Hamilton fremstur á Hockenheim

Eina løtu sá tað út til, at ein sensatión av teimum heilt stóru skuldi vera á Hockenheim bananum í Týsklandi sunnudagin, har Formel 1 koyring var

Tað endaði tó við, at 23 ára gamli Lewis Hamilton yvirhálaði Nelson Piquet Jr. sjey umfør alt var av, og sostatt endaði bretski McLaren koyrarin ovast á sigursskamlinum. Hetta var tó á ongan hátt óvæntað, tá Lewis Hamilton hevur koyrt rættiliga sannførandi í ár. Óvæntað var tað tó, at Nelson Piquet Jr. endaði so frammaliga. Brasiliumaðurin hjá Renault byrjaði koyringina sum nummar 17, men vann seg heilt fram á eitt annað pláss, og lá eina løtu eisini fremstur í koyringini. Í samlaðu støðuni hevur hetta við sær, at Hamilton nú er fýra stig frammanfyri Massa, sum gjørdist nummar trý sunnudagin.