At spæla fullveldi ? serstøk tjóð

Veljarakanningin aftan á fyrsta samráðingarumfarið hin 17. mars verður av sambandsfólki tulkað soleiðis, at landsstýrið hevur mist sín stuðul til politisku stevnu sína. Kortini man vera ivasamt, um henda útlegging er bein. Men um so skuldi verið, so má ætlanin hjá einum meiriluta av føroyska fólkinum vera tann, at vit framhaldandi skulu spæla at vera »serstøk tjóð« t.d. á grækarismessu, flaggdagin og á ólavsøku sjálvandi, ið summi enntá kalla tjóðarhátíð okkara. Um so er, man hetta vera einasta tjóðarhátíð uttan tjóð. Slíkt kann so einans bera til í Føroyum. Aðrastaðni í heiminum letur slíkt gykl seg ikki fremja. Bert tí at Poul Nyrup Rasmussen garteraði eitt sindur hin minniliga fríggjadagin 17. mars, har hann hótti føroyingar við einari stuttari skiftistíð, júst so sum Sambandsflokkurin og sambandsvongurin í Javnaðarflokkinum hava spátt seinastu tvey árini, so tustu sjálvstýrisfólk yvir í Sambandsflokkin sambært veljarakanningini. Hvussu ber hetta til?

Hvar er hin tiltikni sterki »ryggur« okkara?


Skeivur hugburður

Tá danskir politikarar síggja henda hugburðin, so er tað ikki undranarvert, at teir hava lítla virðing fyri okkum føroyingum. Hetta vístu teir eisini sera týðiliga í 1992 og aftur nú, átta ár seinni í hesum árinum. Fyrru ferðina mótvegis einum javnaðarløgmanni, og seinnu ferðina var tað fólkafloksløgmaður, ið mátti taka skoluna. So tað tykist, sum um politiski liturin er týdningarleysur, men við okkara undirbrotliga atburði mótvegis dønum má hetta gerast úrslitið. Í heyst verður tað helst soleiðis, at vit fáa møguleika at taka ábyrgdina av okkum sjálvum, men tað fer eisini at bera til at lima okkum inn í ríkið (grundlógina), um sambandsflokkarnir saman við donsku politikarunum fáa vilja sín. Afturfyri fáa vit so eina sera lagaliga skipan við Danmørkina, alt eftir hvussu stórt yvirskipað vald danir fáa á okkum.

Gera vit hetta, so hevur Sambandið saman við donsku politikarunum vunnið ein avgerandi sigur, og fer eitt slíkt úrslit at seta okkum í eitt sera ørkymlandi ljós mótvegis grannum okkara og altjóða samfelagnum í síni heild. Hvat vilja hasir føroyingarnir, verður spurt, og tað av røttum. Donsku politikararnir kunnu so seinni og við heilt stórum rætti tvíhalda um, at fólkið sjálvt hevur limað seg inn undir donsku grundlógina við fólkaatkvøðuni, og tað hava vit ikki gjørt áður í søguni.


Sjálvstýri/heimastýri ? miðfirrað stýrisskipan

Heimastýri er ikki annað enn ein skipan, har evsta valdið, sum er fólkatingið, hevur lagt ávísar uppgávur til eitt landspartating, ið nevnist løgtingið. Løgtingið hevur til dømis fingið til uppgávu at krevja skatt inn fyri donsku stjórnina. Um upphæddin er ov lítil til raksturin, so letur danska stjórnin eitt ískoyti, ið nú verður nevnt blokkstuðul.

Løgtingið hevur fingið nógvar aðrar uppgávur at røkja fyri donsku stjórnina og fólkatingið, og afturfyri hetta fær løgtingið blokkin. Nyrup og aðrir danskir politikarar hava sjálvir sagt alment, at soleiðis skilja teir støðuna. Blokkurin er løn fyri at røkja danskar uppgávur í Føroyum.

Danir kundu saktans gjørt somu skipan fyri donsku landspartarnar, og tað hevði ikki broytt Danmark sum eindarríki. Heldur ikki, hóast teir høvdu hvørt sítt landspartaflagg. Sostatt fyrigykla vit føroyingar okkum, at »sjálvstýri« er »næstan fullveldi«, men tað er so langt frá. Henda støðan passar sjálvandi donsku politikarunum sera væl.


Nógv vilja hava fullveldi ? men ikki enn

Kortini verður sagt, at búskaparliga frælsið má koma fyrst. ? Her eru donsku politikararnir ikki samdir við sambandsfólk í Føroyum. Stutt síðani segði Uffe Ellemann-Jensen, at politiska frælsið má koma fyrst (baltisku londini). Sama segði A. P. Møller fyri stuttum, so her ruggar alt ikki rætt.


Nær skulu vit

so hava fullveldi?

Skal tað vera, tá 10 metra breiður vegur er komin í hvørja bygd og hvønn hagapart í landinum, tá øll trý sjúkrahúsini eru gjørd av nýggjum frá niðast til ovast? Tá undirsjóvarberghol eru komin í hvørja oyggj? Tá einir fimm flogvallir eru komnir ymsastaðni í landinum? Tá fíggjarliga framtíðin hjá hvørjum einasta føroyingi er tryggjað tey næstu 50 árini? Ella hvussu leingi skulu vit taka stig fyri stig afturat? Tað hava vit gjørt í 96 ár ? síðan 1906 í veruleikanum.

Alt hetta eru sjálvandi bert undanførslur til tess at sleppa undan at taka støðu til spurningin, og undanførslurnar frá sambandsfólki eru endaleysar. Gull og grønar skógir

Eingin kann lova glæsiliga framtíð í mong ár fram, hvørki samband ella fullveldi kunnu, og tað er eingin ivi um, at vit væl kunnu klára okkum, um vit bert vilja, tí her býr ágrýtið og dugnaligt fólk, ið ferð eftir ferð hevur dugað at umstilla seg til broyttar umstøður, og hví altíð spáa um tað ringasta. Tá hevur mangan verið gjørt, men so hevur lýst í, og tað, sum vit stúrdu mest fyri, gjørdist ein fyrimunur.

Ein kann so spyrja, hví danskir politikarar eru so trekir at sleppa Føroyum. Orsøkirnar eru nógv: Ein er so tann, at teir vilja styrkja støðuna hjá andstøðuni í Føroyum. Føroyska økið við havið er størri enn Danmark við sínum havi, verður sagt í loftmiðlunum, og við evsta valdinum yvir Føroyum ber til at føra ein sovorðnan politikk, at munandi partur av møguligum oljupeningi endar í Keypmannahavn. Um NATO aftur fer at seta krøv til donsku stjórnina, ber til at nýta Føroyar og Grønlands sum »kort« í hesum spælinum, so Danmark sjálvt sleppur undan politiskari kreppu, av tí at vinstrakreftirnar í Danmark vilja ikki finna seg í, at teirra land verður gjørt til bumbumál í NATO-samanhangi.

Donsku politikararnir fáa seravtalur við ES, av tí at teir kunnu vísa á, at teir hava uppgávur at røkja í Grønlandi og í Føroyum vegna ES, so hesi økini ikki gerast ótrygg politiskt á onkran hátt.

Kemur altjóða spenningur aftur, og tað kann væl henda, so hevur Danmark eina lyklastøðu gjøgnum Føroyar og Danmark, ið røkka nærum tvørtur um alt Atlantshavið. Hetta eru sjálvandi metingar, men tær eru als ikki ósannlíkar.


Óttin fyri at taka

evsta vald í landinum

Tað er óskiljandi, at so mong eru bangin fyri at taka evstu ábyrgdina av okkara landi. Spyrt tú aðrar tjóðir, um tær kundu hugsað sær at selt evsta valdið fyri ein blokkstuðul úr øðrum landi, so verður í besta føri flent at spurninginum. Nei, góðu føroyingar, nú mugu vit standa saman og vísa, hvat vit duga til. Um nøkur ár fer eingin at skilja, hví vit vóru so ivasom.

Vit ivaðust, tá føroyskt mál skuldi inn í skúlan í 20- og 30-árunum, vit ivaðust sera nógv um flaggið, vit ivaðust í ólukkumát, tá úrslitið av fólkaatkvøðuni var greitt í 1946, vit ivaðust um føroyskt kirkjumál í eini 30 ár, vit ivaðust um sjómarkið o.s.fr. Nú er tað eingin, ið ivast um hesi stórmál longur. Øll eru fegin um, at vit tóku okkum um reiggj í hesum sjálvsøgdu avbjóðingum.


Samráðingarnar 2. mai í Keypmannahavn

Hesar samráðingar hava víst, at tað ber til at fáa skilagóðar avtalur við Danmark um føroyskt fullveldi og allar teir spurningar, ið hetta inniheldur av mongum málum. Enn er fíggjarligi parturin ikki komin upp á pláss, og tað er ikki lættari hjá føroysku samráðingarnevndini, tá støðan er tann, at teir skulu »berjast« á tveimum hermótum. Í

Danmark stríðast teir við donsku politikararnar um argument, og afturkomnir til Føroya noyðast teir at taka sama stríðið upp við føroysku andstøðuna, ið stórt sæð er samd við


Nyrup og hansara fólk

Av sonnum ein merkisverd og trupul støða, so tað er einki at siga til, at onkur hevur hug at slaka fyri hesum ovurstýra trýsti frá tveimum nærum samdum síðum.

Men gott í tykkum! Haldið fast um stevnuna uttan at himprast. Søgan fer skjótt at vísa, at tit høvdu rætt.

Góða eydnu hin 15. juni!


Asbjørn Lómaklett