Landsjørðin er stórt sæð afturlatin fyri øllum uttan teimum gott og væl fýrahundrað fólkunum, sum nú einaferð sita við jørðini.? Uttan mun til hvørja støðu tey ymisku hava til landsjørðina, ella um mett [...] jørðini í Føroyum ikki kann hugsast, uttan so, at avkastið av jarðarbrúkinum er so mikið stórt, at tey fólk, ið velja sær hesa vinnu, fáa eina sámiliga inntøku burturúr. Landbúnaðarframleiðsla í Føroyum byggir [...] mest av sær. Hetta merkir ikki, at festarar, hvør í sínum lagi, miðvíst og fyri ein og hvønn prís skulu økja framleiðsluna. Áseyðatalið og reguleringar í hagalógini seta sínar natúrligu avmarkingar fyri
varð navnið á felagnum broytt til Klaksvíkar Hornorkestur. Í dag spæla 25 fólk í orkestrinum, og tað eru bæði ungfólk og eldri fólk. ? Støðan hjá Klaksvíkar Hornorkestri er hampuliga góð. Vit hava havt ávísar [...] vita, hvat teir skulu siga, so draga teir Normann fram, sigur Magnus Arge. Alex Sólstein og Magnus Arge sita hendan dagin í hølunum hjá hornorkestrinum og gera klárt til tiltøkini, sum skulu vera um vikuskiftið [...] er um onkran serligan ítróttardyst, hátíðarløtur, norðoyastevnu, Flaggdagin ella jólahugna, so eru fólk frá Klaksvíkar Hornorkestri altíð á staðnum og gera løtuna hátíðarliga. Og Klaksvíkar Hornorkestur
verðini ov nógv fólk at taka sær av, og tí er tað ein sera stór byrða, sum liggur á teimum. At gera mammu klára um morgunin, tekur kanska ein tíma fyri eina, sum er von við tað, men tá tær skulu taka sær av [...] á skilabesta hátt, soleiðis at gerandisumhvørvið hjá mamuni kann gerast so trygt sum gjørligt. Eitt nú eru ongar gáttir nakrastaðni í húsinum. Køkur, uppihaldsrúm og sovikamar eru øll í sama rúmi, soleiðis [...] vikuna á Láargarði, hagar hon sleppur við MBF-bussinum. Fyri stuttum varð hon tó skurðviðgjørd, og nú hon ikki er so birg, nýtir hon bert tilboðið eina ferð um vikuna. Harumframt fekk hon at byrja við
ferðagjaldi. Í dag fara eini 2000 til 3000 fólk í millum sundið hvønn dag av teimum 3,4 milliónunum, ið búgva í Oyrasundsumráðnum. Skal brúgvin bera seg fíggjarliga skulu 10.000 bilar fara yvir um hvørt døgn [...] síðani 1872 hava sviar og danir tosa um at fáa í lag at gera eina brúgv yvir um Oyrasund, men fyrst nú er brúgvin um at gerast veruleiki. Í 1996 varð farið undir at gera brúnna yvir um sundið, og 6000 mans [...] í móti, serliga umhvørvisáhugað, at ein brúgv varð gjørd yvir um sundið, men mótmælini eru minkað, nú ið brúgvin er um at verða liðug. Bæði frá svenskari og danskari síðu verður tosað um, at við brúnni
tykist vera komið og so eru stevnurnar í hondum. Vágbingar eru millum teirra, ið hava latið bát smíðað, nú tað stundar til stevnukappróður. Leygardagin varð nýggi Vágbingur flotaður og í hesum sambandi var [...] Krosslá, býráðsformaður helt røðu og Nýggjarársnevndin handaði Kappróðrarfelagnum peningagávu. Nógv fólk var komið saman og tey hugnaðu sær, tí eisini vóru pannukøkur og kaffi at fáa. Eisini kundu tey, ið [...] Fornminnissavnið eru ætlanir um at gera húsini í stand og høvi var at síggja tekningar yvir húsini, ið skulu varðveitast so nær upprunalíki, sum gjørligt. Onnur tiltøk vóru eisini henda hendingaríka dag. Vágs
okkurt serligt er á vási, sum fer at bera í sær, at nógv fólk skal ferðast. Tað kann verða ein stevna, ein ítróttarhending, ella okkurt annað. Eitt nú hevur verið ætlanin, at hornorkesturstevna, skal verða [...] beding. ? Tá mugu vit bara vóna, at fólk vilja laga seg til tær broyttu umstøðurnar og at tey spjaða seg eitt sindur út á fleiri túrar, so at ikki øll fara ísenn. ? Eitt nú kann hugsast, at summi fara hóskvøld [...] at fólk fara at aftra seg við at taka bilin við, so at tað verður minni at føra av teirri orsøk. ? Men harafturat mugu vit so umhugsa at lýsa nakrar túrar at vera farmatúrar burturav, so at fólk vita
teir hava lítla virðing fyri okkum føroyingum. Hetta vístu teir eisini sera týðiliga í 1992 og aftur nú, átta ár seinni í hesum árinum. Fyrru ferðina mótvegis einum javnaðarløgmanni, og seinnu ferðina var [...] donsku stjórnina. Um upphæddin er ov lítil til raksturin, so letur danska stjórnin eitt ískoyti, ið nú verður nevnt blokkstuðul. Løgtingið hevur fingið nógvar aðrar uppgávur at røkja fyri donsku stjórnina [...] fyrst (baltisku londini). Sama segði A. P. Møller fyri stuttum, so her ruggar alt ikki rætt. Nær skulu vit so hava fullveldi? Skal tað vera, tá 10 metra breiður vegur er komin í hvørja bygd og hvønn hagapart
fyrilestur á landsstevnuni. Hon tosaði um samstarv millum felagsskap og forsorg. Eitt nú um tað kundi borið til at latið fólk, sum er undir kriminalforsorgini, til dømis gjørt samfelagstænastu hjá Bláa Krossi [...] stendur illa til. Tað sæst týðuliga á teimum vitjanum, sum eitt nú kaféin hjá Bláa Krossi, Blákrosstovan, fær. Í mars mánaða vitjaðu í meðal 31 fólk um dagin kaféina, teir dagar, hon var opin. Tí kundi leiðslan [...] er eitt stað, har fólk koma at søkja sær sosiala samveru, tosa við onkran, sum kann hjálpa teimum, kanska fáa antabus og so framvegis. Stórur partur av teimum, sum koma har, eru fólk, sum á einhvønn hátt
hevur eina heimasíðu, sum tú vilt at onnur skulu finna skjótt og lætt, so er besti mátin at skráseta hana á in.fo. Hetta er bæði ókeypis fyri teg og tey, sum skulu brúka síðuna. Ókeypis Seinast í nevnda [...] nevnt - upp. Talan er um heimasíðuna in.fo (http://www.in.fo), sum hevur farið í kapping við eitt nú Leitel og Olivant. Tað er VIT sp/f, sum hevur gjørt in.fo, sum ætlandi verður grindin hjá telefelagnum [...] halda at hon roynist sera væl. Eitt, sum ger at hon er løtt at nýta, er hátturin hon er sett uppá. Eitt nú eru tað ongin yvirdrivin frames á síðuni, sum gera brúkaran ørkymlaðan. Eitt, sum tó altíð er eitt
í baksýnið. Men hvat fer nú at henda, um hann fer at royna at forða fyri grindadrápi ? Tað er ógvuliga ringt at siga nú, hvat vit fara at gera í eini ávísari støðu. Vit skulu eisini taka tað fyrivarni [...] seinast hann var her, vardi í einar tríggjar tímar. ? Tá hevði Paul Watson trý fólk, sum tóku allar hendingarnar upp á film, eitt fólk stóð á brúgvatakinum, eitt frammi í gron og eitt afturi á hekkuni. ? Tey [...] Føroyum fer ikki at gera nakað hóvasták burturúr hóttanunum hjá Paul Watson at koma aftur til Føroyar nú í summar. Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at politiið hevur altíð eygu og oyru opin