Tá nakað serligt er á vási í Klaksvík, er tað næstan ein sjálvfylgja, at Klaksvíkar Hornorkestur er við.
Um talan so er um onkran serligan ítróttardyst, hátíðarløtur, norðoyastevnu, Flaggdagin ella jólahugna, so eru fólk frá Klaksvíkar Hornorkestri altíð á staðnum og gera løtuna hátíðarliga.
Og Klaksvíkar Hornorkestur er eisini fast orkestur til landsdystirnar í fótbólti.
Klaksvíkar Hornorkestur varð fimti ár í gjár, og í hesum sambandi hava teir skipað fyri ymsum tiltøkum. Teir høvdu konsert, og ein framsýning, sum sýnir brot úr søgu felagsins, er at síggja hetta vikuskiftið.
Hóast felagið er fimti ár, eru tað tveir limir, sum hava verið við alla tíðina. Tað eru Otto Samuelsen og Sámal Christiansen, sum sostatt hava fimti ár á baki sum hornspælarar í Klaksvík Hornorkestur.
Tey ungu halda
ikki fram
Sambært gerðabókini hjá Klaksvíkar Hornorkestri varð felagið formliga stovnað á fundi, sum varð hildin 5. mai í 1950. Longu í september mánaði ári fyri hevði fyrireikandi fundur verið.
Navnið á felagnum var tá Klaksvíkar Hornblástrarfelag, men fýra ár seinni varð navnið á felagnum broytt til Klaksvíkar Hornorkestur.
Í dag spæla 25 fólk í orkestrinum, og tað eru bæði ungfólk og eldri fólk.
? Støðan hjá Klaksvíkar Hornorkestri er hampuliga góð. Vit hava havt ávísar trupulleikar við at fáa tey ungu fólkini, sum byrja í Hornorkestrinum, at halda fram at spæla við okkum, men við hvørt eydnast tað, sigur Magnus Arge, sum er formaður í Klaksvíkar Hornorkestur, nú felagið heldur merkisdagin.
? Tað sigur seg sjálvt, at eingin, sum ikki hevur ein veruliga hug fyri at spæla við horn-orkestrinum, tímir at brúka tvey kvøld um vikuna ár eftir ár til at venja við okkum, sigur hann.
Normann og broytingartíðin
Klaksvíkar Hornorkestur hevur fleiri ferðir havt útlendskar venjarar. Tann mest tiltikni er helst Normann Edwards, sum kom til Klaksvíkar í 1965. Tá hevði Klaksvíkar Hornorkestur longu havt fleiri útlendskar venjarar í styttri tíðarskeið.
Orsøkin til, at Normann Edwards kom til Klaksvíkar var, at Havnar Hornorkestur hevði fingið sær útlendskan venjara. Tað var Robert Oughton, sum var tónaskald og kornettúrmælingur. Oughton hevði fingið nógv burtur úr Havnar Hornorkestur, og tað gjørdist alsamt meira upplagt, at neyðugt varð við kønari og vandari hjálp til at menna horntónleikin.
Robert Oughton spældi á eini norðoyastevnu fyrst í sekstiárunum, og hansara solo á kornettina var so sannførandi, at hon rættiliga kveikti ein neista í klaksvíkingum.
Gjøgnum Oughton fingu klaksvíkingar samband við Normann Edwards úr Doncaster, sum kom til Klaksvíkar at verða at venja Klaksvíkar Hornorkestur í 1965.
Tað skuldi stórt áræði til at fáa sær útlendskan venjara, tí hann skuldi lønast, og tað var eingin stuðul at fáa nakra staðni. Men við monnum sum Eli Nolsøe á odda bar til at skaffa pengar gjøgnum ymisk tiltøk.
Normann er hetjan
Normann Edwards var í Klaksvík til 1986, tá hann fór aftur til England. Hetta var eftir eina Danmarkarferð hjá Hornorkestrinum.
Normann, sum hann varð kallaður, skuldi koma aftur til Klaksvíkar á várið í 1969, men fyrst skuldi hann steðga á í Sørvági og venja við Hornorkestrinum har. Tá hann kom til Klaksvíkar var tað í eini kistu, tí hann doyði brádliga, og kistan varð flutt til Bretlands við einum trolara.
? Normann Edwards broytti ljómin hjá Klaksvíkar Hornorkestur, og tann ljómurin, sum Normann gav orkestrinum, hava vit roynt at varðveitt síðani, sigur Alex Sólstein, sum er ein av drúgvu limunum í orkestrinum.
? Normann er tann stóra hetjan hjá onkrum av limunum í orkestrinum, og tað plaga vit at skemta okkum við viðhvørt. Tá teir ikki vita, hvat teir skulu siga, so draga teir Normann fram, sigur Magnus Arge.
Alex Sólstein og Magnus Arge sita hendan dagin í hølunum hjá hornorkestrinum og gera klárt til tiltøkini, sum skulu vera um vikuskiftið.
Til kapping í Luxembourg
Klaksvíkar Hornorkestur hevur gjørt fleiri uttanlandsvitjanir í síni fimti ára søgu.
Í 1994 vóru teir á konsertferð í York, og árið eftir vóru teir við í europeiskari kapping fyri hornorkestur í Luxembourg. Síðani hava onnur føroysk orkestur roynt seg í hesi kapping, men eingin hevur fingið sama úrslit, sum Klaksvíkar Hornorkestur fekk í 1995.
Í 1997 skifti Klaksvíkar Hornorkestur øll ljóðførini hjá sær út.
? Vit keyptu nýggj ljóðføri fyri eina hálva millión krónur. Tey gomlu ljóðførini hjá okkum brúkar musikkskúlin í Klaksvík, haðani vit fáa nógvar av okkara spælarum.
Umframt hornblástur hevur Klaksvíkar Hornorkestur eisini sítt egna kór, sum sleppur fram at til serliga høvi ? eitt nú veitslur hjá felagnum. Kórið er doypt Sjivaskórið. Og teir tiltiknu Vágheygafrensarnir, sum plaga at spæla til dans av og á, er sprottnir burtur úr hornorkestrinum í Klaksvík.
Sharon Fisher er venjari hjá Klaksvíkar Hornorkestur í løtuni.