Fríggjadagin hava Meyla, Jógvan L., JoJo, smáar og stórar dansigentur, framførslu í Gøtu og leygardagin í Klaksvík Sóu tit Lort í býin! í Norðurlandahúsinum í oktober? Og hava tit hug at síggja Meylu og vinirnar aftur?
Fríggjadagin og leygardagin verður høvi at síggja Meylu og vinir hennara á palli í Gøtu og í Ósáskúlanum í Klaksvík.
Framførslan í Gøtu verður í Gøtu skúla fríggjadagin 25. apríl klokkan 17. Atgongumerki eru at fáa á Shell-støðini í Gøtudali, hjá Kall í Saltangará og við dyrnar ein tíma undan konsertini.
Leygardagin verður konsertin í Ósáskúlanum í Klaksvík klokkan 16. Atgongumerki eru at fáa á Shell-støðini, hjá Kall og við dyrnar ein tíma undan konsertini. Til báðar konsertirnar fáa limir í STROK-klubbanum, foreldur teirra og systkin, atgongumerkið fyri 100 kr. hvør.









