambært kunngerð nr. 47 frá 9. apríl 2006, grein 6 stk. 1 og 2.
- Tað hevur stóran týdning, at hesar reglur verða hildnar, tí tað er henda skipan, sum er grundarlagið undir uppgerðini av veiðini í lastin, sigur eftirlitið.
Góðtók bótina
Skiparin á Stålholm fekk fyrilagt ákærurit við bót upp á 50.000 krónur, og haraftrat varð hann biðin um at fara úr føroyskum sjógvi.
Skiparin viðurkendi seg sekan í brotinum og góðtók eisini bótina upp á tær 50.000 krónurnar.










