Joan Bláfoss tók um vikuskiftið lut í kapping á hálvum ironman-teini í Eysturríki. Undan kappingini hevði Joan sett sær sum mál at enda millum fimm tær bestu kvinnurnar, og við einum 5. plássi náddi hon hesum máli. Men hóast hetta, so var Joan ikki heilt nøgd eftir kappingina. Tað var ein dagur, har alt ikki eydnaðist líka væl. Fyrsti partur av kappingini, sum er svimjing, gekst væl, men úti á súkkluni merkti Joan, at hon ikki hevði tey bestu beinini. Hon kom av súkkluni sum nummar sjey og fekk arbeitt seg fram á fimta plássið undir 21km langa rennitúrinum. -Eg eri glað, at eg náddi mínum máli, sjálvt um eg hevði ein dag har ikki alt gekk eftir ætlanini. Hetta er gott at hava í tonkunum til komandi kappingar, segði hon eftir kappingina