i hóskvøldið. HYGGJA eftir tølunum síggja vit, at 11% av teimum spurdu hava ikki enn avgjørt, hvønn tey velja. Hetta er ikki stórt tal sammett við seinasta løgtingsval, tá heili 30% ikki høvdu valt flokk [...] eru veljararnir rættiliga avgjørdir um, hvønn flokk teir velja. Men tey 11% kunnu fáa avgerandi týdning fyri endaliga úrslitið. Verður so hugt at hesum 11%, sum enn ikki hava gjørt av, hvønn flokk tey [...] longur niður til tjóðveldisflokkin og sjálvstýrisflokkin. HETTA sigur okkum so mikið sum, at tað verður endaspurturin, sum fer at avgera valið. Og her er tað vert at leggja sær stóra valfundin í Norðurlandahúsinum
sjónvarpinum um vinnumálini. Spurningurin er um ikki hesin formurin fyri journalistiskari valsending hóskar betur í útvarpsmiðlinum. Tað er líkasum, at tú festir teg meira við persónarnar enn við sjálvt [...] skulu sleppa framat ger, at torført er at fáa nakað veruligt orðaskifti. ORÐASKIFTIÐ um vinnumálini snúði seg mest um fisk. Og tað er heldur einki skeivt í tí. Men tað er líkasum, at vit fáa ikki tað gru [...] menniskjum og mentanum. HVAT orðaskiftinum um vinnumálini viðvíkur, so saknaðu vit boð uppá aðrar vinnumøguleikar her á landi enn bert fiskivinnuna. Vit hugsa her m.a. um ta komandi oljuvinnuna. Hon var nærum
. Hon er uppá góða milliard kr. HÓAST tað nú eftir øllum at døma er komið á mál, so restar enn góðkenning frá eitt nú eftirliti. Hon fer at koma innan fyri nakrar mánaðir. TAÐ er nýggja lógin um avtøku [...] at hetta er rættur hugsunnarháttur, spurningurin tá vil so bara vera, um vit ikki kortini verða ?opslugt? av teimum stóru! Tíðin fer at vísa, um samanleggingin var røtt og til gagn fyri land og fólk. [...] hesum er kappingin við umheimin. Stjórin í samanlagda felagnum sigur, at tað er umráðandi at savna allar kreftir og standa saman, tá latið verður upp fyri útlendskum tryggingarfeløgum. Eingin ivi er um,
skipa landsstýri. Tað er greitt, at nógv leikar á hjá einum nýggjum stýri, tá hugsað verður um turbolentu tíðirnar í 90-unum. Ein hin mest týðandi uppgávan er alt fyri eitt at biðja um samráðingar við donsku [...] donsku stjórnina um bankaendurgjald og um skuldarspurningin. Men tað eru eisini nógvir aðrir spurningar, sum vit skulu tosa við donsku stjórnina um. Ein teirra er viðurskiftini sum heild millum londini og [...] hvat danir halda um henda spurning - og hvussu teir fara at fyrihalda seg til hann. AÐRIR spurningar eru m.a. ætlanin at útbyggja flogvøllin í Vágum. Hetta er eitt mál, sum tíanverri er komið í drag. Ikki
ikki kann seta til síðis, um so er, at tú ynskir eina samráðingarloysn. Við hesum hava vit ikki sagt, at hetta málið skal skundast ígjøgnum. Vit taka undir við løgmanni, at hetta er eitt so álvarsligt mál [...] sambandstingmaðurin hevur so ilt av, er, at vit í ávísum førum hava loyvt okkum at sáa iva um evnini og førleikan hjá løgmanni at umsita hetta so stóra og týðandi mál. Hetta byggja vit m.a. á hansara egnu avgerðir [...] Avtalu um skuldina og 3. Avtalu við bretar um markið. Men ístaðin fyri at hugsa um Føroyar og fyri tað eisini sambandsflokkin setti løgmaður sín egna persón í fokus. Tað var nú ikki ein spurningur um at brúka
Og hetta er helst ein stórur partur av frágreiðingini til nógv av niðursetandi álopunum á føroyingar. Hon veit bart út ikki, hvat hon tosar um. ORSØKIN til at vit taka júst Mimi Jacobsen fram er tann [...] tosar ikki um ella við føroyskar politikarar. Adressa hennara er Føroya fólk ......de færinger.... OG tá tú so veit, at formaðurin í CD sjáldan byggir síni úttalilsi á nakra eksakta vitan, so er tað eisini [...] bankamálið er orsøkin til, enn djúpri. Vit skilja væl torføru støðuna hjá Nyrup-stjórnini, men hon eigur at vera varin ikki at stuðla seg ov nógv til ein CD-leiðara, sum tykist hava eitt endamál, og tað er at
amboðum, sum hetta okkara lítla samfelag ræður yvir. VIT tosa um okkara fíggjarlóg, hana fyri 99 og tær fyri ár 2000 og fylgjandi árini. Tað er eingin loyna, at talan er um eina broytingartíð - um eitt vegamót [...] við Danmark og umheimin annars, tað snýr seg um skuld okkara, um stovnsrøkt, um endurnýggjan av skipaflota, um at fáa sum mest burtur úr fiskatilfeinginum, um at finna bestu og frægastu pensiónsskipanina [...] BÚSKAPURIN er ófrávíkiliga tengdur at vinnulívinum, og tí er torført at tosa um búskap uttan eisini at viðgera grundarlagið, vinnuna. Tíðin er komin hartil, at vit aftur mugu til at gera íløgur í hetta samfelagið
okkinum í komandi landsstýri, um so er, at flokkurin heldur fram á tí kós, sum núverandi formaðurin í flokkinum stendur fyri. Tað sær ikki mætari út enn, at flokkurin er í ferð við at grava sína egnu politisku [...] spurningurin er so, um hann er lykilin til ta borgarligu samgonguna hjá Óla Breckmann og Edmundi Joensen. Sámal Petur í Grund fer ikki í samgongu við Edmund, men skuldi løgmaður dumpað á valinum, so er tann forðingin [...] mong, eisini í sambandsflokkinum sjálvum, sum halda, at best er fyri flokkin at leggja seg í dvala í eitt skeið. TÓ er eitt stórt men. Og hetta men eitur fólkaflokkurin. Hóast Óli Breckmann fleiri ferðir
valinum. Harumframt kemur alt tað nógva tilfarið í bløðunum og so valfundir kring landið. TAÐ er eingin ivi um, at hetta verður eitt sera spennandi val. Kanska serstakliga tí at her eru so mong stórmál, sum eru [...] legði í gjárkvøldið við eini sending um ríkisfelagsskapin. Eftir hetta koma tríggjar sendingar við hesum evnum: búskapurin, vinnumálini og mentanin. VÆL vitandi, at tíðin er avmarkað til fyrireiking, tá val [...] unum hjá SVF eru valevni, so halda vit kortini, at tað er ein skeiv avgerð ikki at taka evnið almanna- og heilsumál í eini evnissending. Hetta er eitt tað málsøkið, sum kanska viðvíkur hvørjum einstøkum
hava eini 8-10 prosent av fólkinum einki arbeiði, og at ungdómsarbeiðsloysið er stórt. Hetta er aftur eitt dømi um, at tað er tvingandi neyðugt við einum virknum og skilagóðum vinnupolitikki. Ikki bara [...] veljararnir halda, at tann størsta uppgávan hjá komandi landsstýri er at fáa greiði á trupulleikunum millum heimastýrið og stjórnina. Hetta sigur okkum, at bæði veljarar og politiskir flokkar gloyma vinnumál [...] Bretlands ella europeiska meginlandið at virka. HETTA tilfeingið ? hesin fiskur ? mugu føroyskar hendur virka. Tað eru ikki bara hesi flakafólk, sum fáa ágóðan, tí hetta arbeiðið og henda virðisøkingin kasta fleirfalt