Strandferðslustjórin sagt seg úr starvi

Regin Vágadal, stjóri á Strandferðsluni, hevur í dag sagt seg úr stravi. Sum skilst er ósemja millum hann og landsstýrismannin Sum skilst er talan um eina ósemju millum Regin Vágadal og Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um skipararnar á Smyrli. Báðir eru uppsagdir, tí teir eru farnir um pensjónsaldur. Søkt hevur veirð eftir nýggjum skiparum, og onkur er - sum skilst - settur í starv.

Men nú er lógin broytt, so almenn starvsfólk kunnu vera í starvi, til tey eru 70 ár, og tí er stjórin á Strandferðsluni lagdur undir trýst at seta skipararnar aftur í starv og annulera setanina av nýggja skiparanum.

Tá Regin Vágadal seinnapartin varð spurdur, um hann hevði sagt seg úr starvi, svaraði hann bara stutt og greitt: ?Onga viðmerking?. Hann vildi als einki siga um málið.

Sostatt verða tað bara tey nýsettu starvsfólkini, sum flyta við stovninum til Suðuroyar, tí Regin Vágadal er tað einasta av teimum gomlu starvsfólkunum á Strandferðsluni.