Politiið í Føroyum fer ikki at gera nakað hóvasták burturúr hóttanunum hjá Paul Watson at koma aftur til Føroyar nú í summar.
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at politiið hevur altíð eygu og oyru opin fyri tí, sum fer fram rundanum okkum.
? Og sjálvandi fara vit eisini at fylgja við, um Paul Watson skuldi komið higar.
?Men nakrar serligar fyrireikingar, ella nakra dubbing verður ikki farið undir, hóast hann hóttir við at koma til Føroyar, sigur hann. Vit fylgja við og so taka vit tað, sum tað kemur.
Men tað skilst eisini á honum, at hann vil fyrst síggja Paul Watson her, áðrenn hann rættiliga trýr, at hann kemur.
?Seinast, hann var her, var í 1986. Tá lovaði hann at koma aftur ein mánaða seinni. Tað eru nú 14 ár síðani. Lat hann tí koma, áðrenn vit fara at gera nakað hóvasták burturúr. So fáa vit at síggja, hvat tað botnar í hesuferð og, hvussu leikur ferð.
? Talan kann eisini verða um, talan er um tóm orð, og at hann bara roynir at leggja eitt sálarligt trýst á okkum fyri at vita, um vit bakka og tað er ikki sagt, at nakað býr undir.
Lovar ilt
Men Jón Klein Olsen ásannar eisini, at sjálvandi kann álvari vera aftanfyri. Og hann viðgongur, at, tær fráboðanir, sum koma frá hesun illa gitna umhvørvisverndarmanninum, boða ikki frá góðum, tí tær eru rættiliga ógvusligar.
?Tann, sum lesur fráboðanirnar hjá honum gjølliga, kann skjótt fara at ivast í, um maðurin yvirhøvur er rættsiktaður.
? Hann tosar um samanbrestir og hann er yvirhøvur rættiliga ágangandi í sínum fráboðanum
Vit, sum hava royndir av honum, seinast hann var her í 1986, vita, hvussu langt hann er til reiðar at fara. Og vit vita eisini, at hann er ein ótespiligur gestur at fáa, so tað eru vit í hvussu so er fyrireikaðir uppá, skuldi nakað lív blivið við honum hesuferð, tí vit læra sjálvandi alla tíðina av teimum royndum, vit gera.
Ta ferðina var hann burturvístur úr Føroyum í fimm ár. Tey fimm árini eru farin, so nú hevur hann slætt borð.
Hann sigur, at tit skutu eftir honum bæði við høglbyrsu og við táragassi. tá ið hann var her seinast.
?Tað er ikki rætt. Vit skutu gasspatrónir eftir honum, men tað brúka vit høglbyrsu til.
? Tað var ikki so, at vit skutu við skørpum.
Jón Klein Olsen sigur, at atsóknin hjá løgregluni í Føroyum ímóti Paul Watson, seinast hann var her, vardi í einar tríggjar tímar.
? Tá hevði Paul Watson trý fólk, sum tóku allar hendingarnar upp á film, eitt fólk stóð á brúgvatakinum, eitt frammi í gron og eitt afturi á hekkuni.
? Tey skuldu vera frá BBC.
? Men eftir av øllum at døma hava upptøkurnar ikki verið borðbarar, tí onki av tí sást aftur í sjónvarpinum.
?Tað einasta, sum varð víst í sjónvarpinum, var ein hálvvánalig sending sum CBS í Kanada gjørdi.
? Og har sóu vit m.a myndir av Paul Watson á brúnni, har hann rópar ?Mayday, Mayday? í ein sendara og biðjur um hjálp, tí hann verður álopin av galnum politistum við maskinbyrsum.
?Men har ger hann tað mistak, at á teimum myndunum síggja vit eina oyggj í baksýninum, men hon er skógarklødd heilt oman í sjóvarmálan. So vit vita í hvussu so er, at myndin kann ikki vera úr Føroyum.
? Men tað vita fólk aðrastaðni frá kanska ikki.
Hann ger eisini tað mistak, at hann gevur upp, hvar hann er staddur.
? Men hvussu tú so vendir og snarar tær á tí knattstøðuni, kanst tú ikki fáa eina oyggj í baksýnið.
Men hvat fer nú at henda, um hann fer at royna at forða fyri grindadrápi
? Tað er ógvuliga ringt at siga nú, hvat vit fara at gera í eini ávísari støðu.
Vit skulu eisini taka tað fyrivarni, at hann fylgir gjølla við í bløðum og fjølmiðlum annars, tí hann er fjølmiðlamaður burturav. ? So vit fara í hvussu so er ikki at avdúka taktikkin frammanundan, sigur Jón Klein Olsen.