Oyrasundsbrúgvin

Subject: Teldubræv

Date: Tue 2.May. 2000

To: post@sosialurin.fo

From: kirstin.didriksen@svenska.gu.se

Reply to: kirstin.didriksen@svenska.gu.se

Líka síðani 1872 hava sviar og danir tosa um at fáa í lag at gera eina brúgv yvir um Oyrasund, men fyrst nú er brúgvin um at gerast veruleiki.

Í 1996 varð farið undir at gera brúnna yvir um sundið, og 6000 mans hava arbeitt, tá teir vóru flest, við at gera brúnna. Sambandið yvir um telur 16 kilometrar og hevur fleiri lið, nevniliga eina brúgv, ið er 7,8 km til longdar, eina gjørda oyggj, ið er 4 km, ein undirsjóvartunnil ið er 3,5 km til longdar og eina gjørda hálvoyggj við Kastrup.

Tað kemur at taka 10-12 min. at koyra yvir um, og tað kemur at kosta 275 kr. at ferðast við bili einvegis. Tey, ið ferðast nógv kunnu tó fáa eitt avsláttarkort, soleiðis at ferðin kostar 100 kr. fyri túrin. At ferðast við toki millum Malmö og Keypmannahavn kemur bert at taka ein hálvan tíma og fer at kosta 70 kr. Við bussi kemur tað at kosta umleið 50 kr.

1.juli verður brúgvin vígd og 3000 gestir eru bodnir at hátíðarhalda dagin. Hjá stødd verða Carl Gustaf kongur og Margretha drotning. Hátíðarhaldið verður sent beinleiðis í svenska og danska sjónvarpinum, og væntandi verða 1600 mynda- og fjølmiðlafólk við, tá brúgvin verður vígd.


Europas första transnationella region

Nógv hava gjøgnum tíðurnar verið í móti, serliga umhvørvisáhugað, at ein brúgv varð gjørd yvir um sundið, men mótmælini eru minkað, nú ið brúgvin er um at verða liðug. Bæði frá svenskari og danskari síðu verður tosað um, at við brúnni skapast ein nýggjur landspartur, og vinnulívið vil vera við, at eitt úrslit av brúnni kemur at verða, at tyngdardepilin hjá EU kemur at førkast norðureftir.

Fyrst í 90´unum var stórt arbeiðsloysi og kreppa í Skáni. Henda støða er vend orsaka av brúnni. Nýggjar forsøgnir vilja vera við, at 25.000 nýggj størv verða lýst leys næsta ár.


Samstarv

Nógv samstarv hevur verið seinastu árini millum londini og arbeiðsávísingin báðu megin sundið ávísir størv í svensk/danska økinum. Tíðindabløð, útvarp og sjónvarp hava longu lokalt tíðindatilfar. Longst er samstarvið komið innan lærdu háskúlarnar, tað sokallaða Oyrasundsuniversitetið, ið er ein samstarvsmiðdepil millum 11 hægri og lærdar háskúlar. Granska verður í hvat týdning brúgvin kemur at hava fyri Skáni og Sæland. Her verður umráðið kannað bæði áðrenn, undir og aftan á brúnna. Hugt verður m.a. eftir menning innan ídnaðin, samleika, umhvørvi, heilsa og integratión. Onnur nýggj granskingartiltøk eru sum t.d. IT Oyrasund, Medicon Valley Academy og Oyrasund Food Network.

Skúlarnir hava hildið hópin av skeiðum fyri at bøta um málkunnleikan í svenskum og donskum, og næmingarnir hava víst stóran áhuga í at læra seg hitt málið. Somuleiðis hava fyritøkurnar í umráðnum havt sítt fólk á málskeiði. Nógv hevur sostatt verið gjørt seinastu árini til at fyrireika seg til 1. juli.


Danir fyribils lítlan áhuga

Fleiri hugburðskanningar eru gjørdar um, hvørja áskoðan danir hava til brúnna. Kanningarnar vísa, at danir hava lítlan og ongan áhuga í at arbeiða ella útbúgva seg í Skáni. Teir flestu keypmannahavnarar hava ongantíð sett sín fót í Malmö, men nógv kundu tó hugsa sær at fari yvir um til handils. Sum er koma bert fá at handla.

Stóra framsýningin á býarsavninum í Malmø um sviar og danir, teirra hugburð og livihátt hevur fingið fólk úr øllum landinum at koma, men danir sita heima. Danir hava heldur ikki víst nakran áhuga í teimum væl bíligari húsunum í Skáni. Tað eru tey, ið vilja vera við, at Keypmannahavn kemur at fáa allan vinningin av brúnni. Um tað verður so, kemur tíðin at vísa.

Brúgvin hevur kostað 22 milliardir kr. at gera og skal hesin peningur gjaldast aftur innan 30 ár við ferðagjaldi. Í dag fara eini 2000 til 3000 fólk í millum sundið hvønn dag av teimum 3,4 milliónunum, ið búgva í Oyrasundsumráðnum. Skal brúgvin bera seg fíggjarliga skulu 10.000 bilar fara yvir um hvørt døgn. Forsøgnin metir, at yvir 13.500 bilar koma at fara í millum dagliga, sostatt kemur brúgvin at bera seg fíggjarliga.

Bæði mentunarliga og samfelagsliga hevur brúgvin longu sett síni spor við tí munandi økta samstarvinum millum bæði londini. Og hetta er bert byrjanin.


Kirstin Didriksen,

Gøteborg