Strandferðslan boðar aftur í dag frá broytingum í ferðaætlanini hjá Galaxy
Eirikur Lindenskov
Strandferðslan boðar frá at fyri veður fer Galaxy av Havnini kl. 12:00, og ikki kl. 10:00, í dag, mikudag 10. septembur. Túrarnir av Krambatanga kl. 14:00 og av Havnini kl. 17:30 verða ikki sigldir í dag, mikudag 10. septembur.