Apopleksi í gerandisdegnum

APOPLEKSI. Siborg Arge er ein teirra, sum í gerandisdegnum hevur apopleksi nær at sær. Fyri góðum trimum árum síðani fekk mamma Siborg heilabløðing, og í tey bæði seinastu árini hevur hon búð heima hjá Siborg

Tað var á jólum í 1996 at mamma Siborg, Hjørdis Klode, varð rakt av eini heilabløðing. Fyrstu tíðina var hon sera illa fyri, men Siborg sigur seg vera fegna um tað hjálp hon fekk fyrstu fýra mánaðirnar, tá hon var innløgd á E3 á Landssjúkrahúsinum.

Spakuliga kom hon fyri seg, og at enda var hon somikið birg, at hon so spakuliga kundi koma upp at ganga, um so var at onkur hjálpti henni.


Kundi ikki fara heim

Tá Hjørdis var búsitandi í Skúgvi, var ikki hugsingur um at lata hana fara heim aftur, tí umstøðurnar í heiminum vóru snøgt sagt ikki nóg góðar. Siborg, sum er einasta dóttir hennara, sigur frá, at hon kendi tað sum sína skyldu at skipa soleiðis fyri, at mamman kundi koma heim til sín at búgva.

Hon setti sær eisini hetta fyri, og eftir at nakað av tíð var farin til at gera eina hóskandi íbúð í kjallaranum, kundi Hjørdis flyta inn hjá dóttrini á vári 1998.

Tað er annars ikki bara at siga tað, at innrætta eina íbúð, sum kann verða eitt heim hjá apopleksiraktum. Meðan Siborg vísur okkum runt hjá mammuni, greiður hon frá, hvussu alt er gjørt á skilabesta hátt, soleiðis at gerandisumhvørvið hjá mamuni kann gerast so trygt sum gjørligt. Eitt nú eru ongar gáttir nakrastaðni í húsinum. Køkur, uppihaldsrúm og sovikamar eru øll í sama rúmi, soleiðis at lætt er at sleppa til og frá, og harumframt eru eisini onkrir tekniskir hentleikar, sum á hvør sín hátt lætta um í gerandisdegnum.

Týdningarmesta av hesum er helst kallitólið, sum Hjørdis altíð hevur um hálsin. Hetta ger, at hon altíð kann fáa fatur á dóttrini, um okkurt skuldi verið áfatt. Verður trýst á tólið, verður ringt á fartelefonina hjá Siborg, sum sostatt fær tosað við mammuna, og møguliga farið heim, um hetta er neyðugt.


Heimahjálpin kann betrast

Umframt at fáa mat frá Láargarði, stendur Hjørdis eisini í boði at vera tríggjar fyrrapartar um vikuna á Láargarði, hagar hon sleppur við MBF-bussinum. Fyri stuttum varð hon tó skurðviðgjørd, og nú hon ikki er so birg, nýtir hon bert tilboðið eina ferð um vikuna.

Harumframt fekk hon at byrja við vitjan av heimahjálp tríggjar ferðir um dagin, men síðani oktober mánað í fjør, er hetta sett upp til fimm ferðir dagin.

- Eg eri sera glað fyri heimahjálpirnar, sum í nógvar mátar gera gerandisdagin hjá mammu lættari. Oftast er talan um tær somu, men av og á er sjálvandi neyðugt við avloysarum, og hetta kann onkuntíð geva trupulleikar, greiðir Siborg frá.

- Apopleksi rakar so at siga ongantíð á sama hátt, og tí hava ymsu sjúklingarnir tørv á hvør sínari viðgerð og viðferð. Eitt nú hevur tað almikið at siga, at sjúklingurin sleppur at gera sum mest sjálv. Bara smálutir sum sjálv at seta brillurnar á høvdið, ístaðin fyri at heimahjálpin ger tað, er við til at hækka lívsgóðskuna, og hetta er ein sera týdningarmikil partur av tilveruni. Trupulleikin er tó tann, at mamma er ógvuliga passiv, og tí gevur hon ikki sjálv boð um hetta, greiðir Siborg frá. Tískil hevur hon sjálv gjørt eitt yvirlit, har allar dagligu rutinurnar eru festar á blað, soleiðis at heimahjálpirnar hava nakað at halda seg til, tá tær eru á vitjan.

Hóast hon sostatt sigur seg vera sera glaða fyri tað hjálp, sum heimahjálparskipanin gevur, so heldur hon kortini, at nógv kann betrast hesum viðvíkjandi.

- Heimahjálpirnar hava alt í verðini ov nógv fólk at taka sær av, og tí er tað ein sera stór byrða, sum liggur á teimum. At gera mammu klára um morgunin, tekur kanska ein tíma fyri eina, sum er von við tað, men tá tær skulu taka sær av fýra vitjanum hvønn fyrrapart, so sigur tað seg sjálvt, at okkurt kortini liggur á láni, greiður Siborg frá. - Eg skal tó ikki lasta heimahjálpunum fyri hetta, tí tær gera so sanniliga eitt megnararbeiði, men fíggjarligu umstøðurnar gera tað ógvuliga strævið hjá teimum.

Harumframt heldur hon eisini, at tað kundi verið ein stór hjálp, um skipanin eisini var virkin um náttina. - Mamma megnar ikki sjálv at venda sær, og tí kann tað væl koma fyri, at hon hevur ligið í somu støðu ov leingi, og tá er bert eitt at gera, og tað er trýsta á kallitólið. Ikki tí, eg geri tað við gleði, men onkuntíð kann tað vera nakað tungt at skula upp fleiri ferðir um náttina, fyri síðani at fara til arbeiðis tíðliga morgunin eftir.


Ov lítil venjing

Tá ein er raktur av apopleksi, er neyðugt við støðugari uppvenjing, men eisini á hesum øki eru stórir manglar. Siborg greiðir frá, at við verandi skipan kunnu sjúklingar umvegis kommunulæknan koma til tríggjar vikur uppvenjing um árið á Landssjúkrahúsinum, tá ella um pláss er fyri hesum.

Eftir innleggingarseðli frá læknanum verða sjúklingar innlagdir í tríggjar vikur, har tey fáa venjing ein tíma um dagin. Eru tey ikki serliga væl uppløgd júst henda tíman á degnum, er einki at gera, tí eins og tað er galdandi fyri heimahjálpirnar, so hevur fysioterapiin á Sjúkrahúsinum eisini sínar avmarkingar, sum í stóran mun eru fíggjarligar.

Siborg heldur tó, at tað er eitt sindur keðiligt, at tað tekur so langa tíð at sleppa inn til uppvenjing. Frá tí at læknin skrivar innleggingarseðilin, ganga einir 4-6 mánaðir, áðrenn sjúklingurin verður lagdur inn.


Glað um Heilafelagið

Síðani Heilafelagið varð sett á stovn, hava Hjørdis og Siborg verið limir, og er Siborg sera fegin um hetta. Fyri stuttum var ein bólkur fyri avvarandi sett á stovn, og er hon eisini sera fegin um hetta.

Tey avvarandi hittast so við jøvnum millumbilum, og kunnu tey tá tosa saman um royndir sínar, eins og tey eisini kunnu kunna hvønn annan um, hvussu ymsu tilboðini um hjálp rigga. Serliga hetta seinasta heldur Siborg hevur ligið á láni, tí upplýsingin á økinum er als ikki nóg góð eftir hennara tykki.

- At byrja við hevur bólkurin fyri avvarandi tó kanska verið mest uppróp. Ein samkoma, har vit kunnu flenna og gráta saman, men so hvørt, sum vit koma at kennast betri, ivist eg ikki í, at hetta verður okkum øllum ein stór hjálp.


Avmarkar gerandisdagin

Tað at hava ein apopleksiraktan í heiminum setur eisini sínar avmarkingar í gerandisdegnum, greiður Siborg frá. - Sjálv skal eg vera stand-by 24 tímar um samdøgrið, og hetta hevur hetta eisin við sær, at eg ikki kann fara ov langt heimanífrá. Oman í býin er tað longsta, sigur hon við einum smíli.

- Tá mamma er til umlætting, ber tó til at fara longur, tí tá veit eg hon verður ansað alt samdøgrið. Eg kundi tó ynskt, at tíðin, har hon er til umlætting, varð fastløgd í betri tíð, soleiðis at tey avvarandi høvdu betri møguleika at leggja frítíð og annað til rættis eftir hesum.

Skipanin við umlættingarheiminum er tó ein sera týdningarmikil liður í tilveru okkara, tí á henda hátt »kann eg fáa frí í nakrar vikur«, soleiðis at battaríini verða lødd av nýggjum, so at siga.

- Samanumtikið eri eg tó sera glað um, at eg havi kunna tikið mammu heim. At tað kann vera eitt sindur strævið onkuntíð, má eg bara taka við sigur Siborg. Tá eg setti mær fyri at taka mammu heim, gjørdi eg samstundis av, at hetta ikki skuldi verða ein byrða fyri restina av húskinum, og tað ætli eg mær eisini at halda. Ikki tí, sjálvandi eri eg fegin um eina hjálpandi hond, men henda skal helst koma sjálvboðin, og ikki vera nakað, sum maðurin ella synirnir skulu kenna sum eina skyldu, sigur Siborg at enda.

- Sjálvandi kann hetta ávirka gerandisdagin hjá húskinum nakað. M.a. tí synirnir viðhvørt mugu taka fyrilit fyri ommuni, tá eitthvørt stendur á skránni. Tað skal tó eisini sigast, at hetta ongantíð hevur verið nakar trupulleiki her heima, og hetta eri eg eisini sera fegin um, sigur Siborg.

At Hjørdis eisini er glað um hetta er heldur einki at ivast í. Hon er fullgreið um, at tað kanska seinni verður neyðugt at búgva á Láargarði ella í einum sambýli, og hon er eisini skrivað upp til pláss á hesum, tí tað er jú ikki vist, at dótturin altíð hevur orku ella umstøður til at ansa sær.